Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 29. desember 2004 17 Nr. 249 • mikudagur • 29. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Týsdagin landaðu línuskipini, Stapin og Fiskivarði, á Toftum. Bæði skipini komu inn fyri jól FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Línuskipini, Stapin av Toftum og Fiskivarði úr Oyndarfirði, landaðu bæði á Toftum týsdagin. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at Stapin seldi hýs- una gjøgnum P/F Snodd, har skipið eisini landaði, meðan Fiskamarknaðurin seldi tey 24.000 pundini av øðrum fiski, sum skipið hevði inni. Meginparturin av veiðini hjá Stapanum var hýsa, men á Fiskamarknaðinum vistu tey ikki at siga, hvussu nógva hýsu skipið hevði. Eini 9.000 pund av veiðini hjá Stapanum var toskur, sum fór fyri 16,41 krónur í miðal fyri kilo. Restin av veiðini var eitt nú longa, brosma, havtaska og kalvi. Stapin kom inn fyri jól. Fiskivarði Fiskivarði hevði eini 30.000 pund hendan sein- asta túrin fyri jól. Megin- parturin av veiðini var hýsa, sum skipið seldi bein- leiðis til virkið, Valhalla á Toftum. Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey ikki at siga, hvussu nógv Fiskivarði fekk fyri hýsuna. Fiskivarði kom eisini inn fyri jól. Stapin og Fiskivarði á Toftum Helst fara nakrir dagar at ganga, áðrenn verulig gongd kemur á aftur landingarnar og soleiðis eisini fiskaframleiðsluna á landi Mynd: Vilmund Jacobsen