Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Terji Nielsen Nógv uppskot komu inn til, hvør skuldi kjósast sum ársins føroyingur. Men eitt navn bleiv við at ganga aftur í mongu upp­skotunum, og tað var Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsu­ frøði­ligu Starvsstovuni. Debes H. Christiansen gjørdist heimskendur í Føroyum, tá ið hann fann fram til, at man kundi brúka somu skip­ an, ið man brúkti til at kanna virus í alivinnuni, til at kanna fólk fyri koro­na við nøkrum fá­ um tillagingum. Hetta hevði við sær, at vit í Føroyum skjótt fin­ gu sett eina skipan í gongd, har tað bar til at kanna eina rúgvu av føroyingum hvønn ein­ asta dag fyri korona og hava svar tókt longu dag­in eftir. Var óvanliga framsíggin Í grundgevingunum, sum les­ar­ar hava skrivað fyri at kjósa Debes H. Chris­t­ian­sen til ársins før­oy­ing, stendur mill­ um ann­að: – Debes Cristiansen má vera ársins før­oy­ ingur fyri at hava fyri­ reikað okk­um sum tjóð upp á tað óhugsandi. At standa klárur við royndar­út­gerð, um ein pandemi skuldi brostið á, er sera djarvt og gløgt.  Ikki bara tað, at útgerðin stóð klár, tá heimurin legðist lam­ in í mars, men eg rokni við, at hetta hevur bjargað lívum. Eingin føroyingur er deyður av korona. Eg ivist stórliga í, um vit kundu sagt tað, um Debes ikki var fram­ síggin. Tí haldi eg, at Debes Christiansen skal vera ársins føroyingur. – Debes  er so at siga einsa­mallur høvuðs­or­ søk­in  til at støð­an við­ víkj­andi koro­nu  hevur verið so góð sum hev­ ur  verið í Før­oy­um. Við sín­ari  fakligu vitan og fram­skygni fór hann longu í januar at gera klárt at kanna fólk fyri koronu, og utt­an hesar  kanningar høv­ du  Føroyar  heilt víst ikki verið komnar so væl gjøgn­u­m fyrsta árið við koronu­smittuni. – Við síni barlast av al­tjóða viðurkendari grans­k­ing um virus­ sjúk­ur í alivinnuni, átók hann sær djarvur ábyrgd uttan­fyri sítt virkis­øki, og bjóð­aði sína arbeiðs­ orku og vitan fram tá á stóð. Sostatt kundu før­oyingar beinanvegin verða kannaðir í Før­oy­ um í stórum tali, með­ an hetta ikki bar til í sama mun í londunum kring okkum. Hetta var sjálvt grundarlagið undir korona strategiini í Føroyum, og heilt av­ gerandi fyri at tamar­ hald fekst á smittu­ ni.  Hetta varð framt við eini ótrúligari a­r­ beiðs­orku frá Debes, ið ar­beiddi dag og nátt, meðan hann kveikti neyðuga arbeiðsorku hjá starvsfeløgum við sín­um fyridømi. Uppskot til ársisn føroying 2020 er: Debes Christiansen.  Debes Christian­sen hevur um nakar æruna av, at Før­ oyar vóru so væl fyri­ reik­aðar, tá corona rakti okkum. Hann setti sær fyri, tá tað frættist um korona í útlondunum, at kanna um ikki kann­ ingar hann hevði brúkt til laks, kundi brúk­ ast eisini til fólk. Hetta er framskygni sum vil nakað.  Hetta er næstrar­kærleiki sum vil nakað. Hetta er um­hugs­ ni sum vil nakað. Í dag, nærum eitt ár eftir at Debes Christiansen fór í gongd, er eingin inn­ lagdur og tíbetur eingin deyður her í Føroyum av ella við Korona. Hetta eru brot úr bert nøkrum fáum av teimum mongu til­nevn­ ingunum og til­hoyrandi við­merk­ing­un­um, sum vit hava fingið um Debes H. Christian­sen, sum av lesar­un­um hjá Sosiali­ num er kosin Ársins Før­ oy­ingur 2020. sent sikkurt, at vit fara at fáa ein meiri vanligan gerandisdag aftur. Tá ið vit nærkast summarinum aftur, vænti eg at tað líkist sær sjálvum aftur, hóast vit tó ivaleyst framvegis fara at vera eitt sindur meiri ansin, enn vit vóru undan korona, sigur hann. Føroyingar fara at koppseta seg Onkur hevur ført fram, at tað er ivasamt, hvussu nógv fara at koppseta seg, men hesum stúrir Debes H. Christiansen ikki fyri. – Fáa vit hesar 50- 100.000 dosirnar inn­an fyri teir næstu mán­að­ir­ nar, sum man tosar um, so kunnu vit øll blíva kopp­sett, og hóast tað altíð fer at vera so, at ikki øll lata seg koppseta, so vænti eg, at teir allar­ flestu føroyingar fara at blíva koppsettir. Vit eru so autoritetstrúgv í Føroyum, og tí vænti eg, at vit næstan øll lata okk­ um koppseta, sigur hann. Hann vísir eisini á, at okkurt flogfelag úti í heimi hevur boðað frá, at tey fara bert at taka ferðafólk við, sum eru kopp­sett, og slíkt kann vera við til at skumpa undir, at fólk lata seg kopp­seta. Men eitt er, nær vit kunnu vænta okkum ein van­ligan gerandisdag aftur. Nær kann Debes H. Christiansen vænta sær ein vanligan arbeiðsdag aftur, tí í ár hevur hann neyvan havt nakran van­ ligan arbeiðsdag? – Nei, árið í ár hevur á ongan hátt verið vanligt í mun til arbeiði. Eg vænti, at tørvurin at kanna fólk fer at minka fyrstu mán­ að­ir­nar í nýggja árinum, so hvørt sum kop­p­ setingin vinnur fram, og so einaferð í vár fái eg væntandi ein normalan arbeiðs­dag aftur, sigur ársins føroyingur, sum ætlar sær at halda nýggj­ ár saman við teimum allarnærmastu, so at tey ikki vera meiri enn eini 10 til 12 fólk savnaði. Debes H. Christiansen er ársins føroyingur! Tað vóru sera mong, sum peikaðu á Debes H. Christiansen sum ársins føroying, tá ið Sosialurin heitti á lesarar sínar um koma við uppskotum. Framskygdi granskarin á Heilsufrøðiligi Starsstovuni gekk á odda, tá ið vit sum land fyrireikaðu okkum til koronafarsóttina, og hann er tí kosin ársins føroyingur Hóast tað altíð fer at vera so, at ikki øll lata seg koppseta, so vænti eg, at teir allarflestu føroyingar fara at blíva koppsettir.