Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 TÍÐINDI – Sum eg havi sagt fyrr, so var tað nokk so sjálvsagt at fara at gera tað, sum vit gjørdu tá í vár. Vit gjørdu tað sama, tá ið svínakrímið var. Tá boðaði eg myndug­leik­un­um frá, at vit høvdu hentleikar til at gera kanningar av fólki, so hetta í vár var faktisk eitt slag av copy-paste. Tað skal tó sigast, at í sam­ bandi við svína­krímið test­aðu vit eini 3-400 fólk tilsamans, og tað var talið, sum vit testaðu um dag­in fyri korona í mars, so tað er munur á, sigur hann. Hann greiður frá, at hann roknaði við, at koro­ na fór at koma til Føroya, tá ið tey á Heilsu­frøðiligu Starvs­stovuni fóru at gera klárt til at kanna fólk. – Tá eg fann út av, at arva­massin á virusinum var almennur, gjørdi eg fyrstu tingini klár. Tá ið virusið kom til Europa, setti eg meg í samband við Landssjúkrahúsið og spurdi, um vit ikki skuldu gera skipanina klára, tí eg væntaði, at tað fór at koma til Føroya. Men eg hevði ikki væntað, at tað fór at blíva so umfatandi, sigur Debes H. Christiansen. Granskingin er grundarlagið At Føroyar hava staðið seg so væl í stríðnum móti korona, eru tað fleiri orsøkir til sambært Debes H. Christiansen. – Eitt er, hvussu myndugleikar og fólk hava staðið saman í stríð­num. Men tað er sjálv­andi eisini tað, at vit sum eitt lítið avbyrgt oyggjasamfelag vóru klár við tólum og mannagongdum, tá ið smittan kom hendan­ vegin. Vit vóru í veru­ leika­num klár, langt áðrenn smittan rakti okk­ um. At tað bar til at vera so klár, kunnu vit takka granskingini fyri. Gransk­ ingin hjá okkum hevur verið grundarlagið fyri, at vit hava sett hesa her metoduna upp so skjótt og effektivt, sigur Debes H. Christiansen. Hann sigur, at før­ oy­ingar eru ógvuliga framma­laga, tá ið tað kem­ur til, hvussu nógv fólk vit testa, og hvussu skjótt hesi fáa svar. – Í miðal eru vit langt innan fyri 24 tímar, tá ið vit tosa um svartíð. Eg vildi mett, at tað ganga í miðal 12 tímar, til fólk fáa svar her í Føroyum, so skipanin er effektiv, sigur hann. At hava skjóta svartíð hevur sera stóran týdn­ ing, tí skjótari fær man av­byrgt tey, sum eru smitt­að, og skjótari kann man spora seg fram til tey, sum skulu í sóttarhald og harvið bróta smittuketurnar. Hava lært nógv av korona Nú gott og væl níggju mán­aðir eru farnir, síðani korona á fyrsta sinni rakti okkum her í Før­ oy­um, heldur Debes H. Christiansen, at tey hava lært nógv av hesi tíð. – Vit brúka enn somu mannagongdir, sum vit gjørdu í byrjanini, men vit eru blivin nógv meiri effektiv. Men sum rannsóknarstova her á Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni hava vit eisini gjørt okkum klár, um ein nýggj smitta kemur, og Landssjúkrahúsið sjálvt er eisini farið í eina til­ gongd til tað sama, sigur hann. Somuleiðis hevur man fingið nakrar royndir við, hvussu man til dømis skip­ar tað, tá ið fólk skulu koyrast í sóttarhald. – Og so eru vit eisini í gongd við at gera eina tilbúgving innan hetta øki, og tað er nakað, sum helst hevur manglað. Inn­an fyri tað veterinera økið í Føroyum hava vit eina tilbúgving í sam­ bandi við, um smitta rak­ ar okkum, og vit skipa eisini fyri venjingum inn­ an øki, sigur hann. Í summar verður tað gerandisdagur aftur Nú fara vit inn í eitt nýtt ár, og 2020 fer altíð at standa sum árið, tá ið heim­urin bleiv raktur av korona­farsóttini. Men hvat væntar Debes H. Christian­sen av nýggja árinum? Verður tað gerandis­dagur aftur? – Eg rokni við, at nú í byrjanini av árinum fara vit undir at koppseta heilsu­starvsfólk og fólk, sum eru í ymsum vanda­bólkum. Tað fer at gera tað nógv tryggari at koma á eitt nú eitt ellisheim, og tað veit eg, at nógv starvsfólk á slík­ um heimum annars hava verið bangin um, sigur hann. Hann er tó ikki í iva um, at vit fara at fáa ein meiri vanligan gerandis­ dag aftur. – Tað er heilt 100 pro­ Tað er heilt 100 prosent sikkurt, at vit fara at fáa ein meiri vanligan gerandisdag