Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Terji Nielsen 54 ára gamli havnar­mað­ urin Debes H. Christian­ sen, sum til dag­liga starv­ ast sum deild­ar­leiðari á Heilsu­frøði­ligu Starvs­ stovuni, er kosin ársins føroyingur 2020. Tað er hann fyrst og fremst, tí hann var fram­síggin, áðrenn korona rakti okkum, og skip­aði soleiðis fyri, at ein test­skipan, sum man van­liga brúkti til at kanna fyri virus í alivinnuni, bleiv tillagað, soleiðis at skip­a­n­in kundi brúkast til korona­kann­ ing­ar. Hetta hevði við sær, at tá ið korona rakti land­ ið, høvdu vit eina kann­ ingar­skipan klára, sum bæði skjótt og greitt vísti, um fólk vóru smittað ella ikki. Føroyingar eiga rós uppiborið Spurdur, hvussu tað kennist at vera kosin ársins føroyingur í 2020, sigur Debes H. Christian­ sen, at tað er sjálvandi ein heiður at fáa. – Men eg má eisini við­ ganga, at tað er somleiðis ein eitt sindur løgin kensla, sigur hann. Debes H. Christiansen sigur, at tað eru nøkur, sum hava sagt honum, at tey ætlaðu at skjóta hann til ársins føroying. – Tað eru fólk, sum eg ikki kenni so væl, og eg hugs­aði ikki meira um tað, sigur hann. Hann hevur fyrr í ár eisini eisini fingið miðlaheiðurslønina hjá Granskingarráðnum fyri sítt arbeiði í sambandi við kanning fyri korona, og tað var sjálvsagt eisini ein heiður fyri hann. – Men nú eg fekk miðla­heiðurs­lønina og so hetta eisini, so eri eg eisi­ ni noydd­ur at nevna, at um lands­læknin og epi­ demi­kommisiónin ikki høvdu tikið tær avgerðir, sum tey tóku, so hevði støðan verið ein heilt onnur. Tey hava hildið fast í at gera nógv burtur úr at smittu­spora og isolera fólk, og tað hevur verið av­gerandi. Tey eiga ein øgi­liga stóran heiður av, at tað hevur gingið so væl við korona í Før­ oy­um, sigur Debes H. Christiansen. Somuleiðis heldur hann, at fólkið í Føroyum eisi­ni eigur stóran lut í góðu gongdini. – Føroyska fólkið eigur rós uppiborið. Føroyingar hava sæð effektina av teimum átøkum, sum vit hava gjørt, og hvus­ su skilagott vit hava handl­að her í Føroyum, og tað eru øgiliga fá, sum ikki hava tikið tað í ál­ vara. Tí eru hagtølini so góð í Føroyum. Um vit til dømis skuldu sam­an­ borið okkum við danir í mun til, hvussu nógv eru deyð í mun til tal av smitt­aðum, so skuldu yvir 10 føroyingar verið deyð­ir av korona, sigur Ársins Føroyingur. Var nattúrligt at gera klárt Men hvat var tað, sum fekk Debes H. Christian­ sen til at gera eina skipan klára, sum kundi kann før­oyingar fyri korona so mik­ið skjótt. DEBES H. CHRISTIANSEN, ÁRSINS FØROYINGUR: Tað er ein ikki sørt eyðmjúkur Debes H. Christiansen, sum er kosin ársins føroyingur fyri at hava fyrireikað Føroyar so væl til koronakanningar. Sjálvur heldur hann, at orsøkin til góðu úrslitini við korona í Føroyum er, at allir partar í samfelagnum hava tikið ábyrgd Føroyska fólkið eigur rós uppi­borið. Før­oy­ingar hava sæð effektina av teim­um átøkum, sum vit hava gjørt, og hvussu skila­gott vit hava handlað her í Før­oy­um, og tað eru øgiliga fá, sum ikki hava tikið tað í álvara. Tí eru hagtølini so góð í Føroyum. EIN EIN LØGIN LØGIN KENSLA KENSLA