týsdagur 29. desember 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91
TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Býarverkfrøðingur
Ert tú nýggi býarverkfrøðingurin hjá Tórshavnar Kommunu?
Starvið sum býarverkfrøðingur er eitt fjølbroytt og spennandi starv. Tú skalt samstarva við nógvar innan-
og uttanhýsis samstarvspartar og tú fært góðar møguleikar fyri at menna teg fakliga. Sum býarverkfrøðingur
verður tú leiðari fyri Teknisku deild, sum umsitir alla myndugleikaviðgerð í sambandi við vegir og ferðslu.
Deildin hevur ábyrgd av infrakervinum hjá kommununi, herundir at gera ætlanir og støðulýsingar, umframt
at standa fyri ymiskum verkætlanum.
Tekniska deild er í eini skiftistíð. Vit ynskja, at tú sum leiðari á deildini skal vera við til at menna deildina,
meira sum eina planleggingardeild, ið hyggur frameftir kommununi at frama. Tú skalt vera aktivur partur
av, at menna býin/kommununa saman við Býararkitektinum.
Tú fært sum býarverkfrøðingur ábyrgdina av at røkka teimum málum, sum kommunan hevur sett sær
innan økið.
Býarverkfrøðingurin er partur av leiðslutoyminum á Teknisku Fyrisiting.
Víst verður til heimasíðuna hjá kommununi, www.torshavn.fo, har neyv starvslýsing er.
torshavn.fo
Att.: Boga Jakobsen, Postboks 32, FO-110 Tórshavn
ella á teldupostadressu: torshavn@torshavn.fo
Viðmerk á umsóknina: »Býarverkfrøðingur«
Umsóknarfreistin er 14. januar 2021
TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Tekniska deild