týsdagur 29. desember 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91
Sosialurin
6
Eitt partafelag,
sum skal reka
eitt bryggjarí á
Hálsi í Havn, er
sett á stovn. Eini
60 fólk standa
fyri verkætlanini
Bryggjaríið verður á Hálsi
í Havn, har gamli Timbur
handilin var. Talan verður
um nýggja útgerð.
– Tað verður eitt lítið
bryggjarí,
sum
kann
bryggja alskyns øl: Pilsnar,
Klassik, IPA, PA, Sour vm.
Stóru nøgdirnar verða tó
pilsnarøl.
– Tað verður einki øl
snobbarí, men øl við góðari
góðsku, og møguliga eisini
cider, siga fyrireikararnir.
Ætlanin er at byrja at
bryggja á sumri í 2021. Tá
ið nýggja bryggjaríið byrj
ar sín rakstur verður Petur
Øl stjóri, og eini 6-8 onnur
fólk verða sett í starv.
Í bryggjarínum verður
ein handil, har til ber at
keypa sær ein sekspakka
ella eskju við øli ella cider.
Eisini verður ein barr á
staðnum, har man kann
smakka vøruna, áðrenn
man keypir.
Enn hevur bryggjaríið
einki navn, men í næstum
verður ein navnakapping,
har
vinnarin
fær
ein
vinning, eftir at bryggjarí
ið er latið upp.
Eigararnir í felagnum
gleða seg sera nógv at
bjóða føroyingum nýggjar
og spennandi øl. Eisini er
ætlanin at senda nakrar øl
av landinum. Hetta verður
kanska tann mest spenn
andi parturin av verkætl
anini, siga eigararnir.
HAVNAR TIMBURHANDIL HÝSIR
NÝGGJUM BRYGGJARÍI Í HAVN
Skulu vit gera
okkum nakrar
sum helst vónir
um at byggja
samferðslukervið
út, soleiðis, sum
vit ætlað, verður
tað eitt ófrávíki
ligt krav, at brúk
aragjøld verður
ein partur av
fíggingini
Áki Bertholdsen
Tað staðfesti Christian
Andreasen,
tingmaður
fyri Fólkaflokkin hendan
dagin í Løgtinginum, tá ið
Løgtingslimir høvdu eina
afturvendandi umrøðu av,
hvussu okkara samferðsl
ukervið skal byggjast út.
Nakrir tinglimir vilja
hava, at bummgjøldini
í
undirsjóvartunlinum
skulu strikast, tí alt sam
ferðslukervið skal fíggjast
á fíggjarlógini. Men tað er
greitt, at tað er stór ósemja
í samgonguni um, hvussu
farast skal fram.
Christian
Andreasen
minnir á, at útbyggingar
fyri milliardir standa fyri
framman og at tað er heilt
ómøguligt at fíggja tað
á fíggjarlógini. Tí sigur
hann, at tað verður eitt
ófrávíkiligt krav, at brúk
aragjøld verður ein partur
av fíggingini.
– Eg sigi ikki, at bumm
gjøldini skulu hækkast,
men tað ber ikki til at
strika tey, gjørdi hann
greitt.
Hann heldur, at vit eiga
at kanna møguleikan fyri
at leggja øll tunlafeløgini
saman í eitt felag, sum so
skal átaka sær ein part av
fíggingini.
– Vit mugu øll vera við
til at rinda og tí mugu vit
hava eina skipan, sum er
samhaldsfastari enn vit
hava í dag, og tað ber ikki
til at avtaka bummgjøldini
í einum parti av landinum,
heldur løgtingsmaðurin.
Tí eiga vit at fáa eina
samhaldsfasta
innkrev
ingarskipan, so at inn
tøkurnar
kunnu
verða
brúktar til at fíggja út
byggingarnar við. Hann
vísir á, at bummgjøldini
skulu brúkast við tað
neyðuga
viðlíkahaldið,
men tað, sum loypir av,
eigur at verða brúkt til at
fíggja Suðuroyartunnilin.
Floksfelagi
hansara,
Brandur Sandoy tekur
fult undir við hesum men
hann heldur eisini, at inn
tøkurnar av vegskatti og
avgjaldið av brennievni,
eigur eisini at fara í hesa
puljuna.
Hann heldur ikki, at
tað er samhaldsfast, at
tey, sum koyra lítið, skulu
rinda líka nógv, sum tey, ið
koyra nógv.
Erhard
Joensen
úr
Sambandsflokkinum end
urtekur tað, hann hev
ur sagt áður, um at tað
verður neyðugt at fáa
eina politiska semju um
rættiliga nógv viðurskifti,
serliga tí, at Suðuroyar
tunnilin verður størsta
verkætlan í Føroya søgu.
Tað er ein útbygging, sum
fer at strekkja seg yvir
fleiri samgongur, og tí er
tað heilt avgerandi, at vit
fáa eina haldføra, politiska
semju um hana.
Ógjørligt at strika bummgjøldini
Her í gomlu høllini hjá Havnar Timburhandli verður nýggja
bryggjaríið, sum efitr ætlan fer undir framleiðslu longu í
summar
Skitsan vísir, hvussu fyrireikararnir ætla, at framleiðsluhøllin skal síggja út. Í høllini
verður ein sølubúð og ein barr, har til ber at smakka vøruna, áðrenn hon verður keypt
Christian Andreasen heldur
ikki, at tunnilsgjøldini kunni
ikki avtakast