týsdagur 29. desember 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91
Sosialurin
16
Carla Sands
amerikonsk sendikvinna í Danmark
Føroyar høvdu eitt serstakt pláss
í mínum hjarta langt áðrenn eg
tók við sum amerikonsk sendi
kvinna í danska kongaríkinum.
Í mínum ungu døgum í Penn
sylvania plagdi eg at vera barn
agenta hjá einari smágentu, sum
eg havi havt samband við líka
síðan tá. Hon giftist seinni við
einum føroyskum manni. Tey
bæði og teirra fýra døtur búgva
nú í Tórshavn. Tá eg seinast
vitjaði í Føroyum í november,
fekk eg aftur møguleikan at
hitta hana saman við hennara
fittu familju og minnast aftur á
góðar, gamlar dagar.
Eg havi altíð fegnast um gest
ablídnið hjá føroyska fólkinum
og ikki minst um tann kærleika
og ta virðing tit hava fyri goml
um siðum og vøkru nátturuni.
Amerikonsk og føroysk mentan
hava í roynd og veru nógv til fel
ags. Átrúnaður og sjálvbjargni
hava alstóran týdning fyri báðar
tjóðirnar. Eitt annað, vit hava til
felags, er okkara stóri áhugi í at
verja okkara umhvørvi - í USA
við at varðveita okkara tjóð
arparkir og í Føroyum við eini
burðardyggari ferðavinnu, sum
skal verja tann framúrskarandi
náttúruvakurleikan á oyggju
num og í sjónum rundanum.
Hesi trý árini, eg havi starvast
sum sendikvinna, havi eg verið
fimm ferðir í Føroyum, har eg
havi fingið sjón fyri søgn um
okkara nógvu felags áhugamál.
Eg og mínir starvsfelagar á am
bassaduni fingu skjótt eyga
á fleiri góðar møguleikar og
grundir til at styrkja samstarvið
millum USA og Føroyar.
Eg eri errin av at hava umboð
að amerikanska fólkið í tilgongd
ini at styrkja hesi bondini. Í juli
2020 var eg sum tað fyrsta am
erikanska sendifólkið og vitjaði
í Klaksvík. Ein av nógvu góðu
upplivingunum frá tí túrinum
var at koyra ígjøgnum Norðoy
atunnilin og uppliva ta ótrúliga
vøkru ljósinstallatiónina hjá
heimskenda
listamanninum,
Tróndi Paturssyni. Eg var eisini
boðin umborð á ein pelagiskan
trolara, har eg veruliga fekk inn
lit í, hvussu stóran týdning fiski
vinnan hevur fyri Føroyar. Hetta
fekk meg samstundis at hugsa
um teir stóru møguleikarnar
fyri øktum handils- og íløgusam
starvi við USA.
Eitt tað besta dømið um hesar
møguleikarnar er Bakkafrost,
sum selur 17% av sínum samlaða
laksaútflutningi til amerikanska
marknaðin. Í ár gjørdi hendan
fyritøkan eisini íløgur í eina am
erikanska fyritøku, sum gevur
arbeiði til meira enn 40 fólk í
Clifton, New Jersey. Føroyski
laksurin, ið verður borðreiddur
á amerikonskum matstovum,
verður av nógvum mettur at
vera á allarhægsta støði fyri
aldan laks. Vónandi fara vit at
síggja enn meira handil land
anna millum, so at føroyingar
eisini sleppa at njóta nakrar av
frálíku amerikonsku vørunum.
Vøkstur er eisini í talinum av
privatum og almennum parta
løgum millum londini bæði. Í
2020 skrivaði føroyska fyritøkan
Ocean Rainforest sáttmála við
amerikonsku stjórnarskrivstov
una Advanced Research Projects
Agency - Energy. Saman fara
partarnir at skapa dygdargóðar
og kostnaðarvirknar hættir at
gagnnýta havbiomassa.
Samstarvið millum USA og
Føroyar um at verja arktiska
økið er eisini økt munandi tey
seinastu árini. Í 2019 vitjaði eitt
amerikanskt herskip í Føroyum
fyri fyrstu ferð í 30 ár, og vit
gleða okkum til fleiri líknandi
skipsvitjanir í komandi tíð.
Slíkar vitjanir eru ein týðandi
partur av hernaðardiplomatisku
viðurskiftinunum millum USA
og tess sameindu. Og vit fegnast
um vaksandi viðurkenningina í
Føroyum av stóra týdninginum
av at tryggja avgerandi infra
struktur.
Eg eri vís í, at sambandið mill
um USA og Føroyar fer at styrkj
ast enn meira í framtíðini. Part
alagsyvirlýsingin, sum báðar
stjórnirnar undirskrivaðu í nov
ember, fer at styrkja samstarvið
tjóðanna millum innan fleiri av
okkara felagsáhugamálum - úr
fyrisiting av sjótilfeingi og um
hvørvisvernd til mentanarligt
samstarv og burðardygga bú
skaparmenning,
íverksetan,
nýhugsan, ferðavinnu og hand
ilsvirksemi. Hendan partalags
yvirlýsing, sum báðir partar
hava bíðað eftir leingi, fer at
slóða fyri ítøkiligum vøkstri í
okkara handilssamstarvi, sam
stundis sum hon fer at styrkja
bondini millum amerikanska og
føroyska fólkið.
Eitt ógloymandi minni, nú eg
fyrireiki meg at fara heimaftur
úr danska kongaríkinum, er
summarið 2019, tá eg slapp at
síggja og hoyra føroyskan dans
uttan fyri Tinganes á ólavsøku.
Hetta vakra upplivilsið minti
meg á sterka sambandið millum
Føroyar og USA, har persónlig
bond í túsundatali eru knýtt
millum føroyingar or amer
ikanarar
gjøgnum
ferðing,
útbúgving og arbeiði í báðum
londunum.
Eg eri vís í, at eg fari at varð
veita mítt persónliga samband
við Føroyar langt eftir, at mín
tíð sum sendikvinna er komin
at enda.
Carla Sands, amerikonsk
sendikvinna í Danmark
Bondini millum Føroyar og
USA eru sterkari enn nakrantíð
• 13. oktober 1960: Fødd við
navninum Carla Herd.
• 1987: Byrjar sum sjónleikari.
Spælir eitt nú við fleiri pørtum av
sjónvarpssendirøðini »Glamour«.
• 1990-99: Praktiserandi
kiropraktor
• 1998: Giftist við Fred Sands,
ein víðagitin ognarmeklari. Saman
fáa tey dóttrina Alexandru.
• 2015: Verður eftir at maðurin
er deyður stjóri í fleiri feløgum
hansara.
• 2016: Stuðlaði Donald Trump í
valstríðnum til forsetavalið.
• 15. desember 2017:
Amerikonsk sendikvinna í
Danmark.
keldur: Allgov, Wikipedia, LA Times
Carla Sands hevur verið amerikonsk sendikvinna í Danmark síðani Donald Trump, forseti, tilnevndi hana í 2017.
Nú riggar hon av, tí eftir forsetaskiftið í USA verður nýtt sendifólk tilnevnt