Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 TÍÐINDI HESAR ERU VÓNIRNAR GUNNVØR JOENSEN, NÓLSOY: Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár? - Vit halda nýggjár í Nóls­ oy. Ætlanin er at hava kynd­ la­gongu og bál. Bygd­ar­fólkið hevur savnað pening sam­an til felags inn­ keyp av fýr­ verki, sum so verður skotið á Klivum, með­an fólk standa heimi á kaiuni. Nú mugu vit síggja, um korona fer at loyva tí. Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020? - Tað er ringt at siga, tí sjúka og korona hava gjørt 2020 til eitt keðiligt ár. Men, tað er altíð gleðiligt, tá tað gongur børnum og ommubørnum væl - og eitt ljóspunkt var, at yngsti sonurin fekk ein flottan heiðursprís frá Statens Kunstfond. Og hvat var tað keðiligasta í 2020? - Strævna lívið við koronu - og so tað at vera við Erlu Kongsdóttir hin ræðuliga túrin, tá rútarnir fóru inn ígjøgnum. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? - Eg havi vónir um at gerast frísk, at familjan hevur tað gott, og at vit sleppa snikkaleys av við koronu. Gevur tú eitt nýggjárslyfti? - Eg havi ongantíð havt nýggjárslyftir, tí um eg nú ikki megni at halda tey, eru tey einki verd. vilmund@sosialurin.fo HANS ÓLI VIBERG, TASIILAQ: Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár? - Vit halda nýggjár í einum summarhúsum í Hvidesande. Seinastu ferð, vit hildu jól og nýggjár í Danmark, var í 1995. Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020? - 2020 hevur verið merkt av nógvum broytingum í okkara familju, nú ynskti sonurin eisini er fluttur heimanífrá og er farin á eftirskúla í Danmark. Hetta summarið var eisini verið øðrvísi við, at vit hildu summarið í Grønlandi, har báturin - ein Finmaster 6100 - var okkara summarhús. Her høvdu vit nógvar serstakliga góðar upplivingar á sjónum. Og hvat var tað keðiligasta í 2020? - Koronu-farsóttin hevur gjørt okkum enn meira avbyrgd frá umverðini, enn vit vóru áður. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? - Eg vóni, at vit ríða henda stormin av okkum í øllum góðum, soleiðis at vit kunnu verða saman við familju og vinum aftur - uttan allar hesar avmarkingarnar. Gevur tú eitt nýggjárslyfti? - Eg havi ongantíð gingið høgt upp í at geva nýggjárslyfti, men eg royni at liva hvønn dag á ein skilagóðan hátt. vilmund@sosialurin.fo ÓLAVUR BJARKHAMAR, TVØROYRI: Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár? - Eg haldi nýggjár heima á Froðbiarvegi saman við mínum nærmastu. Vit eta og drekka okkurt gott, og vit fara at skjóta fýrverk og hugna okum saman. Tey seinnu árini hava vit í Froðba havt felags nýggjárshald tíðliga um kvøldið. Tað plagar at vera sera hugnaligt. Vit eru eisini við til felagsbálið og flotta fýrverkið, sum nýggjársnevndin á Tvøroyri skipar fyri í Trongisvági á midnátt. Síðan verður farið í Ítróttarhøllina at heilsa upp á fólk. Á Tvøroyri hava vit nakrar eldsálir, ið leggja nógva orku í nýggjárshaldið. Tøkk skulu tey hava fyri tað. Vit hava ongantíð verið við í gonguni niðan á Oyrnafjall nýggjársaftan, men kanska verður 2020 fyrsta árið, vit fara at luttaka í hesum fantastiska tiltaki, sum savnar býin saman við teimum, sum koma á vitjan á Tvøroyri nýggjársaftan. Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020? - 2020 hevur verið eitt løgið ár orsakað av korona. Á ein ella annan hátt hevur 2020 verið eitt ár, sum ein vinnuliga bara ynskir at leggja aftur um seg. Ein stuttlig og stór hending hjá mær var, tá sonurin, sum gongur á búskaparbreyt í Hovi, vann kappingina um Ungt virkið. Hetta tíðarskeiðið fylti nógv heima hjá okum, tí hann arbeiddi við hesum nátt sum dag, og tá so úrlitið kom, var tað ógvuliga stuttligt. Og hvat var tað keðiligasta í 2020? - Í eins lívi henda tíverri keðiligar upplivingar. Tú verður altíð keddur, tá onkur, sum stendur tær nær, fær onkrar avbjóðingar - ella, tá fólk, sum standa tær, fara hiðani. Eg havi havt onkrar slíkar hendingar í 2020, og eri eg ógvuliga keddur um tað. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? - Eg havi góðar vónir fyri 2021. Fyrst og fremst, at serfrøðin klárar at basa koronu-virusinum, so heimurin letur uppaftur, fólk kunnu byrja at flyta seg aftur, og gongd kemur aftur á handilin. Um gongd kemur á aftur, fer tað heila nokk at laga seg. Eg havi eisini vónir um, at vit, eftir at hjólini eru komin í gongd aftur, fara at hugsa øðrvísi, kanska meira langsiktað og harvið fara at menna okkum enn meira. Gevur tú eitt nýggjárslyfti? - Mítt nýggjársynski er, at eg fari at ansa betur eftir heilsuni í 2021. vilmund@sosialurin.fo Havi vónir um at gerast frísk í 2021 Tá báturin var okkara summarhús - Eg havi góðar vónir fyri 2021