týsdagur 29. desember 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
SOLEIÐIS ROYNDIST OG
Hvussu eydnaðist 2020, og hvørjar
eru vónirnar fyri 2021? Hvussu
mong geva eitt nýggjárslyfti við
ársenda - og halda tey lyfti, sum
verða givin gamlaárskvøld?
Ein djóralækni á
vakt nýggjásaftan
INGIBJØRG JOANA
ÁRANTSDÓTTIR,
NÓLSOY:
Hvar og hvussu heldur
tú nýggjár í ár?
- Í ár verið eg til arbeiðis í Havn
nýggjársaftan. Eg eri djóralækni
og arbeiði á Djóralæknatænastuni.
Tað er altíð ein djóralækni á vakt til
tey, ið hava tørv á bráðfeingishjálp,
og í ár fari eg at standa klár at veita
hesa tænastu.
Hvør var størsta hendingin -
upplivingin - hjá tær í 2020?
- Størsta hendingin hjá mær í
2020 er helst, at eg havi keypt
mær eitt grundstykki í Nólsoy og
soleiðis havi tikið stig til saman
við sjeikinum at byggja okkum
eini nýggj hús.
Og hvat var tað
keðiligasta í 2020?
- Tað keðiligasta ella tyngsta,
sum hendi í 2020, var at missa ein
kæran í familjuni.
Hvørjar vónir hevur
tú fyri 2021?
- Eg vóni, at samfelagið verður
meira opið í 2021. At korona ikki
kemur at avgera, um
vit kunnu vitja okkara
nærmastu á ellisheimum
og sjúkrahúsum. At vit
kunnu
verða
saman
í gaman og álvara -
uttan at stúra fyri at
verða smittað ella at
smitta onnur. At vit
aftur kunnu ferðast um
landamørk sum áður.
Og so vóni eg eisini,
at ferðasambandið til
Nólsoyar verður betri í
2021, tí í 2020 hevur tað
verið út av lagi vánaligt.
Gevur tú eitt
nýggjárslyfti?
- Í fjør var nýggjárslyftið
hjá mær at gevast við at
roykja, og hetta lyftið
havi eg higartil klárað
at hildið. Eg haldi, at í
ár fari eg bara at halda
á fram við at halda
tað lyftið. Og so røra
meg eitt sindur meira. Tað finst
einki betur enn ein góður langur
gongutúrur í føroysku náttúruni.
vilmund@sosialurin.fo
ANNIKA BRIMHEIM,
KEYPMANNAHAVN:
Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Vit halda nýggjár heima við hús í Keypmannahavn,
maðurin, sonurin og eg.
Hvør var størsta hendingin -
upplivingin - hjá tær í 2020?
- Sjáldsamasta hending í árinum var at súkkla
gjøgnum Keypmannahavn í mars uttan at síggja eitt
eyga. Hetta var næstan ævintýrakent.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Frástøðan og óttin fyri covid-19.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Eg vóni, at vit eftir 2020 eru betur bjálvað til okkara
tilveru. Havi gjøgnum alt 2020 verið takksom fyri, at
eg ikki eri flóttafólk í Morialeguni og seti eyka prís
upp á ta tilveru, eg havi.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Nei, tað geri eg ikki, og tað havi eg ongantíð gjørt.
Men, eg hugsi altíð um at finna gleði í tí dagliga.
vilmund@sosialurin.fo
Hugsi um gleðina í tí dagliga
Gevi
lyftinum
ein kjans
aftrat
ODD FÆRØ, HOYVÍK:
Hvar og hvussu
heldur tú nýggjár í ár?
- Eg rokni við, at vit halda
nýggjár heima í Hoyvík.
Kanska eisini nakrar
løtur saman við báðum
døtrunum og familjum
teirra, bæði her í Hoyvík
og á Argjum. Kanska
verður
hetta
fyrsta
nýggjárið úti á Argjum,
har
yngra
dóttirin
hevur tikið bústað. Eg
taki tað rímiliga róligt
um
nýggjarið,
njóti
sjónina av fýrverki og
hugni mær saman við
familjuni.
Hvør var størsta
hendingin -
upplivingin - hjá
tær í 2020?
- Størsta upplivingin í 2020 var, at yngra dóttirin fekk
prógv sum cand.scient.biochem, og so var tað eisini
spennandi at taka nýggja "slanguleysa" insulinpumpu
av slagnum “medtrum” í nýtslu. Og so sjálvandi, at
Liverpool FC gjørdist enskur meistari í fótbólti!
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Tað keðiligasta í 2020 var ivaleyst covid-19.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Eg havi góðar vónir um 2021. Gleði meg at uppliva
árið við øllum tí, sum tað fer at bera okkum.
Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?
- Eg hugsi, at eg hvørt ár í nøkur ár havi givið
nýggjárslyfti um at gera nakað við fysiska formin,
sum kundi verið betri, enn hann hevur verið í nøkur
ár. Tað lyftið er brotið líka so ofta, sum tað er givið,
men hvør veit - kanska vit geva tí ein kjans aftur hetta
ársskiftið.
vilmund@sosialurin.fo