týsdagur 29. desember 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020
18
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Kjak um Trump endaði
við knívstungu
Ein maður varð í Føroya rætti í gjár
varðhaldsfongslaður í 15 dagar
fyri at hava stungið vinmann sín í
beinið við knívi umframt at hava hótt
fyrrverandi unnustu sína við at gera
enda á henni og síðani sær sjálvum.
Blíð søga um deyða kann vinna
Tað er ikki lætt at tosa um deyða ella um tað at
missa onkran, sum vit eru góð við. Men viðhvørt
kunnu bókmentirnar seta orð og myndir á tað,
sum vit ikki duga at tosa um. Og tað er júst
tað, sum myndabók hjá Rakel Helmsdal ger.
Bókin er í uppskoti at vinna heiðursløn hjá
Útnorðurráðnum.
Januar:
Tvær ferðir
tvíbura
foreldur
Læknarnir trúðu ikki sínum egnu eygum,
tá ið teir kannaðu Barbaru, sum var
við barn. Hetta var nevniliga aðru ferð
í fýra ár, at hon skuldi hava tvíburar
og tað høvdu teir ikki sæð fyrr
Á pinkubarnadeildini á sjúkrahús
inum í Aalborg hoyrist nýføddur
barnagrátur. 30 ára gamla Barbara
Tausen hevur fyri stuttum átt tví
eggjaðu tvíburar sínar – ein lítlan
drong og eina lítla gentu.
Men Barbara hevur ligið har fyrr,
tí í 2015 átti hon tvíburagenturnar
Rúnu og Rósu. Hetta er tí annað
tvíburaparið hjá ungu familjuni,
sum 3. januar vaks frá fýra til seks.
Ikki ein støða, ið hon hevði
ímyndað sær, tá hon og sjeikurin, 29
ára gamli Gunnar í Dali, avgjørdu,
at tey fegin vildu hava eitt barn
aftrat. Tey hildu, at trý børn var
passandi, greiða tey frá.
– Vit valdu at bóka tíð til eina
privata skanning í viku níggju, og
eg var so ómetaliga nervøs. Læknin
spurdi, um vit høvdu roynt hetta
fyrr, og eg greiddi frá, at eg átti
tvíburar, og eg vildi bara vita, um
eg gekk við einum ella tveimum
hesuferð, sigur hon. Lækin vissaði
bæði Barbaru og Gunnar um, at
sannlíkindini fyri, at tey nú aftur
fingu tvíburar vóru so lítil, at tað
var hon vís í ikki var tilfeldið. Hon
segði Barbaru, at hon skuldi als ikki
vera nervøs, tí hon fór ikki at fáa
tvíburar aftur. Síðani fór læknin
at skanna búkin hjá Barbaru, sum
longu tá var farin at vaksa.
– Tá sóu vit við tað sama, at har
vóru tvey fostur á skerminum,
flenna tey bæði.
– Læknin varð so bilsin og segði,
at hetta var ótrúligt og fyrstu ferð
øll tey 15 árini, hon hevði arbeitt
sum lækni, at hon hevði upplivað
hetta, sigur Barbara Tausen.
Tvíburaparið varð borið í heim
við keisaraskurði í viku 36, tí lækn
arnir sóu, at diddan tyktist stressað,
og tí var best fyri hana at koma út.
Tá tey vórðu borin í heim 3. januar,
vigaði diddan 1900 gram og beiggin
2700 gram.
– Nú hugsi eg ikki so nógv um,
at tað eru tvíburar, eg havi gingið
við – tí eg havi í veruleikanum ikki
roynt annað enn at átt tvíburar. Tað
var meir tað at fara frá tveimum
børnum til fýra børn í einum, sum
virkaði nokkso ógvusligt í mínum
høvdi, sigur Barbara Tausen.
Unga parið av Tvøroyri hevur
búð í Aalborg síðstu seks árini, har
Gunnar hevur lisið til eletrikara
og el-innleggjara og Barbara hev
ur lisið námsfrøði. Men nú, eftir
at tey hava fingið tveir lítlar ný
føðingar, eru tey í ferð við at flyta
heim aftur til Føroya at búgva, har
tað eru fleiri hjálpandi hendur og
uggandi favnar at heita á komandi
tíðina, sum avgjørt fer at hava
avbjóðingar við sær. Tey hava
fingið eini hús á Tvøroyri, sum
tey kunnu leiga, og Barbara hevur
enntá eitt starv, ið bíðar henni, tá
barnsburðarfarloyvið er av. Hon
er útbúgvin námsfrøðingur, og fer
tá at arbeiða á sama stovni, sum
Pápabarsil
ikki
ómansligt
– Føroyskir pápar í barnsburðarfarloyvi
eru ein undirmettur partur av føroysku
samfelagsmyndini, og eg vóni, at vit
klára at grundfesta eina sunna mentan,
har hetta mynstrið broytist á natúrligan
hátt, so tað í framtíðini ikki verður
ónatúrligt hjá pápum at taka avgerð um
at vera heima hjá børnunum, sigur Rógvi
Laksafoss, sum hevur tikið langt farloyvi
við yngstu dótturini.
Eingin felags
brennistøð
Tað er nú greitt, at einki verður burtur úr
ætlanini hjá IRF og Tórshavnar Kommunu
um at byggja eina felags brennistøð. Í
býráðnum í Havn manglar ein atkvøða og
tað koppar verkætlanini.
Dýrari enn
væntað
Tað er staðfest, at tað fer at kosta minst
101,2 milliónir meir enn higartil játtað at
gera H-bygningin á Landssjúkrahúsinum
lidnan.
– Hetta er eitt so stórt og álvarsligt
mál, at hetta mugu vit lata liggja til
eftir nýggjár, segði Magnus Rasmussen,
formaður í fíggjarnevndini tá.
– Man má tora at hoppa út í tað
ókenda viðhvørt og taka við nýggjum
uppgávum og avbjóðingum, tí tað er
eisini tá, at man førkar seg sum
menniskja.
Turið F. Arge,
rakstrarstjóri í BankNordik
JAN
2020
– Tá eg var kokkur uttanlands, var
eg ikki greiður um, at vit høvdu so góðan
fisk. Men tá eg so hoyrdi útlendingar
byrja at siga tað og bleiv spurdur av
journalistum um fiskin, so byrjaði eg at
hugsa meira um, at hetta var nakað heilt
serligt.
Leif Sørensen, kokkur