týsdagur 29. desember 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 30. desember 2020
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Gera ordans hál í Prag
Føroyskir rógvarar gera eitt ordans hál til EM í
inniróðri í Prag. Ikki færri enn fýra føroyingar
vinna gull. Tað eru tey fýra Sarita K. Hansen,
Elsa Magnussen, Dánjal M. Hofgaard og
Brandur Kjølbro, sum øll vinna gull.
Harumframt vinna Elsa Magnussen, Sarita
K. Hansen og Dánjal M. Hofgaard eisini
silvur í øðrum kappingargreinum.
bæði tvíburapørini fara at ganga á.
– Eg skal tí møta til arbeiðis við fýra
børnum og fara heim við fýra børn
um hvønn dag, sigur hon ovfarin.
– Vit gleða okkum at flyta til Tvør
oyrar, har báðar ommurnar og báðir
abbarnir eisini búgva. Tey eru eisini
ómetaliga spent, til vit koma heim.
Eisini gleða vit okkum til at koma í
eini hús at búgva, eftir at hava búð
í íbúð í fleiri ár, sigur Gunnar í Dali.
Tey siga bæði við ein munn, at tað
til tíðir hevur verið hart at verið
burtur frá familju og staðið uttan
barnagentur seinastu árini, hóast
familjan hevur verið røsk at vitja tey.
Fyrsti sigur í HM-
undankapping
Føroyska manslandsliðið í hondbólti vinnur á fyrsta
sinni ein HM-undankappingardyst, tá ið man á útivølli í
Luksemborg vinnur 24-22 á vertunum úr Luksemborg.
Talan var um HM-undakapp
ingarbólk, sum bleiv spældur í
Luksemborg, har móstøðuliðini
umframt
vertslandið
vóru
Slovakia og Litava. Føroysku
menninir spældu fyrst móti
Litavia, og har bleiv talan um
greiðan ósigur, meðan tað í
næsta dystinum, sum var móti
Slovakia, gjørdist sera spenn
andi, men tíverri endaði tað við
einum 26-25 ósigri.
Tí vóru føroyingarnir sera
uppsettir til dystin móti Luksem
borg, og tað sást eisini aftur á
vøllin, har okkara menn løgdu
sera bragdliga fyri og eitt skifti
vóru á odda 9-3. Men heimaliðið
gav ikki skarvin yvir, og áðrenn
farið var til hálvleiks, var mun
urin minkaður niður í bara eitt
mál.
Í seinna hálvleiki gekk javnt
á, hóast Føroyar fyrstu løtuna
tóktust hava hug at renna und
an, so svaraði Luksemborg altíð
aftur.
Men móti dystarendanum
kom føroyski málverjin, Nich
olas
Satchwell,
av
álvara
í
gongd,
og
við
nøkrum
týðandi bjargingum átti hann
avgerandi lut í, at Føroyar at
enda vunnu dystin 22-20.
Sigurin hevði sera stóran
týdning fyri føroyska liðið,
sum hevði sett sær fyri at enda
HM-undankappingina væl og
vinna sín fyrsta HM-undan
kappingardyst nakrantíð.
Føroyskir áskoðarar skikka sær best
Annað árið á rað vinna Føroyar heiðurin
fyri at eiga bestu áskoðararnar undir
landsdystum, og í altjóða dystum, tá
føroysk lið hava tikið lut í undankapping
til Champions League og Europa League í
fótbólti
Til allar dystir í kappingum hjá UEFA, bæði
hjá landsliðum og feløgum, fáa áskoðararnir
stig fyri teirra atburð undir dystinum. Millum
annað verður hugt eftir, um áskoðararnir
stuðla liðnum í viðgongd og mótgongd,
og hvørja virðing áskoðararnir vísa
mótstøðuliðnum. Og her hava Føroyar staðið
seg best tvey ár á rað.
Virðislønin er ein peningaupphædd upp á
50.000 Evrur frá UEFA, sum skal brúkast til
eitthvørt Fair Play tiltak.
– Tað var ikki ein dreymur at gerast
rektari, og eg væntaði tað heldur ikki.
Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi
Ítróttur