Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2020 20 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Koks heilur býlingur Nýggj staðseting er funnin til KOKS, sum seinastu árini hevur verið frammi við Gjónna. Økið sum talan er um, er eitt økið millum sjóvarmálan og landsvegin til Syðradals norðan fyri Velbastað frá Fossdalsgjógv og einar 2-300 metrar norður frá gjónni. Økið er partur av Líðarhaga á Velbastað. Landsvegurin oman fyri økið liggur í umleið 115 metra hædd, og lendið hellur lutfalsliga javnt í ein landsynning frá landsvegnum oman móti sjóvarmálanum Februar: Aftur­farin 100 pund – Tá eg sá kiloini fara av mær, byrjaði tað at blíva stuttligt. Tá bleiv tað ein sportur og eg fór all-in, sigur 29 ára gamli Asger Karinarson, sum tey síðstu tvey og eitt hálvt árini er lætnaður 45 kilo Á vári 2018 var 29 ára gamli Asger Karinarson úr Hvalba í USA og ferð­ast saman við vinfólki. Asger, ið bert er 170 senti­metrar høgur vigaði tá 130 kilo. Tann ferðin varð sermerkt, tí tað var tá, at Asger fekk ein vát­an vøtt í andlitið, tá hann í góð­veðr­in­um í Kalifornia fór inn í ein klædna­handil at keypa sær eitt par av shorts. – Eg fór inn at keypa mær shorts, og eg fór út aftur úr handlinum við einum í stødd XXXL. Tá var eg um at gráta, sigur litfagri og karis­ matiski Asger Karianarson. Restina av feriuni kendi hann seg illa til passar og føldi seg tjykkri enn hini. – Av somu orsøk havi eg ongar myndir av mær sjálvum frá ferð­ini. Eg havi goymt meg handan mynda­ tólið og tikið myndir av hinum, sig­ ur hann vonbrotin. – 14 dagar seinni, tá eg var aftur í Føroyum stóð eg í venjingar­mið­ støð­ini Burn og var byrjaður at venja, sigur hann. Og í dag, tvey og eitt hálvt á seinni, sigur vektin 85 kilo, tá Asger traðkar á hana. Tað eru 45 kilo minni enn, tá hann byrj­ aði at venja. Tá Asger fyrstu ferð fór oman í venjingarmiðstøðina, visti hann als ikki, hvat hann skuldi gera – hvørki við rørslu ella kosti. – Teir fyrstu tveir mánaðarnar var eg á krossarinum í tveir tímar hvønn dag. Eg bardi meg ígjøgnum tað. Fyrsta mánaðin fóru 10 kilo av, sig­ur hann ágrýtin. – Tá eg sá kiloini fara av mær, byrj­aði tað at blíva stuttligt. Tá bleiv tað ein sportur, sigur hann. – Í fleiri ár havi eg brúkt góða hýr­in og mín stóra persónleika sum verju. Eg havi altíð tikið stig til okkurt stuttligt og gjørt okkurt vilt, so eg kundi verða dámdur av øðr­ um, hóast eg var stórur, sigur hann. – Eg havi eisini spælt nógv sjón­ leik sum yngri, so eg kundi verða ein annar enn hann, sum eg eri. So havi eg eisni havt nógv størv, har búnin hevur verið eitt status súmbol, sum vísir at eg eri nakað, leggur hann aftrat. Heldur ikki hevur hann viður­ kent, at vektin var ov høg og hvussu heilsustøðan veruliga var. – Eg havi følt meg eitt sindur tjúkkan, men eg havi dugað væl at latið meg í og at tikið myndir av mær sjálvum. Tað er eisini orsøkin til, at tað eru so mong, sum veruliga eru ovfarin av, at eg eri so nógv afturfarin Asger hevur alla tíðina tosað opið um tilgongdina, sum hann hev­ur verið ígjøgnum. Tá hann valdi at broyta vanar og setti sær fyri at lætna, segði hann tað vil øll, ið hann tosaði við. Týr í symfon­isk­ um høpi Øll atgongumerki til tær tríggjar konsertirnar við Týr og Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum í Havn vórðu seld eftir lítlari løtu. Onkur einstøk atgongumerki vórðu sett til sølu á sosialu miðlunum, men nógv leita eftir atgongumerkjum, so tú mást veruliga hava eygu og oyru opin, skalt tú finna tær eitt pláss í Norðurlandahúsinum til øðrvísi framførsluna. Í starv hjá írskari risafyritøku 31 ára gamli Carl Herup Olsen, sum seinastu árini hevur røkt álitisstarv í BankNordik, er nú farin til Dublin at starvast fyri CRH, sum er størsta írska fyritøkan. Ein headhuntari fann fram til Carl Herup Olsen og helt, at hann hevði røttu førleikarnar og royndirnar til at átaka sær eitt leyst starv í CRH. – Heimurin er globaliseraður, og headhuntarar leita víða eftir fólk. Tað er hugaligt at vita, at eisini fólk í størvum í Føroyum kunnu fáa bjóðað størv í útlandinum. Eg eri fegin um møguleikan, og nú fari eg at royna hetta eina tíð, og so fáa vit at síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða, sigur sigur Carl Herup Olsen. Donsk børn skulu hoyra føroyskar søgur Donsk børn skulu hoyra søgur og sagnir úr Føroyum, og tí hevur miðlafyritøkan Egmont útgivið eina nýggja podcast-røð við søgum úr Føroyum. Røðin hevur fingið heitið »Færøske Fabler« og er serliga ætlað børnum millum fimm og tólv ár. Røðin er løgd á nýggju podcasttænastuna Talk Town, sum Egmont í løtuni ger nógv burturúr. – Nógv børn í Danmark kenna ikki Føroyar, og tað vilja vit fegin broyta. Við hesari podcast-røð vóna vit at gera Føroyar til ein part av tilvitanini hjá donskum børnum og samstundis breiða út gamlar søgur, sigur Mette Hovmand- Stilling, sum er redaktørur á Talk Town. FEB 2020 – Vit royna at fara so lítið út sum gjørligt, tey sum fara út hava masku fyri andlitið. Sigmundur Ísfeld, føroyski sendimaðurin í Beijng – Vit hava verið ósamd um ymiskt, men vit hava funnið útav tí. Hjúnini Henny og Børge Egholm, um at hava verið gift í 70 ár Giftiringur afturíafturkomin eftir 40 ár Ein giftingarringur, sum varð burtur í 1979, er nú komin undan kavi aftur og hevur funnið eigaramannin eftir næstan 41 árum úti í føroysku náttúruni. Tað er Johan Groth Danielsen, sum átti - ella eigur - ringin, og sum nú hevur fingið hann aftur, eftir at hann hevur ligið í moldini á einum stykki við Sandagerð.