týsdagur 29. desember 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 30. desember 2020
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Elias til svensku meistararnar
Føroyski hondbóltsúrmælingurin, Elias Ellefsen á
Skipagøtu, skiftir úr H71 til svenska meistaraliðið
Savehof IF.
Fleiri útlendsk feløg hava sýnt evnaríka
hoyvíkinginum áhuga, men hann sigur sjálvur,
at tað var svenska felagið, sum sýnda størsta
áhugan.
H71 vinnur bæði
steypini
Steypafinalur í hondbólti eru
á skránni, og tær roynast sera
væl hjá hoyvíkingum, sum gera
bart og vinna bæði kvinnu- og
mansfinaluna.
Harumframt
vinnur ungdómurin í Hoyvík
eisini bróðurpartin av steypa
finalunum hjá yngru deildun
um.
Kvinnufinalan stendur mill
um H71 og VÍF, og her eydnað
ist tað ungu manningini úr
Hoyvík á fyrsta sinni at vinna
steypakappgingina hjá kvinn
um. Finalusigurin á teimum
meiri royndu vestmannakvinn
unum er tepur, tí bert eitt mál
er á muni, tí H71 vinnur dystin
24-23.
Menninir vinna
greiðan sigur
Hjá monnunum stendur dyst
urin millum H71 og Kyndil.
Hoyvíkingar eru meiri sigurs
vandir á manssíðuni, og teir
vóru eisini favorittar undan
hesi finaluni.
Talan var um ein til tíðir
javnan dyst, sum var merktur
av sera góðum verjuspæli frá
báðum liðunum.
Men hoyvíkingar høvdu tó
munin, og tá ið tað leið nakað
út í seinna hálvleik, fóru teir
at renna undan Kyndli. Sein
astu løtuna gjørdist munurin
í breidd á liðunum báðum
rættiliga sjónligur, og tá fór
spenningurin eisini úr dystin
um, sum H71 vann 23-19.
– Viðmerkingarnar og likes eru
viðvirkandi til, at eg haldi áfram. Eg
vil eisini fegin vera ein fyrimynd fyri
onnur, sigur hann ivaleysur.
Næstu tíðina fer Asger at hug
savna seg um at koma í betur form
og at halda úrslitini við líka. – Men
nú havi eg tapt meg so mikið nógv,
at eg vil hava ordiliga hjálp til at fáa
tað síðsta upp á pláss. Eg vil stramma
upp, og eg vil vísa øðrum, at við eini
hugburðsbroyting ber alt til, sigur
hann.
Ítróttur
– Í fleiri ár havi eg stríðst
eitt sindur við rótloysi, tí eg
hoyri heima bæði í Grønlandi
og Føroyum.
Elin Neshamar, sum hevur gjørt
grønlendsk-føroysk orðabók fyri
Sprotan
SÍ vann dramatiska finalu
Steypafinalur í flogbólti eru eisini á skránni. Í
bæði kvinnu- og mansfinaluni eru tað Mjølnir og
SÍ, sum dystast.
Kvinnufinalan gjørdist serstakliga spennandi,
og tað var neyðugt við javnbrótara, áðrenn ein
vinnari var funnin. Við russiska stórspælaranum
Juliia Kushinova á odda eydnaðist tað tó
sørvágskvinnum at gera bart í javnbrótaranum,
sum tær vunnu sannførandi 15-4 og harvið
tryggjaðu sær steypasigurin.
Beint eftir steypasigurin fór sjeikurin hjá Juliiu
Kushinova á knæ og fríggjaði framman fyri allari
høllini á Hálsi, og russiski stórspælarin bleiv
fullkomiliga tikin á bóli, men segði sjálvsagt ja.
Mansfinalan gjørdist ikki eins spennandi,
tí Mjølnir var væl sterkari enn SÍ og vann
sannførandi 3-0 sigur.