týsdagur 29. desember 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020
22
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Nýbygningur undirskrivaður
í sóttarhaldi
Anfinn Olsen, reiðari á Framherja, hevði verið
í Norra og fundast um nýbygningin. Stutt eftir
at hann var heimkomin, varð hann uppringdur
av landslæknanum, at hann mátti í sóttarhald,
tí hann hevði sitið tætt við ein smittaðan
persón í flogfarinum. Nýbygningurin varð tí
undirskrivaður í sóttarhaldi.
Virus filmar hitta
Fólk stroyma filmar sum ongantíð, og Netflix hevur í onkrum landi
hótt við at avmarka atgongdina, tí stroymingarnar hava verið so
nógvar og lagt trýst á servarar og dataferðslu. Síðani covid-19
veruliga fór at gera um seg kring heimin, er stroymingtølini
fyri filmarnar »Outbreak« og Contagion« farin til
skýggja. »Outbreak var í vikuni triðmest sæddi filmur á
amerikanska Netflix, og báðir filmarnir eru ovarliga á
hitlistanum hjá Apple TV her á okkara leiðum.
Mars:
Kaj var
fyrsti
føroyingurin
smittaður
við koronu
– Eg kendi meg betri og ætlaði mær til
arbeiðis mikudagin. Men so vórðu vit
uppringd úr Fraklandi. Tá helt eg, at eg
mátti lata meg kanna, sigur Kaj J. Skipanes
úr Hoyvík, sum er fyrsti føroyingurin,
ið hevur fingið staðfest koronu
Tað var týskvøldið klokkan 18, at
Kaj J. Skipanes var kannaður fyri
koronuvirus. Mikumorgunin um
sjey tíðina varð hann uppringdur,
og sagt varð, at hann er positivur.
– Eg havi fingið boð um at halda
meg heima, men tað er ikki tað, ið
eg havi hug til. Mær dámar nógv
best at vera úti millum fólk, sigur
Kaj J. Skipanes.
Konan og báðar døturnar vórðu
kannaðar mikudagin, men tær hava
ikki fingið koronu. Aðrir persónar,
ið Kaj J. Skipanes hevur verið í sam
bandi við seinastu vikuna, vórðu
eisini kannaðir fyrradagin, men
tey vóru øll negativ. Í alt 14 fólk
eru avbyrgd eftir boðum frá lands
læknanum í 14 dagar.
Tað er í París í Fraklandi, at Kaj J.
Skipanes er vorðin smittaður. Hann
var saman við konuni og báðum
døtrunum farin til París 14. februar.
– Tað var konan, ið skuldi til
viðgerð á sjúkrahúsi í París. Hon
hevur verið har nakrar ferðir fyrr.
Vit funnu út av, at ein kristilig ráð
stevna var samstundis, og so valdu
vit eisini at fara har. Tað vóru eini
3.000 fólk á ráðstevnuni, sum vardi
frá mánadag til fríggjadag.
Kona hansara er úr Togo, har
tey tosa franskt. Børn teirra, ið eru
níggju og fýra ára gomul, duga eis
ini at tosa franskt.
Kaj J. Skipanes og familjan
komu heimaftur við Atlantic Air
ways beinleiðis úr París mánadagin
24. februar. So byrjaði vanligi ger
andisdagurin, og tey fóru til ar
beiðis, í skúla og í barnagarð. Ikki
fyrr enn leygarkvøldið byrjaði Kaj
J. Skipanes at fáa nøkur sjúkueyð
kenni.
– Eg kendi meg eitt sindur kald
an og var ikki so væl fyri. Tað byrj
aði seint leygarkvøldið og var eisini
sunnumorgunin. Eg fór ikki til
arbeiðis mánadagin ella týsdagin.
Eg hevði ikki fepur, og eg hostaði
heldur ikki, var bara kaldur. Eg
vil kalla hetta fyri eitt vanligt for
kølilsi. Høvdu tey ikki ringt úr
Fraklandi, hevði eg verið farin aftur
til arbeiðis, sigur Kaj J. Skipanes.
Nú Kaj og familjan eru avbyrgd
heima hjá sær sjálvum, gongur lívið
sína vanligu gongd.
– Eg taki tað púra róligt og geri
tað, sum eg vanliga geri heima. Vit
Korona
leggur
Føroyar
í dvala
Landsins myndugleikar hava gjørt av
at seta herd tiltøk í verk fyri at forða
fyri smittuspjaðing av koronu komandi
vikurnar. Allir skúlar og ansingarstovnar
lata aftur. Hetta er ein liður í nýggjari
strategi, sum hevur til endamáls at
avmarka smittuna. Allar almennar ferðir
eru avlýstar og fólk í almennari tænastu,
sum skuldu uttanlands á skeið hava
fingið boð um at melda avboð. Løgmaður
hevði tíðinafund hósmorgunin, har hann
greiddi frá teimum tiltøkum, sum eru
sett í verk.
– Støðan verður alla tíðina eftirmett
og tað verður hugt eftir um nakað meir
skal gerast og vit kunna eisini alla tíðina
um tað, sigur Bárður á Steig Nielsen,
løgmaður
Prestar
gevast at
taka í hond
á fólki
Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson,
hevur sent skriv til allar prestarnar, har
hann heitir á teir, at kunna kirkjufólkið
um, at vegna vandan við koronu, fara
prestar ikki at taka í hond á fólki, sum
teir annars eru vanir við.
– Har nógv fólk koma saman, er vandi
fyri at smitta kann breiða seg. Eg haldi
ikki, at vit hava havt eitt tílíkt mál fyri
áður í kirkjuni, men vit hava valt at vera
fyrivarin, sigur biskupur.
Eg veit
ikki hvat
feilar fólki
Soleiðis tekur Gunnar Mohr, stjóri í P/F
Poul Michelsen Heilsølu til. Stjórin hevur
júst samskift við kunda, sum keypir
sínar vørur hjá heilsøluni, og prátið teirra
millum snýr seg um, at fólk, sum eru
farin at keypa ávísar vørur inn undir.
– Vit merktu hetta hósmorgunin, og vit
hava skilt á okkara viðskiftafyritøkum,
at tað serliga vóru ávísar vørur, sum fólk
fóru eftir, eitt nú breyð, mjøl, ger og wc-
pappír, sigur Gunnar Mohr.
MAR
2020
– Eg var tikin av bóli av, at tey
kendu til grindadráp, Eivør og
annað úr Føroyum. Sjálv ánaði eg
lítið og einki um Conneticut.
Steintóra G. Joensen, sum hevur tikið
part av lesnaði sínum á Ivy League
skúlanum Yale.
– Tú mást viðganga, at tú
einans er eitt menniskja, og tá
verður sjónvarpið fólksligt og
sameint.
John Johannesen, sjónvarpsvertur, sum
undir koronutíðini av Sosialinum varð
kosin Føroya nýggi Mr. News.