týsdagur 29. desember 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 30. desember 2020
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Nýtt føroyskt met í
bogaskjóting
Jóannes Poulsen setir nýtt
føroyskt met í compound, tá
ið bogaskjótifelagið Ørvur í
Runavík skipar fyri kapping.
Nýggja metið er 589 stig.
Ítrótturin verður
lagdur lamin
Júst sum eitt nú fótbóltskapp
ingin skal fara av bakkastokki,
rakar koronafarsóttin Føroyar,
og alt samfelagið verður lagt
lamið. Hetta rakar eisini før
oyska ítróttarheimin, sum verð
ur lagdur stillur.
Áheitan frá ÍSF
Ítróttarsamband Føroya kemur
við áheitan til øll sersambond
um at steðga við øllum kapp
ingum í fyrstu atløgu í tvær
vikur.
Hetta hevur við sær, at
landskappingin í fótbólti ikki
sleppur í gongd sum ætlað, og
samstundis verður spurnar
tekin sett við, hvussu tað fer
at vera við teimum avgerandi
dystunum í FM-kappingini í
bæði hondbólti og flogbólti.
Nógv føroysk ítróttarfólk
skulu eisini taka lut í altjóða
kappingum, men óvissa valdar
um, hvussu tað verður við hes
um.
Manslandsliðið í fótbólti
hevur tveir venjingardystir á
skránni í mars. Annar er á úti
vølli móti Danmark í Herning,
meðan hin dysturin eftir ætlan
skal spælast móti Andorra á
útivølli. Endin verður tó, at báð
ir hesir dystir verða avlýstir.
Dysturin móti Danmark verður
tó seinni útsettur, og í oktober
hittast liðini bæði til venjingar
dyst í Herning.
ÍSF heitir á síni sersambond
um at virða tey tilmæli, sum
myndugleikarnir koma við, og
tí gerast Føroyar næstan ítr
óttafríar í drúgva tíð.
hava tvey børn, og tey krevja sítt.
Men eg má siga, at hetta er ikki tað,
mær dámar best. Mær dámar best
at vera úti millum onnur fólk, sigur
hann.
Arbeiðsplássið eins og barnagarð
ur og skúli hava fingið boð um støð
una.
– Eg ringdi og segði teimum á ar
beiðsplássinum frá. Teir blivu rætti
liga kløkkir, men tað er nokk ójavnt,
hvussu tað verður móttikið, sigur Kaj
J. Skipanes. Familjan er sett í sóttar
hald í 14 dagar. Bæði hann, konan og
børnini skulu halda seg heima hesa
tíðina, og eingin skal heldur koma
inn til teirra.
– Eg hava upplýst fyri landslækn
anum, hvønn eg havi verið í sam
bandi við, síðani 27. februar, og so
hevur hann sett seg í samband við
tey fólkini, sigur Kaj J. Skipanes.
Nú, tey mugu halda seg heima,
eru onnur, ið mugu hjálpa, so at tey
ikki mangla mat.
– Tað er onkur, sum hevur bjóðað
seg til at fara til handils og keypa
inn fyri okkum. Tey mugu so seta
ein posa uttanfyri, sum vit so kunnu
fara eftir, sigur Kaj J. Skipanes.
Ítróttur
– Tað er ótrúligt, hvussu skjótt
fólk venja seg við, at hetta er
okkara nýggja tilvera.
Gurið Simonsen, sálarfrøðingur, um tað
at fáa angist av tilveruni við koronu.
KÍ vinnur stórsteypadystin
Stórsteypadystur verður leiktur á Tórsvølli,
har føroyameistararnir úr KÍ taka ímóti
steypavinnarunum úr HB.
Talan verður um ein javnan dyst, har HB
leggur seg á odda við góðum máli frá Adrian
Justinussen tíðliga í seinna hálvleiki.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki vísir
nýggi norski framherjin hjá KÍ, Ole Erik
Midtskogen, tó hvør dugur er í honum, tá ið
hann javnar til 1-1, sum eisini verður úrslitið
eftir 90 minuttir.
Tí verður farið beinleiðis til brotssparks
kapping, og hann vinnur KÍ 5-4, eftir at
Adrian Justinunssen sum tann einasti
misnýtir úr 11 metrum.