týsdagur 29. desember 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020
24
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Føroysk uppfinning drepur koronu
Í hølunum hjá Inova hevur Regin W. Dalsgaard seinastu
tíðina arbeitt við at framleiða ein UV-reinsara, ið
skal gera tað lættari at halda gott reinføri í hesum
koronatíðum. Tankin hjá Regini Dalsgaard er at nýta UV-
perur -ultraviolett ljós - í einum skápi, har millum annað
leikur og aðrir lutir kunnu leggjast á hillar. UV-ljósið
lýsir frá øllum síðum í skápinum, soleiðis at allar flatur á
øllum lutunum verða lýstar, og allar bakteriur - og vira -
verða dripin. UV-reinsarin hevur fingið navnið Viola.
Føðingardagstiltøk avlýst
16. apríl 2020 varð hennara hátign Margreta II drotning 80 ára gomul.
Vanligt er, at fólk á føðingardegnum hjá drotningini savnast í slotsgarðinum
í Amalienborg og veitra til føðingardagsbarnið, men 12. mars avlýsti
drotningin øll planløgdu føðingardagstiltøkini, sum vóru sett á skrá av
kongahúsinum.
– Vit hava øll eina serliga ábyrgd fyri hvørjum øðrum og saman geva
okkara íkast til, at Danmark kemur væl ígjøgnum stóru avbjóðingarnar,
sum landið skal ígjøgnum, segði drotning Margreta millum annað um
aktuellu koronakreppuna, tá avlýsingarnar vórðu framdar.
Apríl:
Úr Vági
á Yale
Krøvini at sleppa inn á Yale eru gróthørð,
og eg helt ikki, at hetta var ein realistiskur
dreymur. Men lesnaðurin hevur gingið
ómetaliga væl, og eg søkti við viðmælum
frá tveimum professarum, sum hava
undirvíst mær í Keypmannahavn. Fyrst
skuldi universitetið í Keypmannahavn
góðkenna meg og síðani Yale, sigur 28
ára gamla Steintóra G. Joensen úr Vági,
sum hevur tikið seinastu lestrarhálvuna av
teologilesnaði sínum á víðagitna og selektiva
Ivy League universitetinum Yale í USA
Í 2012 byrjaði Steintóra G. Joensen á
universitetinum í Keypmannahavn,
har hon fór undir drúgvan gud
frøði lesnað. Og nýggjársaftan
2019 varð hon endiliga liðug við
høvuðsritgerð sína. Í eina tíð hevði
hon tó ein sterkan longsul eftir
at royna okkurt nýtt, spennandi
og øðrvísi. Hon visti, at universit
etið í Keypmannahavn hevði eitt
samstarv við Ivy League univers
itetið Yale í USA, og hon valdi tí at
kanna møguleikarnar fyri at taka
seinastu lærugreinarnar har. Hon
gjørdi eina roynd, og tað eydnaðist
henni at sleppa inn á universitetið,
har bert seks prosent av teimum, ið
søkja sleppa inn.
6. januar 2020 fleyg Steintóra
úr Danmark til Íslands og so víðari
til USA, og hon er tíðiliga hugtikin
av umstøðunum á selektiva Ivy
League universitetinum í Conneti
cut.
– Tað hevur verið ein fantastisk
uppliving, tí eg dugdi ikki at
ímynda mær eitt universitet við
slíkum hentleikum og at lesa sam
an við næmingum, sum eru so vit
andi, sum eg upplivdi teir har. Eg
havi fingið eitt annað sjónarmið
upp á bæði lívið men eisini upp á,
hvussu vit gera teologi, sigur unga
guðfrøðilesandi vágsdáman. Lestr
arlívið í Danmark líkist øgiliga lítið
lestrarlívinum í USA – og enn minni
lestrarlívinum á einum Ivy League
universiteti í USA. Fyrstu ferð eg
var til undirvísing á Yale, helt eg
ikki, at eg skilti nakað, og tað sum
næmingarnir spurdu um virkaði
komplekst, og teir vóru sera væl
upplýstir.
Á Yale var tað soleiðis, at næm
ingar arbeiða intensivt í fýra
mánaðir við møti- lesi- og luttøku
skyldu. Tað merkir, at næmingarnir
mugu møta upp, lesa tilfarið og lut
taka í tímunum.
– Tú kanst ikki bara vera har
og einki siga. Tú mást luttaka ver
balt. Próvtøkan er tó meir opin,
sigur hon. Reglurnar fyri, hvussu
guðfrøðilesnaðurin skal skipast
eru strangar í Danmark, og tí var
tað eisini nakað av baksi hjá Stein
tóru at skipa lesnaðin og velja góð
kendar lærugreinir á Yale, soleiðis
at hon eisini fekk eina fullfíggjaða
útbúgving í Danmark.
– Lærugreinarnar á Yale eru
kreativar og ikki líka bundnar,
og tað var tí avmarkað, hvørjar
lærugreinar eg kundi taka og fáa
góðskrivaðar. Eg tók tó onkrar
lærugreinar, hóast eg ikki fái tær
Korona
kostar eina
milliard
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eitt upprit,
har metingar verða gjørdar um, hvussu
dýr koronukreppan er fyri føroyska
samfelagið. Hóast neyv tøl verða brúkt
í fleiri førum, verður undirstrikað í
uppritinum, at óvissan er serstakliga stór
í løtuni og tí er at hava atlit at hesum.
At tað er dýrt kemur neyvan óvart á
nakran. Fíggjarmálaráðið metir, at alt
eftir hvussu langa tíð kreppan heldur á,
so fer landskassin at hava eitt hall upp
á millum 800 milliónir og hálvaaðru
milliard.
Alt ger
mun – Keyp
føroyskt
– Alt ger mun og er ein hjálp hjá føroysku
fyritøkunum. Tí ræður um, at vit øll
keypa so nógvar føroyskar vørur – heldur
enn útlendskar. Helgi Abrahamsen,
landsstýrismaður við vinnumálum, tekur
fult undir við tankanum um, at vit í
hesum koronutíðum leggja okkum eftir
at keypa so nógv føroyskt, sum til ber.
– Í hesum døgum er tað skilagott heldur
at brúka pengarnar upp á føroyskar
vørur, tí gera vit tað, so hjálpa vit til at
halda føroyskari vinnu í gongd, sigur
hann.
Innflyta
400-600 tons
hvørja viku
Timburhandlarnir og byggibúðirnar hava
havt ómetaliga nógv at gera, síðani
koronukreppan av álvara tók seg upp í
Føroyum.
– Vit kunnu staðfesta her hjá okkum,
at vit hava havt á leið tríggjar ferðir so
nógvar avgreiðslur, sum vanligt. Tað sæst
væl, at fólk hava havt tíð at tikið sær av
at gera ymiskt heima hjá sær sjálvum í
hesum døgum. Slíkt sum annars hevur
bíðað til summarfrítíðin kemur, sigur
Sjúrður Olsen, stjóri hjá Balslev.
APR
2020
– Eg upplivdi ikki nakað
negativt við, at eg var
hálvføroyingur. Tað var óvanligt
tá, men í dag er tað ikki so
óvanligt.
Shahin Gaini, serlækni og yvirlækni
– Eg havi havt nógvar
pastoralar uppgávur alla ta
tíðina, eg havi virkað sum
prestur, men nú er tað eitt eyka
lag av ótta, iva og stúrni millum
fólk, tí hetta er ein heilsukreppa,
har øll eru í vanda.
Marjun Lómaklett, prestur