týsdagur 29. desember 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 30. desember 2020
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Hondbóltsárið er liðugt
HSF boðar frá, at kappingarárið
2019/2020 er liðugt.
Koronafarsóttin hevur við sær, at
kappingin ikki verður spæld liðug,
og eingir føroyameistarar verða
funnir.
góðskrivaðar,
av
berum
áhuga.
Hetta var tildømis lærugreinirnar, ið
kallast » Shakespeare in Theological
Context« og »Jesus on Film«, sigur
hon.
– Mær hevur altíð dámt væl at
skriva, og gjøgnum tíðina lærur man,
at tað skal og eigur at gerast upp á
ein ávísan hátt. Eg havi funnið útav,
at eg kann vera nógv meir kreativ
í míni skriving, og sum oftast eru
skoðsmálini góð kortini, sigur hon.
– Eg hevði til dømis eina læru
grein, ið nevnist »Death and Rem
emberance« ið snýr seg um, hvussu
vit minnast tey deyðu. Tíðarlinjan
var frá Svartadeyða til fyrsta verald
arbardaga, men eg fekk loyvi til at
skriva endaliga ritgerð um áhaldandi
sorg sum diagnosu, ið inngongur
í altjóða flokkanini av sjúkum, ið
World Health Organization gav út í
2018. Har inndragi eg millum annað
Søren Kierkegaard og Svend Brink
mann. Hetta vísir serstakliga væl
munin millum háttin lesnaðurin
er skipaður á, heldur Steintóra G.
Joensen.
Kappróðurin avlýstur
og tikin upp aftur
Tann 20. apríl boðar Róðrar
samband Føroya frá, at eingin
kappróður verður í 2020. Í frá
boðan sigur RSF, at avgerð
er tikin um, at skipað verður
ikki fyri FM kappróðri í ár.
Róðrarsamband Føroya hevur
kunnað kappróðrarfeløgini um
avgerðina, og kappróðrarfeløg
ini taka undir við avgerðini hjá
Róðrarsambandi Føroya.
Koronaráðgevingin
mælti frá at rógva
Róðrarsamband Føroya gjørdi
saman við kappróðrarfeløg
unum eitt uppskot um, hvussu
venjing kann skipast, og hvussu
kappróður kann avgreiðast
við atliti at tilmælunum frá
myndugleikunum um smittu
fyribyrging.
Koronaráðgevingin hevur
mett um uppskotið, sum varð
gjørt um skipan av kappróðr
inum í ár.
Koronaráðgevingin
metir
ikki, at tað er møguligt at rógva
kapp á tryggan hátt út frá ein
um heilsufrøðiligum sjónarmiði
í koronatíðum. Koronaráðgev
ingin mælir tí frá at rógva kapp
í ár, og tí hevur RSF gjørt av at
avlýsa róðrarárið 2020.
Men kappróðrarfeløgini eru
ikki heilt samd í tí, sum RSF
meldar út, og eftir ein fund
nakrar dagar seinni koma boð
um, at feløgini fara undir venj
ing aftur undir skipaðum um
støðum í mun til smittufyri
byrging.
Róðrarárið fer eisini av
bakkastokki sum vant á Norð
oyastevnu, og føroyameistarar
nir verða funnir á ólavsøku.
Ítróttur
– Koronukreppan hevur
bumbað okkum fleiri ár aftur í
tíðina.
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe
Islands
Fótbóltsskúlarnir avlýstir
Seinastu mongu árini hevur
Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við
feløgini, skipað fyri fótbóltsskúlum kring
landið. Í fjør vóru fimm fótbóltsskúlar á
skránni, men
koronafarsótt
hevur nú
við sær, at
í summar
verður eingin
fótbóltsskúli
fyriskipaður av hvørki FSF ella feløgunum.
– Vit høvdu sjálvandi vónað, at tað fór at
bera til aftur í ár, men vit meta ikki, at tað
verður ráðiligt, og tí er avgerðin longu tikin,
um at eingin fótbóltsskúli verður í ár, sigur
Christina Ravnsfjall, Grassroots-samskipari
hjá FSF.
Umleið 600 børn og ung hava á hvørjum
ári tikið lut á fótbóltsskúlunum hjá
Fótbóltssambandi Føroya. Í fjør vóru
fótbóltsskúlarnir fyriskipaðir á Toftum, í
Havn, á Argjum, á Eiði og í Vágum.