týsdagur 29. desember 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020
26
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Rakt á øllum frontum
Nógv tiltøk eru linkað, men matstovur og skeinkistøð
sleppa framvegis ikki at hava opið longri enn til klokkan
22. Festivalar vera ongir í mai og juni, og framvegis
skulu fólk, sum koma til Føroya, í 14 daga sóttarhald.
– Eg haldi tað er fínt at tilmælini eru linkað, men má
staðfesta, at vit framvegis eru rakt á øllum økjum,
har ongin linking er, sigur Jóhannes Jensen, stjóri í
Gist og Vist.
Skal lyfta undir ferðavinnuna
í Sandoyar sýslu
27 ára gamla Bryndis í Dali er sett sum leiðari í Visit Sandoy,
og hon byrjar í starvinum hin 1. juni í ár. Bryndis í Dali hevur
lisið master innan ferðavinnu á Aalborg Universiteti, og sum
leiðari kemur hon at hava dagligu ábyrgdina av Visit Sandoy. Í
Sandoyar sýslu Ferðalag vísa tey á, at um fá ár verður koyrandi
í Sandoynna, og tá kemur ferðafólkamynstrið at broytast - og
ikki minst kemur ferðafolkatalið at økjast munandi.
Mai:
Prestafrúa
átti á
landsvegi
– Hósvíkin fer framvið, og sjúkrabilurin er
á veg niðan brekkuna, tá bilurin steðgar.
Portørurin rópar, at so er tað nú! Eg leyp
afturum, og eg setti meg viðsíðuna av
Hallgerð, sum eg havi gjørt hvørja ferð
børnini eru borin í heim, sigur Ovi Brim,
prestur, um føðingina av fjórða barni
teirra í sjúkrabili á veg til Havnar
Í prestagarðinum á Nesi búgva Ovi
og Hallgerð Brim saman við børn
um teirra, sum nú eru fýra í tali.
Inni er fjálgt og hugnaligt, og Hall
gerð situr við køksborðið við tvær
vikur gomlu dótturini í føvningin
um, meðan Ovi ger kaffi og setur
frukt og wienarbreyð á borðið.
Lítla barnið, sum liggur og svevur
hjá mammuni, er orsøkin til vitjan
ina í dag, tí á føðingardegnum hjá
mammu síni hin 4. mai kom hon
knappliga buldrandi inn í heimin í
sjúkrabili sunnanfyri Hósvík á veg
til Havnar. Ein entre, ið vil nakað.
Og hóast koronutíðin elvdi til ótta,
og hóast foreldrini, nú tey líta aftur
á føðingina, hugsa um alt tað, ið
kundi gingið galið, sita tey við eini
kenslu av undran og takksemi fyri
stóru føðingardagsgávuna og fyri
eitt væl virkandi sjúkrahúsverk.
Tíðin undan at Hallgerð Brim
átti fjórða barnið var merkt av stúr
an. Koronufarsóttin hevði sett alt
samfelagið í serstøðu, og reglurnar
á føðideildini vóru harvið eisini
herdar. Hon visti, at skuldi maður
hennara, Ovi Brim, við til føðingina,
so máttu tey tryggja, at hann ikki
fekk nakað, sum minti um for
kølilsi.
– Eg vildi gjarna hava Ova við
inn, og vit vistu, at hevði hann bara
eitt lítið forkølilsi, so fór hann ikki
at sleppa við, tí reglurnar vóru
herdar so mikið nógv vegna kor
onusmittuna. Tí gingu vit ordiliga
høgt upp í at halda hann frískan,
sigur 32 ára gamla prestafrúan á
Nesi, Hallgerð Brim.
Tá klokkan nærkaðist 21 tann 3.
mai, fór Hallgerð at leggja børnini
at sova. Meðan hon ger tað, byrjar
hon at føla tað, sum minnir um
byrjunarverkir.
– Tað gingu bert tveir tímar frá,
at eg føldu fyrstu verkirnir, sum eg
helt vera plukkverkir, til tað varð so
nógv trýst á, at eg visti, at eg ikki
megnaði túrin til Havnar, sigur
hon.
Tað gingu ikki nógvir minuttir,
áðrenn sjúkrabilurin stóð í túninum
í prestagarðinum á Nesi. Mamma
Ova var komin oman at vera hjá
teimum størru sovandi børnunum,
og so fóru tey bæði til Havnar. Og
úr Havn er ljósmóðurin á veg ímóti
sjúkrabilinum. Tá sjúkrabilurin
er komin inn í Norðskálatunnilin,
møta tey bilinum, sum ljósmóðurin
er í. Sjúkrabilurin heldur av, og øll
ferðslan steðar upp inni í tunnil
inum.
– Tað løtina kendist tað, sum var
eg í einum action-filmi, flennir Ovi
Brim.
– Hon tosaði róliga og dugdi
ómetaliga væl. Eg minnist, at hon
segði, at nú eru vit í Hósvík, so nú
verður ikki leingi, fyrr enn vit eru
Krevja nýtt
fongsul
– Vit skulu krevja av donsku stjórnini,
at eitt nýtt fongsul verður bygt í
Føroyum, tí umstøðurnar hjá eru so
tyngjandi, at nógv av teimum tola
tað ikki, sigur Christian Andreasen,
tingmaður. Løgtingið viðger í løtuni
eitt uppskot um at fáa Landsstýrið til
at taka málið um fongsulsviðurskiftini
í Føroyum upp við myndugleikarnar í
Danmark. Tað heilt sjáldsama við hesum
uppskotinum er, at sambandskvinnan,
Rósa Samuelsen, og ein tinglimur í
andstøðuni, javnaðarmaðurin, Djóni
Nolsøe Joensen, sum hava lagt uppskotið
fram saman. Tey bæði hava annars tað í
felag, at tey eru limur í serligu nevndini
hjá løgtinginum, sum hevur eftirlitið við
varðhaldsfangum í Føroyum. Og tey bæði
siga, at fongsulsviðurskiftini í Føroyum
eru so vánalig og niðurbrótandi, at tey nú
vilja hava Løgtingið at samtykkja at fáa
Landsstýrið at taka málið upp.
Føroyingar
skulu síggja
verkini fyrst
– Tá ið stuðulin kemur úr Føroyum, vil
eg fyri tað mesta arbeiða í Føroyum.
Føroyingar skulu hava møguleika at
síggja verkini, ið verða gjørd, sigur 33
ára gamla listakvinnan, Silja Strøm,
ið býr í London, og sum júst hevur
fingið listafólkaløn frá Mentanargrunni
Landsins.
– Nú fái eg meira arbeiðsfrið, og tí
verður meira av degnum eftir at skapa
og at menna meg í. Alt meðan eg arbeiði
miðvíst við verkætlanum, sum eg eri sera
spent at vísa fram, sigur Silja Strøm.
Vága Flog
havn sigur
20 fólkum
úr starvi
– Hetta eru ógvuliga tung stig at taka,
tí talan er um at siga farvæl við bæði
røsk og dugnalig starvsfólk, sum vit
sum fyritøka als ikki ynskja at vera fyri
uttan, so vit vóna veruliga at kunna
bjóða teimum aftur sum skjótast, um
umstøðurnar verða øðrvísi. Nú virksemið
hjá Vága Floghavn er svunnið burtur í
næstan einki orsakað av koronakreppuni,
sær felagið sær ikki annan møguleika
enn at laga starvsfólkahópin til nýggja
veruleikan, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri
í Vága Floghavn.
MAI
2020
– Tá tú ferðast nógv,
kennist heimurin lítil, og tað
er lætt at fara avstað.
Gunnvá Gaard, um at flyta til
Suðurkorea eina tíð, haðani hon varð
ættleidd, sum næstan tvey ára gomul.
– Føroyar er eitt lítið
samfelag, og okkum dámar
væl at tosa um hvønn annan.
Siri Sørensen