Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 30. desember 2020 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Áskoðarar sleppa aftur til fótbólt Tað bleiv bara til eitt umfar í Betrideildini uttan áskoðarar. Longu til umfarið, sum verður leikt 16. Mai, loyvir Fótbóltssamband Føroya feløgunum aftur at hava áskoðarar til dyst undir skipaðum viðurskiftum og við avmarkaðari atgongd. í Havn. Beint eftir tað merki eg, at nú vil diddan út. “Nú skal hon út”, rópi eg síðani, sigur Hallgerð Brim skemtandi. – Hósvíkin fer framvið, og sjúkra­ bilurin er á veg niðan brekkuna, tá bilurin steðgar. Portørurin rópar, at so er tað nú! Eg leyp afturum, og eg setti meg viðsíðuna av Hallgerð, sum eg havi gjørt hvørja ferð børnini eru borin í heim, sigur Ovi Brim. – Eg hevði pressiverkir í fýra min­ uttir. Tað gekk simpulten so gott og ómetaliga skjótt. Diddan var tó eitt sindur blá, tá hon kom út, tí nalva­ strongurin hevði verið um hálsin á henni, men tað var ikki álv­ars­ligt. Ovi klippir nalvastrongin, og diddan kemur upp til mín, har eg liggi í jakka og øllum, flennir Hall­gerð Brim. – So skjótt sum diddan er komin upp til mammu sína at liggja, sigur Hallgerð, “eg fylli í dag!”, leggur Ovi Brim skemtiliga aftrat. Øll eygu vend móti føroyskum fótbólti Føroyska fótbóltsárið fer av bakkastokki tann 9. Mai, og tað er undir rættiliga øðrvísi um­støðum, enn vit vanliga kenna tað. Eingir áskoðarar eru millum annað til fyrstu dyst­irnar. Útlendski áhugin At kalla alt Europa liggur fót­ bóltslamið, tá ið føroyska kapp­ ingin fer í gongd, og tað hevur við sær, at øll eygu verða vend móti føroysku kappingini, sum nú knappliga hevur stóran áhuga uttanlands. Hetta sæst eis­ini aftur í, at føroyskar fót­ bóltsblusur ganga sum heitt breyð út av landinum til keyp­ ar­ar kring allan knøttin. Norska sjónvarpsrásin TV2 keyp­ir eisini rættindini til at senda beinleiðis frá fyrstu 11 um­førunum í Betrideildini hjá monn­um, og føroyskir leikarar blíva knappliga kend nøvn mill­ um norsku hyggjararnar. Ikki færri enn umleið 100.000 hyggjarar eru til onkr­ an dystin, sum verður send­ur í norskum sjónvarpi úr Før­oy­ um. Samstundis blívur áhugin fyri at vedda um føroyskan fót­bólt rættiliga stórur, tí møgu­leikarnir hjá teimum, ið hava áhuga fyri at vedda um fót­bóltsdystir, eru rættiliga av­ mark­aðir hesa tíðina. Ítróttur – At hoyra hetta dunið og óljóðið allatíðina kann samanberast við, at kroppurin er mørbenkaður. Bara onkur nertur við kroppin, fært tú ilt. Trina Eysturoy, forkvinna í Heimafriði Ágúst Jóhannsson farin úr starvi HSF og venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Ágúst Jóhannsson, koma ásamt um at enda samstarvið. Korona-støðan hevur gjørt tað trupult hjá venjaranum at vera um landsliðið, nú fyrireikingarnar til komandi HM-undan­kapp­ ingina skulu byrja. Saman við Ágústi fer Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari, eisini úr starvi. Ítróttarliga leiðslan í HSF viðmerkir, at Ágúst og Sophus hava megnað at lyft liðið upp á eitt hægri stig og hava úrslitini í farnu HM- og EM-undankapping verið nøktandi, tí liðið vann millum annað ein HM-undandyst móti Litava. Águst Johannsson sigur, at tað hevur verið ein góð tíð sum landsliðsvenjari hjá føroysku kvinnunum. - Tað eru nógvir góðir ungir føroyskir leikarar og ynski eg øllum góðu eydnu í framtíðini, sigur hann.