týsdagur 29. desember 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020
28
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Hava funnið kopar
Tað er hent áður, at vit hava funnið kopar í Føroyum,
men ikki av tí slagnum, sum varð funnið í Porkeri, tá
ið Johan Heini Virgarsson var í ferð við at grava í
grótbrotinum og varnaðist, at nakað óvanligt var at
síggja í royðugrótinum, hann var í ferð við at grava
burtur.
– Vit sóu beinanvegin, at hetta var nakað heilt
serstakt, og tað var øgiliga heppið, at hann ikki
bara gróv alt burtur, men gav okkum boð, sigur Uni
Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi.
Varðin nýggja ritstjórn
Tað er umráðandi, at vit í Føroyum hava eitt mentanarrit,
sum fólk kunnu senda tekstir og viðgerðir av tekstum og
mentan til, fáa tað ritstjórnað og út til almenningin. Eitt rit,
sum lýsir samtíðina og tað, ið hendir á mentanarøkinum.
Ja, ein varða fyri bæði nú- og eftirtíðina. Tað eru nýggja
ritstjórnin á Varðanum - tríeindin Rakel Helmsdal, Sanna
Dahl og Sanna Klein - á einum munni um, og hetta er eisini
idealistiska orsøkin til, at tær nú traðka í fótasporini hjá fleiri
navnframum føroyingum og leiða tíðarritið Varðan víðari á
síni leið.
Juni:
Zacharias
var tann
fólksligi
slóðarin
Hann er millum størstu og mest týðandi
profilar í føroyskari sjónvarpssøgu. Hann
var ágrýtin og arbeiðssamur og framleiddi
sjónvarpssendingar úr bjørgum, av fjalli,
av sjógvi og úr fjarskotnum londum.
Zacharias Hammer hevur verið við á ferðini
hjá føroyskum sjónvarpi frá byrjan og fram
til í dag. Nú er ferðin hjá honum endað.
Týsdagin andaðist hann 68 ára gamal
Líka síðani føroyingar fingu sjón
varp, hevur hann verið har. Rund
leitta og skeggjuta andlitið við
eyðkendu røddini hevur myndað
so nógvar føroyskar sjónvarps
sendingar, at eingin hevur tal á tí.
Ein veruligur miðladýrgripur liggur
eftir hann, og framvegis er okkurt
nýtt ávegis. Men nú er Zacharias
Hammer ikki millum okkum longur.
Týsmorgunin andaðist hann 68 ára
gamal. Seinnu árini hevur hann
havt onkrar heilsutrupulleikar, og
nú var tíðin úti.
– Zacharias var ótrúliga ágrýtin
og arbeiðssamur, og hann legði
nógv fyri at gera sjónvarpssend
ingar. Hann var ein av teimum,
sum ikki settist aftur, men kundi
fáa tað mesta í lag, sigur Ragnar C.
Joensen, sum starvaðist saman við
Zachariasi øll árini í Sjónvarpi Før
oya og seinni Kringvarpinum.
Ivan Niclasen, stjóri í Kring
varpi Føroya, heldur, at Zacharias
Hammer var ein av undangongu
monnunum at gera føroyskt sjón
varp.
– Zacharias hevði sín egna fólks
liga stíl, og hann dugdi væl at siga
frá gerandislívinum hjá vanliga
føroyinginum. Hann legði seg eftir
at siga søgur úr øllum Føroyum,
eins og hann gjørdi fleiri sjón
varpsrøðir við ferðafrásagnum úr
fjarskotnum londum, skrivar kring
varpsstjórin í minningarorðum.
Tá ið sjónvarpsfelagið í Havn
byrjaði at senda sjónvarp fyrra
partin av 1980’unum, var Zachari
as uppi í, og samstundis, sum Sjón
varpsfelagið slóðaði fyri almenna
Sjónvarpi Føroya í 1984, gjørdist
Zacharias eisini beinanvegin partur
av framleiðsluni í SvF.
– Í fyrsta umfari vóru vit tríggir
mans í føstum starvi. Jógvan As
bjørn Skaale, Finnur Lómstein og
eg. Vit høvdu tørv á hjálp frá øðrum
fólkum, og frá byrjan var Zacharias
ein, sum eg kundi heita á, sigur
Ragnar C. Joensen, sum tók sær av
tøkniliga partinum í SvF. Zacharias
Hammer hevði gjørt barnatilfar
fyri Sjónvarpsfelagið, og tað var
eisini hansara høvuðsuppgáva í
SvF fyrstu árini. Zacharias stóð fyri
undirhaldandi
barnasendingum
við eitt nú Dólgunum og Gyðju og
Grana, og hesar sendingar munnu
12.558
kanningar
eru nú
gjørdar
Seinastu kanningarnar vísa, at framvegis
er eingin føroyingur staðfestur smittaður
við koronusmittuni. Hetta byggir á í
alt 12.558 kanningar. Tað upplýsir
Landslæknin. Í alt hava 187 føroyingar
fingið staðfest koronusmittuna, og allir
187 eru staðfestir frískir. Eingin nýggjur
smittutilburður er staðfestur í Føroyum
síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin
fingið staðfest smittu í teimum seinastu
6.161 kanningunum. Eingin persónur er í
løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya
í sambandi við koronusmittuna.
Øll skulu
kannast við
landamarkið
Hetta verður eisini galdandi fyri allar
føroyingar, búsitandi í Føroyum, ið
hava verið uttanlands. Ein høvuðsorsøk
til, at enn fleiri kanningar nú skulu
gerast, er, at tað verður møguligt bæði
hjá føroyingum at ferðast í enn fleiri
lond og hjá ferðandi úr fleiri londum
at koma til Føroya. Danska stjórnin
hevur í dag boðað frá, at markið verður
latið upp fyri øllum ES-limalondum,
londunum í Schengensamstarvinum og
Stóra Bretlandi. Ein treyt er kortini, at
smittutalið í londunum er lágt – undir
20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar
um vikuna.
Eingin
heimild til
koronu
kanningar
Tað er uttan lógarheimild, at øll ferðandi
eftir 27. juni verða kravd eftir einari
koronukanning, tá tey koma til Føroya.
Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur,
sum sostatt tekur undir við Jógvani Páll
Lassen, sum í farnu viku gjørdi greitt,
at hann noktaði at lata seg kanna, fór
hann at ferðast. Jógvan Páll Lassen
gjørdi eisini greitt, at tú kanst bert krevja
spýttroyndir, um talan er um møguligt
brotsverk, ið hevur eina revsirammu á
meira enn hálvtannað ár.
JUN
2020
– Eg eri enn ein kensluborin
persónur, sum hevur lætt til tár.
Eg leggi einki í tað. Eg vil vera
hann, eg eri.
Holgar Jacobsen, tónleikari
– Øll list snýr seg um samskifti
– listafólkið samskiftir við
móttakaran.
Rakel Helmsdal, rithøvundur