Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 30. desember 2020 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Flytingargluggin longdur Tíðarskeiðið, har fótbóltsspælarar kunnu skifta felag, tann sonevndi flytingargluggin, verður longdur tvær vikur í summar. Hetta hendir eftir, at fráboðan kemur frá FIFA um, at hetta er ein møguleiki orsaka av korona. øll tey, sum vóru børn í 1980’unum minn­ast. – Zacharias var sera arbeiðs­sam­ ur, og hann vildi hava tingini gjørd. Hann riggaði sera væl til fyrstu tíð­ ina í SvF, tá ið alt var nýtt, og tað ráddi um at fáa framleitt okkurt, sum vit kundu vísa føroyingum. Vit høvdu eitt sera gott samstarv øll ár­ ini, sigur Ragnar C. Joensen. Sum fráleið fór Zacharias Hamm­ er at gera siðsøguligar og ment­an­ ar­ligar sendingar – ofta úr føroysku nátt­úruni. Hann var í bjørgunum og á fjalli, hann ferðaðist á bygd og í bygda­løgum, og hann var á sjónum og burt­uri í heimi. Upptøkutólið var trú­fastur fylgisneyti, og ofta spurd­ ust forvitnisligar sendingar burt­ur­ úr. – Zacharias vildi so gjarna gera hesar sendingar, og hann gjørdist alt djarvari við tíðini. Hann fór bara í gongd, og onkuntíð høvdu vit onnur trupult við at fylgja við honum. Hann gjørdi sendingarnar upp á sín máta, sigur Ragnar C. Joensen. Metár hjá kappróðrinum Kappróðrarárið byrjar á Norð­ oya­stevnu í Klaksvík, og hóast út­lit­ini fyri kappróðri ikki vóru nøk­ur serlig bara fáar vik­ur framm­anundan, so er greitt, at 2020 verður metár hjá før­oysk­ um kappróðri. Luttøkan í FM-róðrinum í ár er methøg, tí ikki færri enn 92 bátsmanningar hava boðað frá luttøku, og at kalla í øllum báta­støddum er framgongd at síggja. Einasta undantakið eru 10-mannaførini, sum eru færri í tali í ár í mun til árið fyri. Forkvinnan í Róðrar­sam­ bandi Føroya, Annika V. Dals­ garð, fegnast um góðu undir­ tøk­una. - Eg fegnist um undir­tøk­ una, og eisini at vit hava mann­ ingar úr so at siga øllum økj­um í landinum, sigur Annika V. Dals­garð. Hon vísir á, at tað so at siga bara er í Sandoynni, at einki róðr­arvirksemi er í løtuni, með­ an onnur støð eru við at fóta sær aftur. - Í Sandoynni hevur eing­ in kappróður verið í rætti­ liga langa tíð, men taka vit til dømis Suðuroynna og Sør­vág, so vóru tað fyri fáum ár­um síðani økir við lítlum kapp­róðr­ ar­virksemi. Men so hevur man gjørt eitt munagott arbeiði við barnaróðrinum og hildið barna­manningum til. Úrslitið av tí sæst aftur nú, har bæði hesi økir hava manningar, sum standa seg sera væl, sigur for­ kvinn­an í RSF. Ítróttur – Tað fer ikki at koppa nakrari fíggjarætlan, at 62 pensiónistar sleppa at halda fram í skipanini. Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag pensjónista, tá koronuískoytið hjá ALS grunninum ikki longur umfataði pensiónistarnar. Aðalfundur í HSF Árligi aðalfundurin hjá Hondbóltssambandi Føroya verður hildin á Strondum. Tveir sessir í starvnevndini vóru fyri vali, umframt báðir varalimirnir. Oyvindur Brimnes var afturvaldur, meðan Andrea Heindriks­ dóttir er nýggj í nevndini. Birgir Kass var afturvaldur sum fyrsti varalimur, meðan Heini Ellingsgaard er valdur sum annar varalimur. Nevndin í HSF er nú mannað soleiðis: Forkvinna: Gunn Ellefsen Næstformaður: Jógvan Emil Nielsen Nevndarlimur: Djóni Højgaard Nevndarlimur: Oyvindur Brimnes Nevndarlimur: Andrea Heindriksdóttir Varalimur: Birgir Kass Varalimur: Heini Ellingsgaard