Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2020 30 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Tunnilsgjald Tað fer at kosta 75 krónur hvønn vegin fyri persónbilar at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, um bilurin hevur hald. Hevur bilurin ikki hald, verður kostnaðurin 175 krónur hvønn vegin. Og um tú fert at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin dagliga, fer tað at kosta tær umleið 2.000 krónur um mánaðin meira enn nú. Prísurin hevur fingið øði í fleiri, sum ikki rokna við at brúka tunnilin, tí hetta kemur at kosta nógv fyri tey í longdini, stúra tey fyri. Týr avlýst konsertferð kring heimin Í ár skuldi rokkbólkurin Týr á konsertferðir í Europa, USA og Australia, og bólkurin var sera spentur til mongu konsertirnar, sum stóðu á skránni. Men koronusjúkan hevur broytt alt, og umleið 60 konsertir hjá Týr eru avlýstar ella útsettar. – Hetta árið royndist ikki so væl, sum vit høvdu væntað. Tað sá heilt gott, tá ið árið byrjaði, og hetta skuldi verða okkara besta ár higartil, tá um konsertferðir ræður, sigur Heri Joensen, sangari í Týr. Juli: Sissal elskar sítt skeg – Tá eg byrjaði at síggja skeggið á mær, byrjaði eg eisini at dáma tað meir og meir. Nú eri eg stolt av, at eg klári at vaksa eitt flottari skegg enn nógvir menn, sigur 22 ára gamla Sissal Jacobsen úr Hósvík, sum á Instagramvanga sínum Skeggkonan varpar ljós á at tað er í lagi at vera, sum ein er 22 ára gamla Sissal Jacobsen hevur fullskegg. Hon er sera stolt av skegg­inum og leggur javnan myndir av sær sjálvari og skegginum á Insta­gram, har hon eisini við mynda­teksti og provokatión hevur ein boð­skap um sjálvskærleika og at góð­taka seg sjálva. Boðskapurin kann tykjast sera einfaldur, men kort­ini provokerar hann og øsir summi, greiðir hon frá. Fyri Sissal hevur tilgongdin verið long, og hon hevur havt nógva mótgongd við sær. At læra at elska seg sjálva, hóast tað í sjálvum sær er at berjast ímóti rótfestum sam­ felags­normun, er ikki ein løtt ferð at fara á. Serliga ikki, tá ein eisini hev­ur sjúkur, so sum PCOS og ADHD at stríðast við. Sissal hevur gjørt tað, og boðskapur hennara er, at tað áttu vit øll eisini at gjørt, tí vit eru øll nokk. Líkamikið hvat sam­felagið sigur. Instagram vangin hjá Sissal eit­ur Skeggkonan. Tað hevur hon valt, at hann skal eita, tí hon hevur fingið niðrandi viðmerkingar, har onkur hevur rópt hatta eftir henni. – Tá eg av fyrstani tíð fekk mær ein Instagramvanga, kallaði eg hann Sissalgirl, og eg brúkti hann sum ein vanligan, persónligan Insta­ gram­profil, men tá eg fyri tveim­ um árum síðani fór at lata skeggið vaksa, minnist eg, at onk­ur rópti skeggkona eftir mær. Í provoka­tión skifti eg tá navnið á pro­fil­inum til júst hetta, so eg kann eiga heitið, sigur hon erpin. Nú eigur hon tittulin og hon fevnir hann. Tað leggja bæði mynd­ ir og tekstur á Instagram eisini upp til. Tað er tó einki loyndarmál, at Sissal við sínum opinleika gongur ímóti sterkt rótfestum normum í samfelagnum Ja, ikki bert føroyska sam­felagn­ um men gott og væl øllum heim­ in­um. Hetta áræði hevur hon tó ikki altíð havt, tí hon hevur, sum mang­ar aðrar ungar kvinnur, eisini stríðst við sjálvsvirði, greiðir hon frá. – Eg havi altíð viljað góðtikið meg sjálva, og eg havi altíð viljað verið góðtikin av øðrum eisini. Eg havi tíbetur havt góðar vinkonur, sum hava góðtikið meg, sum eg eri, og tað hevur givið mær orku. – Eina ferð, tá eg var í einum tung­um tíðarskeiði, segði ein vin­ mað­ur mín við meg, at lívið er ov stutt til at taka sær av, hvat onnur hugsa og siga um meg. Eg skal bara vera eg. Eg veit ikki hví men hetta at veruliga skíta á, hvat fólk siga og hugsa gjørdi nakað við meg. Eg mintist til hesi orðini, og eg tók tey við mær onkursvegna. – Tá byrjaði eg av álvara at góð­ taka meg sjálva, soleiðis, sum eg eri, og soleiðis, sum eg síggi út. Tá fekk skeggið frið at vaksa, og tað hava øll ikki tikið líka væl ímóti, sigur hon síðani. – Eg fái viðmerkingar um, at eg má raka mær, og at eg eri nógv pen­ ari uttan skegg. Eg havi eisni onkrar familjulimir, sum javnan minna meg á, at tað altso ikki er dámuligt at ganga við fullskeggi, sigur hon. Tað er ymiskt, hvussu slíkar við­ merkingar rína á hjá Sissal. – Tað er treytað av, hvussu eg havi tað. Kenni eg meg tunglynta, taki eg tað tyngri, men havi eg tað gott, svari eg sum oftast, at eg einki leggi í viðmerkingarnar, tí hetta er mítt lív, og tað er eg, sum avgeri, hvussu eg vil liva tað. Eg eri mest hørm um, at menniskju, sum eg eri góð við, ikki kunnu góðtaka meg, sum eg eri, staðfestir hon. – Men tað er altso torført hjá summ­um at góðtaka, tí tey sjálvi fylgja norminum og halda, at kvinn­ur skulu raka sær og ongan Irriterandi mýggj komin fyri at vera Djórakennarin úr Nólsoy Jens-Kjeld Jensen sigur, at lærlitt loðmýggj er ikki vandamikil á nakran hátt, men at hon í roynd og veru er góð fyri náttúruna, tí hon etur pollen og nektar. Hann roknar eisini við, at flugan er komin fyri at vera, og vit í Føroyum mugu tí bara venja okkum við hendan nýggja summargestin. Martimur depil Hesa vikuna hevur nógv kjak verið um ein sokallaðan maritiman depil í Føroyum, sum skal kunna brúkast av amerikanska flotanum. Síðani hava gitingar verið um, hvat hesin skal brúkast til, og danska Berlingske tulkaði depilin sum "en arktisk flåde". Jenis av Rana hevur síðani gjørt greitt, at tað verður ikki talingur um nakað hernaðarligt samstarv við USA, sum summi hava sett spurnartekin við. Men tað eru eisini fleiri, ið hava sett spurnartekin við, hví vit skulu hava ein líknandi maritiman depil í Føroyum, tí mann kann vænta, at amerikansk herskip fara at brúka depilin. Skeinkistøð lukka ikki Løgtingið hevur samtykt at geva Helga Abrahamsen heimild til at avmarka upplatingartíðirnar ella lukka skeinkistøðuni heilt á ólavsøku. Hann hevur eisini fingið heimild til at avmarka talið á gestum, og endamálið við tí er at forða fyri, at korona aftur fer at breiða seg í Føroyum. – Støðan skal vera alvorlig. áðrenn eg brúki heimildina til at lukka skeinkistøð ella til at avmarka upplatingartíðirnar. Tann heimildin verður ikki brúkt, uttan so at smittan av álvara hevur tikið seg upp aftur, sigur Helgi Abrahamsen. JUL 2020 – Tá eg byrjaði at fáa karakterir, bleiv tað til eina kapping, og eg varð enn meir motiverað til a gera meir burturúr, tí góðu úrslitini vóru eisini motiverandi. Ida á Reynatúgvu, sum hevði hægsta miðaltalið á gymnasiala miðnámi í ár. – Vit mugu vera eirindaleys í okkara stríði at steðga ræðuliga grindadrápinum í Føroyum. Paul Watson