Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 30. desember 2020 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór KÍ og HB í steypabraki Longu í fyrsta umfari av kappingini um Løgmanssteypið hittast tveir av favorittunum. KÍ og HB bresta saman í Klaksvík, og tað gerst eitt ordans brak. Eftir 120 minuttir stendur á jøvnum, og ikki fyrr enn liðini hava skotið sjey brotsspørk hvør er greitt, at HB spælir seg víðari. hár­vøkst­ur hava nakra staðni. Onk­ un­tíð havi eg faktiskt hugsað, at tey kanska skammast, tí eg tori nakað, sum øll ikki tora, leggur hon sjálvsikkur aftrat. Favorittarnir vinna á ólavsøku Kappróðrarárið 2020 end­ar á ólavsøku. Í øllum kapping­un­ um uttan tí einu var før­oya­ meist­arin funnin fyri ólavsøku. Tað var í kappingini hjá 5-manna­førum við dreingjum, at før­oyameistarin skuldi finn­ ast. Kappingin stóð millum Heyk úr Hósvík og Fípuna Føgru úr Klaksvík. Hesa final­ una teirra millum vann Heyk­ ur, sum harvið gjørdist føroya­ meist­ari. Men Heykur vann ikki ólav­søkuróðurin, tí tað gjørdist rætti­liga óvæntað Sævarmoy úr Klaksvík, ið gjørdist fremst­ ur av 5-mannaførunum við dreingj­um. Men Heykur vann FM, og tað var eitt slag av uppreisn fyri róðrarárið 2019, tá ið ungu hósvíkingarnir eisini vóru í FM-finalu á ólavsøku. Tá stóð kappingin við Roynd­ina Fríðu úr Vági, og ta ferð­ina vunnu vágbing­ar bæði ólav­søku­róð­ ur­in og føroya­meist­ara­heitið. Nevið Reyða kiksaði Næstan allir bátarnir, sum høvdu tryggjað sær føroya­meist­ara­ heitið undan ólavsøku, megn­ aðu eisini at vinna sjálvan ólav­søku­róð­urin. Einasta und­ an­takið var 8-mannafarið hjá klaks­vík­ingum, Nevið Reyða, ið gjørdist næstfremst aft­an fyri Knørr úr Havn. Klaks­vík­ ingar høvdu fingið eina ávar­ ing á vestanstevnu um, at Knørrur kundi gott hótta teir, og á ólavsøku gjørdu knørra­ menn­inir bart. Mest sannførandi sigrarnir á ólavsøku vunnu ikki óvæntað Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði í 5-mannaførum við kvinnum og so 10-mannafarið Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn. Ítróttur – Nú skulu vit vóna, at vit eru so heppin, at eingin verður smittaður, hóast vit tóku risiko’ina, men tað vita vit ikki við vissu, fyrr enn ein tíð er fráliðin. Pál Weihe eftir Ólavsøku. Kvinnurnar møta Sveis og Hvítarusslandi Føroysku kvinnurnar skulu møta Hvítarusslandi og Sveis í HM- undankappingini. Tað er greitt eftir lutakast um, hvørji lið skulu hittast í bólkaspælinum. Hvítarussland vann lutakastið um fyrsta rætt at hýsa bólkaspælinum, og tey boða frá, at kappingin verður í Minsk í døgunum frá 4-6 desember. Tvey lið koma víðari úr bólkinum, sum so skulu spæla tveir play-off dystir móti liðunum, sum er høgri styrkismett. Men seinni í heyst komu boð frá EHF um, at allir dystir í HM-undanspælinum eru útsettir orsaka av støðuni við korona. Kappingin er tí fyribils útsett til 19. – 21. mars 2021.