týsdagur 29. desember 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020
32
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Søgan í Elduvík lýst
við standmynd
Søgnin um marmennilin og Anfinn, bónda í
Elduvík, er grundarlagið undir standmynd í
Elduvík, sum Hans Pauli Olsen, listamaður,
hevur gjørt. Ætlanin var, at standmyndin
skuldi avdúkast í fjør, men tær umstøður,
sum landið kom í, hava gjørt, at hetta
ikki er fyrr enn nú.
Bitcoin gjørdi Niklas til ríkmann
Fyri 10 árum síðani hugsaði tann nú 45 ára gamli Niklas Nikolajsen út
um boksina og satsaði stórt upp á talgilda gjaldoyrað Bitcoin, meðan
eingin annar tordi. Í dag er hann av somu orsøk sera múgvandi og er
helst at rokna sum ríkasti føroyingurin, vit vita um. Hvussu nógv hann
eigur vil hann ikki avdúka, men sigur, at har eru nógv nullir í talinum.
Hann verður umtalaður sum ein av týdningarmestu finansfólkunum
í bankanna landi Sveis, har hann býr og rekur milliardafyritøku sína
Bitcoins Suisse, sum veitir tænastur innan Bitcoin fyri fólk.
August:
Eg stúri fyri at
fáa koronu aftur
Tað var tíðliga í vár, at Rannvá Andreasen í Klaksvík
fekk staðfest koronu, og síðani hevur lívið hjá kendu
fótbóltskvinnuni ikki verið heilt tað sama
– Eg fekk staðfest koronu mána
dagin 16. mars. Eg arbeiði til dagligt
í Mylnuhúsinum í Klaksvík, og
fríggjamorgunin frammanundan,
tað vil siga tann 13. mars, fingu vit
boð um, at ein starvsfelagi hjá okk
um var smittað, og tí fór eg í sótt
arhald. Men sunnudagin føldi eg
meg sjúka, og tí bleiv eg testað, og
mánadag fekk eg so boð um, at eg
var smittað. Tá hevði eg eisini ilt
í hálsinum, nógvan fepur og var
yvirhøvur ordiliga illa fyri, greiðir
Rannvá Andreasen frá.
Hon sigur, at sjúkan merkti hana
sera nógv, og at tað tók drúgva tíð
at blíva frísk aftur.
– Eg var ótrúliga illa fyri. Eg
hevði ilt allastaðnis í kroppinum,
svav allatíðina og hevði nógvan
fepur. Eg var uppi eina løtu, men
so mátti eg leggja meg at sova, tí eg
bleiv í ørviti av at vera uppi. Orkan
var ikki eingang til at hyggja í sjón
varp, sigur Rannvá Andreasen.
Støðan hjá Rannvá stóð við í
fleiri dagar, og tá ið hon so hósdagin
eftir, sum hon hevði fingið staðfest
smittuna mánadag, byrjaði at fáa
leyst lív, versnaði støðan.
– Mánadagin eftir, altso eina
viku eftir at eg hevði fingið stað
fest sjúkuna, bleiv eg so innløgd á
koronudeildini á Landssjúkrahús
inum. Eg fór við sjúkrabilinum til
Havnar, tí eg tordi ikki, at nakar í
familjuni skuldi koyra meg suður,
greiðir Rannvá frá.
Hon sigur, at tað kendist sera
væl at koma á koronudeildina.
– Eg var so illa fyri, og tá fekk eg
beinan vegin hjálp til at blíva betur
fyri, og so gekk tað faktisk skjótt
rætta vegin, so eg bleiv longu út
skrivað aftur mikudag seinnapart,
sigur Rannvá Andreasen.
Tá ið hon kom heim aftur til
Klaksvíkar av Landssjúkrahúsin
um, gekk tað ógvuliga skjótt rætta
vegin, og leygardag var hon so heilt
frísk aftur og slapp út millum fólk.
– Tað var fantastiska deiligt at
sleppa út millum fólk aftur og vera
saman við øðrum, men eg orkaði
næstan einki. Eg var ófatiliga móð
og orkaði ikki eingang at ganga
mær ein lítlan túr, greiðir hon frá.
Sum tey flestu ivaleyst vita, so er
Rannvá Andreasen millum fremstu
kvinnuligu fótbóltsspælarar í Før
oyum nakrantíð, og saman við
tvíburasystrini Ragnu hevur hon
verið ein av ímyndunum á sigurs
vanda kvinnuliðnum hjá KÍ sein
astu 20-25 árini. Rannvá spælir
fótbólt enn og er stutt síðani givin
á kvinnulandsliðnum, har hon ann
ars hevur spælt fleiri enn 50 lands
dystir.
– Tá ið eg var blivin frísk aftur,
fóru eg og systir mín ein dagin nið
an á vøllin við Djúpumýru at renna
ein túr runt um vøllin. Eg orkaði
bara at renna einaferð runt um
vøllin, og tá var systir mín langt,
langt framman fyri meg, og tað er
púra óhoyrt, sigur Rannvá Andrea
sen.
Hon kundi tó bara staðfesta,
at orkan var øgiliga lítil, og at enn
tann dag í dag er orkan avmarkað.
– Hetta hevur ávirkað fótbóltin
hjá mær rættiliga nógv. Síðani eg
var sjúk, havi eg ongantíð spælt ein
dyst frá byrjan. Eg havi bara verið
innskiftari og eri komin á vøllin, tá
ið tað mangla eini 20 til 30 minuttir
av dystinum. Eg havi snøgt sagt
ikki orku til meira. Og um eg geri
ov nógv av í einum dysti, so merki
eg tað eisini í fleiri dagar aftaná, og
tað havi eg ongantíð gjørt áður. So
tað er langur vegur enn, áðrenn eg
aftur eri á tí fysiska støði, sum eg
var á undan korona, sigur Rannvá
Andreasen.
Hon dylur tí ikki fyri, at hon av
álvara skal læra og venja seg við,
Størsta
smittutalið
í einum
samdøgri
Eftir fleiri mánaðir uttan koronusmittu
er hon nú aftur av álvara í landinum. Nú
ólavsøkan fór aftur um bak, uttan at vit
hildu øll tilmælini frá myndugleikunum,
óttaðust fakfólk, at koronusmittan fór
at taka seg uppaftur. Tað gjørdi hon so
fyrr í vikuni, tá ið fyrst tveir tilburðir vóru
staðfestir, síðani 14 og so á leið 30.
– Haldi vit kunnu siga, at smittan er
blussað uppaftur, sigur Bjarni á Steig,
yvirlækni, sum eisini er ráðgevi hjá
heilsuverkinum.
Meldaðu Sea
Shepherd
í gjár
Tá ið døglingar viltust upp á turt í Hvalba
í mikudagin vóru umboð fyri umstrídda
umhvørvisfelagsskapin Sea Shepherd
eisini til staðar. Tey løgdu ikki upp í,
men gjørdu nógv burtur úr at taka tað,
sum fór fram, upp á video, eisini tá ið
døglingarnir vórðu skornir upp. Og í
onkrum føri hildu fólk, at umboðini fyri
Sea Shepherd vóru so nærgangandi, at
tey vóru til ampa, og tískil varð ringt
til løgregluna. Løgreglan sigur, at nú
arbeiða tey fyri at fáa greiði á, um farast
skal víðari við málinum. Støðan er tann,
at tey eru her sum ferðafólk, og sum
so hava ferðafólk frítt at fara. Tey hava
eisini loyvi at taka tað, tey uppliva, upp
á video.
Seldu fleiri
bilar í
juli í ár
Sølan av nýggjum bilum higartil í ár er
lækkað við 15,5 prosentum, men tó er
framgongd í bilasøluni annan mánaðin
á rað. Higartil í ár eru seld 1685 nýggj
akfør í mun til sama tíðarkeið í fjør.
Men taka vit bara julimánað í ár og bera
saman við julimánað í fjør, so eru seld
17 akfør fleiri í julimánaði í ár. Tað er
sølan av persónbilum, sum fyllir mest í
hagtølunum. Har er afturgongdin higartil
í ár 23 prosent. Seldir eru tilsamans
1123 persónbilar í ár í mun til 1462
sama tíðarskeið í fjør. Men aftur her
síggja tølini fyri julimánað betri út. Seldir
vórðu 189 persónbilar í juli í ár í mun til
164 í fjør.
AUG
2020
– Eg ætli mær runt um alla verðina at
skateboarda. Eg droymi um at kunna liva av
at skateboarda.
11 ára gamli Baldur Holm, sum er eitt
natúrtalent a skateboardinum.
– Eg visti sjálvandi, at tað ikki ber til, at
tað er so fantastiskt hjá øllum øðrum alla
tíðina. Tí valdi eg við mínum bloggi at vísa á
veruleikan.
Malan Ludvig, sum á Instagramvanga
sínum »malunarverd« vísir
ein rokaligan veruleika sum
smábarnamamma.