týsdagur 29. desember 2020síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 30. desember 2020
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Skrædl á Tórsvølli
HB vinnur sín størsta sigur í bestu deildini
í heili 49 ár, tá ið teir vinna heili 11-0
á AB. Samstundis er talan um størsta
ósigurin hjá AB nakrantíð í fremstu
fótbóltskappingini. Daniel Johansen hjá
HB kom ikki á máltalvuna, men hann
legði upp til ikki færri enn fimm mál.
at hon í øllum møguligum støðum
ikki skal gera ov nógv av. Tað er
ótrúliga trupult at venja seg við, at
man blívur so skjótt móð í mun til
áður. Men eg fari ikki at gevast við
fótbóltinum. Korona skal ikki enda
mína fótbóltskarrieru, tað skal eg
sjálv gera, sigur Rannvá Andreasen
avgjørd.
Europeiskt rok
í Klaksvík
Á fyrsta sinni skal europeiskur
fótbóltur spælast í Klaksvík.
Føroyameistararnir úr KÍ skulu
hitta slovakiska meistaraliðið
Slovan Bratislava. Hetta gerst
ein tann mest umtalaði dyst
urin í Europa hetta árið.
Korona rakar tvær ferðir
Tá ið slovakiska ferðalagið
kemur til Føroya, vísir tað
seg, at ein fysioterapeutur
hjá felagnum hevur korona.
Spurningurin er tí, um allur
hópurin skal í sóttarhald, ella
um dysturin framvegis kann
spælast sum ætlað. Føroyskir
myndugleikar siga, at allur
hópurin skal í sóttarhald.
UEFA velur í fyrstu atløgu at
útseta dystin, soleiðis at Slovan
Bratislava kann fara heim aftur
við sínum fólki, og ístaðin
senda eitt nýtt lið til Føroya at
spæla dystin. Dysturin skal tí
spælast fríggjadag ístaðin fyri
týsdag, sum upprunaliga var
ætlanin.
Tá ið seinna ferðalagið hjá
Slovan Bratislava kemur til
landið, verður ein av nýggju
leikarunum testaður positivur
fyri korona.
Málið verður lagt fyri far
sóttarnevndina,
sum
eftir
fund um málið kemur til ta
niðurstøðu, at alt ferðalagið
hjá slovakiska felagnum skal
í sóttarhald, og dysturin tí ikki
kann spælast.
Slovakar eru í øðini um av
gerðina, men hon stendur við.
Nakrar dagar seinni kemur av
gerð frá UEFA um, at KÍ vinnur
umfarið uttan dyst, meðan
slovakiska liðið verður koyrt í
Europa League at kappast.
Ítróttur
– Vit vita, at immunverjan er tengd at,
hvussu vit hava tað sálarliga. Har er ein
kobling millum kropsliga og sálarliga heilsu.
Og einsemi kann verða eitt slag av stress, sum
kann ávirka immunverjuna.
Shahin Gaini, yvirlækni
Heimselita vitjar í Føroyum
Føroyskir taekwondo íðkarar hava
forvitnisliga vitjan. Tveir útlendskir íðkarar
á altjóða støði vitja í Føroyum. Tað eru 19
ára gamli
Otto Herlev
úr Danmark
og 24
ára gamli
Daniel Perez
úr Meksiko.
Danin
er hóast sín unga aldur longu trífaldur
danskur og norðurlendskur meistari. Daniel
Perez hevur áður verið á meksikanska
landsliðnum, men hann býr í løtuni í
Danmark, har hann er undir lesnaði, og hann
íðkar taekwondo í donskum felag.
Meðan teir báðir vitjaðu í Føroyum, vandu
teir tveir tímar um dagin við dystarliðnum
hjá Hwarang Føroyum í Søldarfirði. Eisini
vandu teir hvør í sínum lagi saman við
úrmælinginum Høgna Kunoy Dávason.