týsdagur 29. desember 2020síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020
34
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Trý børn upp á tríggjar minuttir
Triðja september gjørdust Inga og Bogi
Thomsen foreldur fyri aðru ferð. Men hendan
dagin vaks familjan úr trimum í seks, tá lítlu
tríburarnir komu til heimin gjøgnum planlagdan
keisaraskurð í viku 33 + 2.
– Eg eri so takksamur fyri gott heilsuverk og
fyri, at alt hevur gingið so væl. Vit eru so heldig,
og vit fáa góða hjálp her, sigur ein stoltur Bogi
Thomsen.
Heimasíða til børn og ung
3. september kom nýggj heimasíða til børn
og ung, sum hava tað trupult orsakað av, at
rúsdrekka ella rúsevni fylla ella hava fylt ov nógv
í familjuni. Talan er um tilboðið »Øll hava rætt til
góð barnaár« hjá Bláa Krossi, sum er eitt ókeypis
tilboð til børn, ung og alla familjuna. Talan er ikki
um rúsviðgerð, men at hjálpa eitt nú foreldrum
ella systkjum, sum eru avvarðandi hjá einum við
rústrupulleikum.
September:
Eg eri her
enn
Fyri fimm árum síðani fekk kenda
sjónleikakvinnan, Birita Mohr, staðfest
Alzheimer. Hóast sjúkan hevur merkt
bæði Biritu og famijuna nógv, gongur
lívið víðari, og kvinnan Birita Mohr er
her enn, hóast hon ikki er tann sama
Tað er friðarligt í heiminum hjá
Biritu Mohr og Ega Dam við Vill
ingardalsvegin í Havn hendan
fríggjadagin, ið vit vitja á gátt. Egi
er einsamallur í húsi, tá ið vit koma,
tí Birita er í dagtilhaldi í Kollafirði,
men verður skjótt við hús. Bæði
Birita og Egi eru kend úr føroyska
sjónleikaheiminum, men nú eru
nøkur ár síðani, at nakar av teimum
báðum hevur verið virkin innan
sjónleikin. Tað hevur óbodni gest
urin Alzheimer syrgt fyri.
Tað var í 2012, tá ið Birita Mohr
spældi sjónleikin Reinsan á Tjóð
pallinum, at tey varnaðust, at okk
urt var ikki, sum tað átti at vera.
Tað byrjaði at knípa við tekstinum,
og tað hevði aldrin verið ein trup
ulleiki áður.
– Eg terpaði við henni um
kvøldarnar her heima, men tað
var tungt, men hon fekk spælt við
hjálp frá suffløri. Búi, sonurin, var
hjálparleikstjóri, og hann legði
merki til, at okkurt var ikki heilt
rætt við mammuni, greiðir Egi Dam
frá.
– Birita var týðiliga merkt av
hesum, og tí tók hon eina stóra
avgerð, tá ið seinasta sýningin
hevði verið. Tá ið tann leikurin
varð liðugt spældur, lovaði Birita, at
hon fór ongantíð aftur á pall. Sjón
leikurin hevur fylt so nógv bæði í
hennara og mínum lívi, so tað var
eitt øgiliga stórt stig at taka. Men
hon føldi ikki, at hon var før fyri at
liva upp til tær treytir, ið hon setti
til sín sjálvs á palli, sigur Egi Dam.
Í familjuni hjá Biritu var Alz
heimer ikki ókent, og tí var tað
ikki óvæntað, at hendan sjúkan
spøkti í høvdunum á fleiri teirra.
Mamma Biritu hevði Alzheimer, og
harumframt høvdu báðar ommur
nar demens, men tað er sjálvandi
nógv ár síðani, og hvør veit, um
onkur teirra hevur havt Alzheimer
eisini.
– Men vit hugsaðu fyrst, at tað
kanska var tunglyndi, ið darvaði
hana, so hon fór til sálarfrøðing
at fáa hjálp, men tað hjálpti ikki,
greiðir Egi Dam frá.
Hann sigur, at tey settu seg
eisini í samband við psykiatriska
depilin á Landssjúkrahúsinum at
fáa hjálp.
– Satt at siga vónaði eg onkurs
vegna, at talan var um eitt slag av
tunglyndi, men innast inni visti
eg óivað væl, at tað var Alzheimer,
sum nú hevði rakt hana, sigur Egi
Dam.
Lívið gekk sína gongd, og í 2015
fóru Birita og Egi til Danmarkar,
har tað bleiv endaliga staðfest, at
hon hevði Alzheimer.
– Tað var sjálvandi tungt at
fáa staðfest, men eg haldi, at vit
øll vóru fyrireikað upp á tað. Vit
høvdu avtalað við dreingirnar at
vit skuldu ringja heim, tá ið vit
høvdu fingið svar, og tað gjørdu vit
so. Fyrst fatar man tað ikki ordiliga.
Tað var heldur ikki so umfatandi í
fyrstuni. Tað var mest stuttminni,
ið var ein trupulleiki hjá henni,
sigur Egi Dam.
Yngri sonurin Ári er nú eisini
við til samrøðuna, og hann leggur
afturat í hesum sambandi.
– Eg hevði sterkan illgruna leingi
um, at tað var Alzheimer. Eg trúði
ikki rættiliga upp á, at tað skuldi
Tvær
milliardir í
grøna orku
SEV er farið undir fyrireikingarnar til eina
havvindmyllulund. Verkætlanin kemur
væntandi at kosta slakar tvær milliardir
krónur.
Gongst eftir ætlan kann øll
ravmagnsframleiðslan hjá SEV gerast
grøn um eini 10 ár. Tað er í hvussu
so er eitt av málunum við nýggju
havvindmyllulundini, sum SEV hevur í
umbúna at seta upp. Talan er um eina
havvindmyllulund, sum kann framleiða
upp til eini 120 MW, og sum tí svarar til
eini fimm vindmyllulundir á landi. Í fyrstu
atløgu verða kanningar gjørdar av einum
øki eystan fyri Nólsoynna, har ein slík
havvindmyllulund kann setast upp.
Mentanar
lívið vil
hava størri
smidleika
Mentanarlívið er hart rakt av
koronutilmælum. Stóru tónleikatiltøkini
í ár eru avlýst, fleiri hundrað konsertir á
størri og smáum støðum eru útsettar ella
avlýstar, mentanarstevnur eru strikaðar,
og kring landið stríðast mentanarstøð
við at skipa fyri tiltøkum eftir galdandi
tilmælum, sum verða mett óliðilig og ov
avmarkandi.
– Eg hevði ynskt mær, at vit fingu størri
ábyrgd frá myndugleikunum at skipa fyri
tiltøkum. Vit skulu sjálvsagt hugsa um
frástøðu, reinføri og skráseting. Vit hava
stór rúm, sum vit kunnu passa til, men
tá ið talið 100 er so fastlagt, er trupult
at gera meira enn eitt vist, sigur Gunn
Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.
Ongantíð so
nógv rúsevni
sum nú
Herfyri var ein hending, har tað stóð
um lív hjá einum ungum manni,
sum hevði tikið rúsevnið LSD í eini
gummibamsu. Tíbetur spældi hetta væl
av, men hendingin kemur ikki óvart
á narkodeildina hjá løgregluni, tí tað
eru sera nógv hørð rúsevni í umferð í
landinum í løtuni.
– Vit hava ikki lagt hald á so nógv í ár,
men í hesum árinum er tað vaksið nógv
við hørðum rúsevnum í Føroyum, og til
dømis hoyra vit, at tað er nógv kokain í
umferð, upplýsir narkodeildin.
SEP
2020
– Eitt er vist, um ikki
almenningurin krevur tað,
so fara politikararnir ikki
at slóða fyri broyting.
Ingmar Valdemarson á Løgmansbø,
aktivistur og samstovnari av
umhvørvisfelagsskapinum Ringrás
– Eg hevði ofta hugsað,
at Føroyar vóru ov lítlar til
mín. Mínar ambitiónir
rukku út um oyggjarnar.
Páll Arge