Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 30. desember 2020 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Hallur nýggjur liðskipari Føroyska A-landsliðið savnast á fyrsta sinni undir Håkan Ericsson. Atli Gregersen er givin, og tí skal nýggjur liðskipari finnast. Ikki óvæntað verður Hallur Hansson nýggjur liðskipari. Hann er eisini liðskipari í felagi sínum AC Horsens í Danmark. vera tunglyndi, so eg væntaði, at tað var tað, sum tað nú var. Men sjálv­ andi var tað tungt at fáa boðini. Men samstundis var tað eisini ein lætti at fáa sett orð á tað. So visti man, hvat tað var, og man kundi fyrihalda seg betur til tað, sigur Ári Egason Dam. Bæði Egi og Ári leggja saman við Biritu stóran dent á, at hóast man fær eina diagnosu, broytir tað ikki so øgiliga nógv. Persónurin er tann sami. Tá fær man bara sett orð á, hvat tað er, sum man hevur at stríðast við. Vit løgdu ikki alt um, men tingini komu so við og við. – Fyri Biritu var tað tó eitt stórt niðurlag ikki at kunna arbeiða meira, sigur Egi Dam. Tey hava tó eitt hjartasuff um, hvat hjálp man fær, tá ið man fær staðfest eina slíka sjúku. – Tað man saknaði, tá ið vit komu heim úr Danmark, var bara onkur kon­takt – at onkur frá onkrum myndug­leika loftaði okkum eitt sind­ur, men tað var púra tøgn. Eg veit ikki, hvussu støðan er við tí í dag. Vón­andi er hon betur, sigur Egi Dam. Håkan fær dreymabyrjan Føroyska A-landsliðið hjá monn­um fer undir Nations Leag­ue kappingina. Á heima­ vølli fær føroyska liðið vitjan av fyrst Malta og síðani And­ orra á útivølli nakrar dagar seinni. Talan er um fyrstu dyst­ ir­nar hjá nýggja lands­liðs­venj­ ar­anum Håkan Ericsson, og teir verða spældir uttan áskoðarar. Brandur við dreymamáli Dysturin móti Malta gerst spenn­andi og hendingaríkur. Føroyar koma á odda við máli frá Klæmint Olsen, men malt­ esar bæði javn og leggja seg síð­ani á odda 2-1. Men so dregur Håkan Ericsson eina kanin úr hattinum. Hann hevði úttikið leirvíkingin Andreas Lava Ol­ sen til dystirnar, og tað kom óvart á mong, tí Andreas var als ikki fastur millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Men hann verður sendur á vøllin, tá ið støðan er 2-1 til Malta, og lítla løtu seinni hevur leirvíkingurin javnað til 2-2. Í seinasta minutti av vanligu leiktíðini fáa føroyingar frí­ spark nakað uttan fyri malt­es­ iska brotsteigin. Skálvíkingurin Brandur Hendriksson Olsen verður settur at skjóta, og við ein­um dreymasparki sendir hann bóltin upp í nærmasta mál­horn, og so er 3-2 til Føroyar og sigurin í hús. Nakrar dagar seinni er dyst­ ur í Andorra. Hendan dystin vinna Føroyar 1-0 við einum máli frá Klæmint Olsen. Før­ oyska liðið hevur tamarhald á støðuni allan dystin, og Teit­ur M. Gestsson í føroyska mál­in­ um verður ongantíð noyddur at vísa sín kynstur. Ítróttur – Amerikanarar hava eina ógvusliga arbeiðsmentan. Tú arbeiðir altíð. Regin Winter Poulsen, journalistur hjá Al Jazeera í USA Jóan Símun skrivar søgu Toftamaðurin Jóan Símun Edmundsson skrivar søgu, tá ið hann sum fyrsti føroyingur nakrantíð kemur á vøllin í týsku Bundesliguni. Hetta hendir, tá ið hann verður skiftur inn fyri felag sítt Arminia Bielefeld, sum júst er flutt upp í bestu týsku kappingini, tá ið liðið hevur vitjan av Køln. Jóan Símun verður skiftur inn, og lítla løtu seinni skorar hann einsamalla málið í dystinum, tá ið hann úr spískum snýtir málverjan hjá Køln. Sostatt skrivar hann søgu sum bæði fyrsti føroyski leikarin og fyrsti føroyski málskjúttin í Bundesliguni, og hetta er nakað, sum vekir ans í útlendskum miðlum.