Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2020 36 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Landsliðið gjørdist fyrsti gestur á Hilton Føroyski landsliðshópurin, sum kom heim aftur til Føroya hósnáttina eftir vinardystin móti Danmark, er innkvarteraður á Hotel Hilton í eina viku, og sostatt eru føroysku landsliðsleikararnir fyrstu gestirnir, ið hotellið hevur havt. Tí hotellið er ikki opið fyri almenninginum enn. Oktober: Løgtings­ maður staðfest ADHD: Tað kom óvart á meg Hóast 55 ára gamli Erhard Joensen í barna- og ungdómsárunum var sera væl fyri kropsliga, íðkaði nógvan ítrótt og kláraði seg væl í skúlanum, sær hann fleiri tekin um, at hann hevur havt óviðgjørt ADHD, nú hann sum vaksin lítur aftur um bak Fyri trimum árum síðani fekk hann diagnosuna ADHD, og síðani hevur hann lært seg at liva við av­ bjóð­ingunum. Hann vónar, at tað verða fleiri, sum ikki skammast við at fortelja, at tey hava ADHD, tí ADHD er arvaligt og rakar nógvar før­oy­ingar. – Tað er einki at ivast í, at tað enn í dag er ein stigmatisering kring ADHD. Sjálvur gjørdi eg vart við, at eg havi fingið tað staðfest, áðrenn eg stillaði upp til løgtingsvalið í fjør. Tað løgna hendi, at eingin segði eitt orð. Tað var onkur einkultur í ting­ bólkinum, sum tosaði við meg um, hvat ADHD er. Men eingin í mín­ um vinaskara tosaði um tað, tí tað er enn so duldargjørt, og tað er í veruleikanum synd, tí tað eru nógv­ ir før­oyingar, sum hava arva­ligu sjúk­una ADHD, sigur 55 ára gamli løg­tings­mað­ur­in, Erhard Joensen, sum fyri trimum árum síðani sjálv­ ur fekk staðfest ADHD og sum nú er í viðgerð og hevur lært seg at liva við avbjóðingunum og eisini fyri­mun­un­um, sum útgreiningin hev­ur givið honum. Í oktober mánaði fyri trimum ár­um síðani bleiv tá 52 ára gamli Erhard Joensen sjúkur. Hann endaði í sjúkrabili og fór á Suð­ur­ oy­ar Sjúkrahús. Hann fekk at vita frá læknanum, at hann skjótast gjør­ligt skuldi fáa fatur á einum sálar­frøðingi ella sálarsjúkulækna (psyki­atara) og fáa eina útgreining, tí tað, sum feilaði var, at hann hevði fingið eitt álvarsamt óttaherðindi. Erhard Joensen fekk tá tíð hjá sál­ arfrøðingi og eftir hetta hjá priv­at­ um sálarsjúkulækna, tí hann hevði varhuga av, at skuldi hann gjøgn­ um almennu skipanina, fór tað at taka fleiri ár, árðrenn hann slapp framat. Eftir tríggir mán­aðir og nakrar samrøður stað­festi sálar­ sjúku­læknin, at Er­hard Joensen hevði ADHD, og or­søk­in til, at hann var end­aður á sjúkra­hús­inum nakr­ ir mánaðir framm­an­undan var, at hann hevði livað við óvið­gjørdum ADHD. – Hetta kom púra óvart á meg. Eg hevði hoyrt um orðið ADHD, men eg visti onki um tað. Eg fór síðani at lesa um ADHD, og hvat tað hevur við sær, sigur hann. Hann greiðir frá, at hóast hann í barna- og ungdómsárunum var sera væl fyri kropsliga, íðkaði nógv­ an ítrótt og kláraði seg væl í skúl­ anum, sær hann fleiri tekin um, at hann hevur havt óviðgjørt ADHD, nú hann sum vaksin lítur aftur um bak. – Tá ið eg hyggi aftur á tíðina, tá ið eg gjørdist eldri, varð giftur og fekk familju, er órógvið frá barn­dóminum ikki horvið. Eg havi arbeitt ótrúliga nógv, bæði tá børn­ ini vóru lítil og allan vegin upp eftir. Eg arbeiddi sum málari tey fyrstu 14 árini, vit høvdu børn, áðrenn eg fór upp í laksaaling. Eg var úti til arbeiðis í nógvar av mínum vaknu tímum, og síðan arbeiddi eg víðari í høvdinum eftir tað. Eg hvørki dugdi ella kundi kobla úr, greiðir Skúlin við Streymin tikin í nýtslu – Í heystferiuni lata vit dyrnar upp í okkara nýggja, stásiliga skúla og ítróttahøll. Vit vóna, at ung sum eldri koma ein túr at hyggja eftir skúlanum og fáa sær ein betri bita, sigur ein fegin Heðin Zachariasen, borgarstjóri. Verkætlanin, sum byrjaði 1. desember 2016, er størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð. Nýggi skúlin, ið nú rúmar øllum næmingum frá 1.til 10. flokk er bygdur saman við verandi skúla. Í skúladeplinum eru nútímans skúlastovur, serstovur, ítróttahøll, svimjihylur, fimleikahøll, musikskúli, bókasavn og stórt miðøki til felagstiltøk. Sonja skal kanna sjómenn Sonja Jógvansdóttir er leiðari fyri eina granskingarætlan, sum skal kanna uppilagstar sjómenn. Verkætlanin hevur fingið 329.391 krónur í stuðli frá Sjúkrakassagunninum. Tað eru Fiskimannafelagið og Samtak, sum standa fyri at gera hesa gransking, og verkætlanin hevur hesa yvirskrift: »Uppilagstur. Samrøðukanning við sjómenn, sum vegna skaða, slit, sjúku ella av øðrum ávum eru noyddir at gevast á arbeiðsmarknaðinum«. Fokus á ADHD í oktober Oktober er ADHD Awareness month, sum er eitt afturvendandi altjóða tiltak har feløg, stovnar, einstaklingar og onnur varpa ljós á neuropsykiatrisku diagnosina ADHD. Umleið fimm prosent av børnum og tvey og eitt hálvt prosent av vaksnum hava ADHD, sambært World Health Organization, og tí er heimsherferðin til frama fyri upplýsing og tilvit fyri hundatals milliónum. OKT 2020 – Onkuntíð veit eg ikki, hvar eg skal fara, og siti tá inni á vesinum eina løtu fyri at fáa frið. Bára Silvansdóttir, sum hevur ADHD og gongur á Glasi. – Eg geri tað, sum eg dugi, og eg havi góð fólk til alt annað. Rúni Djurhuus Jana takkar fyri seg Tað hevur verið hennara lív í 34 ár, men nú er tíðin komin at ganga aðrar leiðir. Tað sigur Jana Thomsen, sum hevur havt Faroe Fitness í Havn øll hesi árini. – Sum oftast eri eg til arbeiðis frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, og tað er eisini leygardag og sunnudag, so eg havi ongantíð frí. Nú eri eg ordiliga troytt av longum døgum, og eg havi fingið tvey ommubørn, sum eg gjarna vil hava meiri tíð til at vera saman við, sigur Jana Thomsen.