Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 30. desember 2020 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Tapa greitt fyri dønum Føroyska A-landsliðið í fótbólti er fyri greiðum ósigri, tá ið liðið spælir venjingardyst móti Danmark á MCH Arena í Herning. Úrslitið av dystinum er 4-0 til Danmark, sum eisini var hálvleiksstøðan. Sverri Nielsen europameistari Miðvingurin Sverri Nielsen gerst europameistari í single­ scullara, tá ið hann í final­uni í kappingini, sum fer fram í Poznan í Pólandi vinn­ur framm­an fyri einum pól­lend­ ing­ini og einum normanni, sum vóru harð­astu kapp­ing­ar­ neyt­arnir. Í finaluni lá Sverri, sum rør fyri Danmark, leingi uttan fyri heiðursmerkjaplássini, men við einum sera væl tilrættisløgdum endaspurti smeyg hann sær framvið fremstu bátunum og vann kappingina nokk so sannførandi. Singlesculler er tann báta­ flokkur, sum mest tign er um, og tí er tað nakað heilt serligt at vinna gull júst í hesum flokkinum. Heiðraður í Føroyum Hóast Sverri rør fyri Danmark, so eru føroyingar sjálvsagt ógvu­liga ernir av úrslitinum hjá miðvinginum, sum fáar dagar eftir kappingina kemur á vitjan í Føroyum. Løgmaður skipar fyri mót­ tøku fyri europa­meist­aran­um í Tinga­nesi, og í heimbygdini Mið­vági skipar kommunan eis­ ini fyri móttøku. Seinni í heyst koma so boð­ ini um, at Team Danmark hev­ ur tikið út Sverra Nielsen til olympisku leikirnar í Tokyo komandi ár, har danir hava góðar vónir um, at miðvingurin kann gera seg galdandi. Gott ár í Europa Føroysku liðini, sum hava spælt europeiskan fótbólt í ár, eru nú øll útsligin, hóst tey hava staðið seg væl. Seinasta liðið, sum verður sent úr europeiskum fótbólti, er KÍ, sum á útivølli tapir 1-3 fyri írska Dundalk í play-off dysti um at sleppa í bólkaspælið í Europa League. So langt er einki annað føroyskt lið komið áður. Eisini B36 hevur staðið seg avbera væl, men má til endans lúta fyri CSKA Sofia í Bulgaria. Frammanundan hevði árstalsfelagið vunnið á liðum úr Gibraltar, Estlandi og Wales. NSÍ vinnur í fyrsta umfari á liði úr Wales, men má síðani lúta á útivøll fyri Aberdeen í Skotlandi. HB tapir hinvegin í fyrsta umfari tepurt fyri Glentoran úr Norðurírlandi á útivølli. hann víðari frá. Erhard Joensen hevur fingið at vitað frá sálarsjúkulækna, at tá vit eru ung, klára vit at bøta fyri ADHD við kreftunum, tí vit eru kropsliga væl fyri tá. Men tá tú kemur upp í aldri – og serliga fyri mannfólk um 40 ára aldur – klárar kroppurin ikki longur at kompensera fyri ov­ur­ virkni, sum er í kroppinum. Fyri ikki at gerast strongdur ella fáa herðindi aftur leggur Erhard Joen­sen bæði dagar og nætur væl til rætt­is og lurtar eftir læknafakligu veg­leið­ing­ un­um, hann hevur fingið. – Eg má skipa lívið væl. Fyri tað fyrsta taki eg heilivágin, sum lækn­ in hevur útskrivað mær, eti gott, røri meg og gangi nógv, tí tað er av­ streingj­andi. Eisini er hvíld og góð­ur svøvnur umráðandi, sigur hann Ítróttur – Har Kaj var, var lív, gleps og glentran; sum tá tarvkálvar stangast í vársólini. Niclas Johannesen, tónleikari, í minningarorði um Kaj Johannesen