Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2020 38 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Ongar jólaheilsur úr Føroyahúsinum Í nógv ár hevur verið vanligt, at føroyingar í Keypmannahavn eru savnaðir í Føroyahúsinum undan jólum at taka upp jólaheilsanir, sum verða sendar í útvarpinum beint fyri jól. Men hesum setir korona fót fyri í ár. Skoytibreytin verður í Gundadali Hálvan November var farið undir at gera klárt til at seta skoytibreytina upp í Vágsbotni, men eftir at nógv mótmæli komu frá vinnulívinum í miðbýnum, bleiv ætlanin slept, og arbeiðið steðgaði. Síðani hevur kommunan arbeitt við eini nýggjari staðseting til breyting, og fleiri uppskot hava verið frammi, men valið er fallið á niðara vøll í Gundadali. November: Við barn og innløgd við koronu Lítið vistu 30 ára gamla ElsaMaria Dam Kongslíð og 33 ára gamli Erhard Pæturson Kongslíð, hvussu turbulent fyrsta árið sum hjún for at verða, tá tey fyri góðum ári síðani góvu hvørjum øðrum sítt ja. ElsaMaria gjørdist við barn fyrst í 2020. Hetta var eitt tíðarskeið, sum hon sjálv lýsir sum ógvuliga stressandi Tá landslæknin ringdi og segði Elsu­Mariu, at hon hevði koronu, varð ElsaMaria fyrst rættiliga irrit­ erað. Hon var móð, illa fyri og ork­ aði illa tankan um ein longt sótt­ ar­hald. Tað er ikki neyðturviliga vanda­mikið at fáa koronu, tá ein gong­ur við barni. Serliga ikki, tá ein ikki er komin til at eiga, tí tá er ikki neyðugt at fara á sjúkrahúsið, fekk hon at vita frá læknanum tá. Men ElsaMaria varð bara verri og verri fyri. Fyri tað allar mesta lá hon á sofuni og orkaði næstan ikki upp á loftið á ves. Fleiri ferðir ringdi mamma hennara og bað hana taka fepurin. ElsaMaria var í sóttarhaldi og átti ongan fepurstokk, og tí visti hon ikki, fyrr enn gumma hennara kom við einum fepurstokki, at fep­ ur­in lá um 39 stig. Hon var tá ógvu­ liga ússalig, og síðani varð av­gjørt, at ElsaMaria mátti fara á skaða­ stov­una og verða kannað. – Læknin kemur út eftir mær uttanfyri skaðastovuna við masku, klæðum, handskum og verju fyri høvdið til mín, áðrenn eg kundi fara inn á sjúkrahúsið, sigur hon. Hon varð síðani koyrd á inten­ siv­deildina, og tølini vóru als ikki góð. – Eg hevði fepur og ongan mat­ ar­lyst. Læknarnir vildu halda eyga við tølunum alla tíðina á skíggj­ an­um, og tað kundu teir ikki á seingjadeildini. Eg skuldi eisini í skann­ara, og har sóu læknarnir, at lung­uni ikki sóu gott út, og at eg hevði ringan lungabruna. Eg fekk tað ikki betur, meðan eg lá á int­ ensiv­deildini, sigur hon og greiðir frá, at hon minnist næstan einki frá døgunum á intensivdeildini, tí hon var so illa fyri. Nakrar dagar seinni var heilt galið, tá ElsaMaria fekk eitt herð­ indi hálvgun í ørviti av sjúku, pínu og andaneyð. – Tá eg skuldi upp at eta, var puls­urin uppi á 150. Tað kendist, sum var eg við at kvalast. Eg fekk ikki luft, og pulsurin fór ikki niður aftur. Eg var inni í einum kamari og har var bara ein úthurð. Eg havi ongantíð verið so svøk fyrr. Eg royni at hála slangur og annað av mær og rann yvir til úthurðina og bankaði og sparkaði hana, meðan eg stríddist við at fáa hana upp, men eg fekk hana ikki upp, tí eg var so veik, sigur hon frá. Ein sjúkrarøktarfrøðingur kom inn og fekk sissað ElsuMariu, og hon sær tá, at tað standa fleiri folk uttanfyri og hyggja. Løtu seinni kemur ein lækni inn og sigur, at tey nú verða noydd til at taka barnið við keisaraskurði, tí ElsaMaria var so vánalig. Tveir tímar seinni er ElsaMaria í skurðstovuni. Stovan er full av Øll vilja síggja ættarbands­ skránna Síðan Vangin og Samleikin vórðu tiknir í nýtslu, eru tað heilt nógv, ið hava roynt nýggju funkuna at blaða í síni egnu fortíð. Higartil hava 5000 fólk fingið sær Samleikan, og 4300 eru skrásettir sum brúkarar, kunnar Talgildu Føroyar. Hóast Vangin hevur fleiri funkur, og skal hava enn fleiri sum frálíður, er tað serliga ættarbandsskráin, ið hevur fingið góða móttøku. – Vit eru ovurfegin um góðu móttøkuna, og tað er gott at síggja, at fólk taka so væl ímóti hesum, sigur Durita Hansen, samskiftisfólk hjá Talgildu Føroyum. Brúka varð­- halds­fongsl­ ing nógv í Før­oyum Hagtøl vísa, at vit í Føroyum ofta hava fólk sitandi varðhaldsfongslað í rættiliga drúgva tíð, og at vit brúka avbyrging í nógv størri mun enn til dømis í Danmark. Til dømis vóru tað í 2017 bara 17 persónar, sum blivu varðhaldsfongslaðir og avbyrgdir, meðan talið í Føroyum sama ár var 13 persónar. Ein av orsøkunum til høga talið í Føroyum er, at fongsulsumstøðurnar í Føroyum eru avmarkaðar, og tí hevur man brúkt varðhaldsfongsling til at halda fangar atskildar, meðan man í Danmark ístaðin hevði kunnað koyrt fangarnar í hvør sítt fongsul heldur at avbyrgja teir. Stórur Mikines settur til sølu Danska uppboðssøluhúsið Bruun Rasmussen hevur sett trý verk eftir Samuel Joensen-Mikines til sølu. Málningarnir verða tilsaman mettir at verða verdir umleið 340.000 krónur. Málningarnir verða seldir hvør sær til hægst bjóðandi, um boðið kemur upp um tað, sum seljarin í minsta lagi vil hava fyri málningarnar. Tey, sum hava sett málningarnar til sølu, eru ónevnd, og tað verða keypararnir eisini. NOV 2020 – Man fær jú eina aha-uppliving, tá man sær, hvat tað inniber. Tað er ikki bara hugni, tí tað eru eisini strævnir dagar við lítið av svøvni ella sjúku. Rúni Jákupsson, útvarpsmaður, sum hevur tikið longri barsil enn tað, sum er avsett pápanum. – Sum liðskipari fari eg at spæla á miðvøllinum og annars luttaka í verjuni, tá tað er neyðugt og í álopinum, tá ið tað skal til. Áskoðararnir skulu hava eitt gott upplivilsi. Karl Johansen, nýggi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu