týsdagur 29. desember 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 30. desember 2020
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
KÍ vinnur greipu nummar 15
Kvinnurnar hjá KÍ eru í serflokki og hava verið tað í nógv ár. Kappingarárið
í ár er einki undantak í so máta. Fyrst tryggja klaksvíkskvinnur sær
føroyameistaraheitið í stórum stíli, og í finaluni í
steypakappingini vinna tær eisini tryggan sigur,
tá ið tær vinna 3-0 á NSÍ. Talan er um greipu
nummar 15 hjá KÍ, og merkisvert er, at tríggir
leikarar, Rannvá Andreasen, Ragna Patawary og
Malena Josephsen hava verið við øll 15 árini.
læknum og fakfólki í andlitsverju,
handskum og kittli. Hon sær bara
eygu, og hon minnist ikki enn tann
dag í dag, hvør hevur verið inni á
skurðstovuni.
– Dótturin Olivia varð tikin út, og
á veg út gjøgnum hurðina, steðgar
barnalæknin líka á og vísir mær
hana. Eg sá hana ikki aftur tá, sigur
mamman.
– Kroppsliga kendi eg ein lætta
beinavegin, tá hon varð tikin út,
og eg fekk luft nógv longri niður í
lungini, enn eg hevði fingið í langa
tíð. Eg føldi við tað sama, at tað var
gott, at hon kom út, sigur hon frá.
ElsaMaria fór einsamøll aftur á
intensivdeildina eftir keisaraskurðin,
og nýfødda Olivia fór við pápanum í
eina avbyrgda stovu á barnadeildini.
Eina viku seinni sleppur ElsaMaria
endiliga at hitta dóttur sína fyri
fyrstu ferð.
– Tað var ómetaliga deiligt at fáa
hana í føvningin, sigur hon.
Føroyar vinna bólkin
í Nations League
Nations League kappingin end
ar, og úrslitið hjá føroyska
landsliðnum og nýggja venjar
anum, Håkan Ericsson, er sera
gott. Liðið vinnur nevnliga bólk
in hjá sær eftir tríggjar sigrar
og tríggjar javnleikir.
Seinastu
dystirnir
verða
leiktir á útivølli. Fyrst spæla
Føroyar javnleik 1-1 móti Let
landi í Riga, og tríggjar dagar
seinni er bólkafinala í Valetta
á Malta. Kravið til maltesar er,
at teir skulu vinna dystin fyri
at vinna bólkin, meðan føroy
ingar kunnu noyðast við einum
javnleiki.
Dysturin endar 1-1, eftir at
Malta annars var komið á odda
1-0. Føroyska málið skorar inn
skifti Ári Mohr Jónsson mið
skeiðis í seinna hálvleiki.
Vinna stóra
pengaupphædd
Umframt heiðurin at vinna
bólkin, so flytir føroyska lands
liðið úr styrkisbólki D upp
í styrkisbólk C til komandi
kapping. Harumframt tryggjar
liðið við sigrinum eisini Fót
bóltssamband Føroya ein pen
ingaligan vinning, tí bólkavinn
arin fær nevnliga slakar seks
milliónir krónur.
Eisini kappingin hjá før
oyska U21-landsliðnum kemur
at enda. Seinasti dysturin
verður leiktur í Kasakstan, og
har vinna ungu føroyingarnir
3-2 á vertunum. Føroyska U21-
liðið stendur seg sera væl í
kappingini í heyst yvirhøvur.
Ítróttur
– Við tað, at eg starvist í eldrarøktini, føli
eg tað sum mína skyldu at lata meg koppseta.
Hevði eg havt annað starv enn á heilsuøkinum,
hevði eg helst bíðað, til størri vitan var um
møgulig hjáárin.
Anja T. Vidtfeldt Kvilt, tá ymisk
fólk vórðu spurd, um tey fara at
lata seg koppseta móti koronu, tá
koppingarevnið kemur.
HB vinnur sítt 24. FM
Besta liðið hjá HB hevur verið á odda í
landskappingini so at siga alt kappingarárið,
og í næstseinasta leikumfari tryggjar liðið
sær eisini føroyameistaraheitið eftir tryggan
sigur á TB á Tórsvølli.
Í seinasta leikumfari fer HB til Klaksvíkar
eftir steypi og gullkrónum. Tá stendur
nógv upp á spæl hjá KÍ, sum skal vinna
á føroyameistarunum fyri at tryggja sær
europeiska luttøku komandi ár. KÍ kemur
eisini á odda við máli frá Páll Klettskarð,
men í yvirtíðin javnar verjuleikarin Delhin
Tsiembe fyri
HB.
Tí má KÍ seta
sína vón til, at
HB eisini vinur
Løgmanssteypið,
fyri at
klaksvíkingar skulu
sleppa út í Europa. Og
tað ger HB, tá ið teir
í finaluni vinna 2-0 á
Víkingi.