Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2020 40 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Nethandil vaksin Tá ið korona í vár rakti Føroyar, vóru tað nógvir handlar kring alt landið, sum valdu at stongja í fleiri vikur. Hetta hevði við sær, at teir nethandlar, sum tá vóru á marknaðinum, merktu ein stóran vøkstur, og samstundis vóru tað fleiri handlar, sum tá fingu sær nethandil. Posta ber út fleiri pakkar enn nakrantíð áður við klæðum, innbúgvi, barnaútgerð og øðrum til føroyingar kring alt landið. Desember: – Havi ongantíð sæð yngsta son mín – Eg minnist væl dagin, eg sum 11 ára gomul fekk boðini um, at sannlíkt var, at eg fór at missa sjónina. Tað var í mai mánaði, veðrið var so fantastiska gott. Alt var grønt og fuglarnir sungu. Eg minnist tað, sum ein ordiliga, ordiliga penan og ljósan dag, sigur 53 ára gamla Ruth Thomsen, sum er blind – Eg minnist ikki, at tað var so øgiligt tann dagin, men fyri foreldrini hjá mær var tað forferdiligt. Tey hava, alt tað eg kann minnast, sagt, at eitt tað svartasta skýggið, sum er komið á teirra lívshimmal var tann dagin, tey fingu boðini um, at eg fór at gerast blind. Tað var forferdiligt hjá teimum at hoyra, men eg upplivdi tað ikki soleiðis sjálv, sigur Ruth Thomsen frá. Hon er fødd við arvaligu sjúkuni retinitis pigmentos, vanliga nevnd RP. Ein sjúka, sum ger, at sjónin spakuliga versnar, inntil hon hjá teim­um flestu eisini hvørvur. Ruth Thomsen fekk boðini um, at hon hevði RP, tá hon sum 11 ára gom­ul var send til Danmarkar til eygna­ lækna saman við foreldrum sínum. Og tá hon var síðst í tjúguárunum, gjørd­ist hon heilt blind. – Tað hevur ikki fylgt mær gjøgnum barna- og ungdómsárini, at eg fór at gerast blind. Als ikki, sigur Ruth Thomsen við eyðkenda posi­t­iva tónalagi sínum. Ein posi­ tiv­itetur, sum ein hevur hug at undr­ast á, tí torført er at hugsa sær eitt lív uttan sjónina – sansurin, sum kanningar siga, stendur fyri 80 pro­sent av inntrykkunum, sum vit menn­iskju fáa gjøgnum dagin. Hon sigur tó, at eyðkendi positiviteturin - sum eisini var við til at veita henni heið­urin, tá hon í síðstu viku fekk handað fyrstu kærleikskúluna, sum Dugni lat úr hondum - er eitt til­vitað val. Hon hevur sjálv valt hann. Tí, sigur hon, tað er lætt at gerast beisk og negativ. Ruth Thomsen var sjónveik í nógv ár, áðrenn hon ordiliga misti sjónina. Hon greiðir frá, at hó­ast hon sum barn sá illa, kláraði hon seg væl, gekk í skúla og fekk út­ búgv­ing. Tá sjónin ordiliga hvarv, var Ruth smábarnamamma, hevði børn­ini heima og megnaði ikki at vera á arbeiðsmarknaðinum long­ ur. – Tað er øðrvísi at taka sær av ein­um barni, tá tú onga sjón hevur. Tað var so krevjandi, tí eg einki sá. Eg hevði ikki orku til nógv annað enn bara at vera mamma, sigur hon. Tá hon verður spurd, hvør var tann seinasti persónurin, sum hon sá, steðgar hon á eina løtu og røddin gerst álvarsom og kensluborin – Eg kom at kenna mannin, tá eg var blaðung, so eg havi sæð hann tá. Og tá eg átti tey bæði eldru børini, hevði eg nakað av sjónsrest eftir, sigur hon frá. – Men eg havi ikki sæð tey við Liljan Weihe nýggjur stjóri á Visit Tórshavn Tað verður 41-ára gamla Liljan Weihe, sum fer at standa á odda fyri Visit Tórshavn eftir ársskiftið. Fremsta uppgávan hjá stjóranum og toyminum á Visit Tórshavn er at vekja áhugan fyri býnum og bygdunum í kommununi og soleiðis tæna bæði borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum. Liljan Weihe er útbúgvin samfelagsfrøðingur og journalistur frá lærda háskúlanum í Roskilde og hevur drúgvar royndir innan samskifti og leiðslu. Liljan hevur í fleiri ár verið deildarleiðari í Kringvarpi Føroya og kemur úr einum starvi sum ráðgevi á Fólkatingi. Arbeiðið upp á langhylin byrjað Mikudagin 9. desember loysti Annika Olsen, borgarstjóri, fyrsta flagið fyri langhylinum í Gundadali, sum eftir ætlan stendur liðugur um trý ár. Arbeiði at gera langhylin bleiv bjóðað út í høvuðsarbeiðstøku fyrr í heyst, og lægsta tilboðið hevði J & K Petersen, sum hevði eitt tilboð upp á 147,5 milliónir krónur. 17 ára gomul prýtt Erlu Kongsdóttir Tað kom óvart á 17 ára gomlu Ýr Ákadóttir av Tvøroyri, tá ið hon fekk at vita, at Strandferðslan fegin vildi hava hana at prýða nýggja avloysaraskipið hjá sær við einum listarverki. – Eg kendi meg ikki óvissa í, um tað var veruligt. Eg eri jú bara 17 ár og eitt lokalt listarfólk av Tvøroyri, sigur Ýr Ákadóttir. – Eg taki tað sum ein øgiliga stóran heiður at fáa uppgávuna at mála eitt slíkt listarverk, sum hongur umborð á hesum skipinum, so eg eri øgiliga, øgiliga glað og errin, sigur unga listarkvinnan. DES 2020 – Vit eru von vit at arbeiða saman. Tað hava vit gjørt ofta fyrr, og tað gera vit meira ella minni allatíð. Vit síggja, hvat hin ger, hjálpa hvørjum øðrum og sparra. Tað riggar væl. Marita Dalsgaard og Olaf Johannesen – Fyri tey flestu eru jólini ein fantastisk og hugnalig tíð fylt við spenningi, men soleiðis er ikki altíð fyri okkum, sum hava foreldur, ið drekka, tí tíverri eru jólini ein tíð, nógv av okkum stúra fyri. Dulnevnt barn hjá alkoholikara Stórur áhugi fyri Eysturoyartunnlinum 19. desember lat Eysturoyartunnilin upp, og tilsamans 17.989 akfør koyrdu í gjøgnum tunnlin fyrsta samdøgrið. Í Føroyum eru skrásett 40.203 akfør. Um vit trekkja tey frá, sum ikki kunnu koyra sjálvi, so sum viðfestisvognar og kampingvognar, so eru 35.730 akfør. Og 17.989 svarar til 50,3 prosent av teimum.