Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Mikudagur 30. desember 2020 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Pætur skoraði ársins mál Tað var ungi NSÍ-arin Pætur Skipanes, sum skoraði ársins mál í Betrideildini hjá monnum í 2020. Tað verður avgjørt eftir atkvøðugreiðslu á netinum, sum Televarpið skipar fyri. Málið skoraði Pætur Skipanes á Tórsvølli í 2-2 dystinum móti HB í oktober mánaða. Fimm mál eru í uppskoti, og málið hjá Pætur Skipanes fær umleið 40 prosent av atkvøðunum. mín­um egnu eygum, síðani tey vóru um fimm-seks ára gomul. Yngsta sonin havi eg ongantíð sæð. Men eg eri rættliga vís í, at eg veit, hvussu tey síggja út, tí tey eru ómetaliga gávumild við klemmum og spyrja meg javnan, um eg vil hava klemm. Tá eg sleppi at taka um tey, føli eg, hvussu tey síggja út. Tey hava einki ímóti, at eg nerti við andlitið á teimum. Tað geri eg bara hjá børn­ unum og manninum. So sleppi eg at føla skapið á andlitinum, sigur hon umhugsin. Ruth minnist ikki, hvør var tann sein­asti persónurin, hon sá við sín­ um egnu eygum, tí sjónin fór so líð­andi. Men tað pínir at tosa um andlitini, sum hon ikki sær, og hon greiðir frá, at hetta er eisini tað, sum fólk hava truplast við at koma inn á, tá tosað verður um blindni. – Eg skal ikki dylja fyri, at hesin saknurin av ikki at síggja børnini og mannin er tann svárasti saknurin, sigur hon kensluborin. Ítróttur – Vit royna altíð at skipa so fyri, at eingin gongur svangur ella situr einsamallur á jólum. Martin Kúrberg, dagligur leiðari á Herberginum Føroyskar oyggjaleikir Oyggjaleikirnar á Guernsey, sum skuldu vera komandi ár, eru útsettar til 2023. Tað hevur við sær, at ÍSF ger av at skipa fyri føroyskum oyggjaleikum kom­andi summar. Summar av teimum ítróttar­ greinunum, sum taka lut í oyggja­leikunum, hava ikki aðr­ ar kappingar at taka lut í utt­ an­lands, og tí skulu føroysku oyggja­leikirnar í fyrstu atløgu virka sum avloysari fyri van­ ligu oyggjaleikirnar. ÍSF ætlar, at kappingarnar skulu fara fram á eini trimum ella fýra økjum í Føroyum, og at sersambondini hvør í sínum lagi skulu skipa fyri sínum kapp­ingum. Somuleiðis er ætl­anin, at øll sersambondini, eisini tey ið vanliga ikki eru við á oyggjaleikunum, skulu fáa møgu­leika til at vera við í før­ oysku oyggjaleikunum. Tað er somuleiðis frítt hjá einstøkum sersambondunum at gera av, hvør skal taka lut í føroysku oyggjaleikunum. Ikki er neyðugt, at tað eru tey all­ar­fremstu í hesum ítrótti í Føroyum. Talan kann eisini vera um til dømis eina U18- kapp­ing, um sersambandið held­ur tað vera meiri hóskandi. Enn hava føroysku oyggja­ leik­irnir, sum ætlanin er at hava vikuskiftið 8-11 juli 2021, ikki fingið nakað endaligt heiti. Evy og Petur ársins leikarar Tey bæði Evy á Lakjuni og Petur Knudsen gera stóru hálini, tá ið ársins leikarar í fótbólti 2020 verða kosnir. Hjá kvinnunum vinnur Evy á Lakjuni úr KÍ heiðurin sum ársins spælari. Harumframt vinnur hon eisini heiðurin sum ársins miðvallari, umframt at hon fær gullskógvin sum toppskjútti í fremstu kvinnudeildini. Petur Knudsen gerst stóri sigursharrin hjá monnunum. Hann verður kosin ársins spælari, og harumframt verður hann eisini kosin ársins ungi spælari og ársins áleypari. Bæði Evy á Lakjuni og Petur Knudsen verða somuleiðis vald á ársins lið hjá ávikavíst kvinnum og monnum.