Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen Hiddenfjord hevur gjørt stórar broytingarí 2020. Fyritøkan gavst at flyta alilaksin út á mark­ naðin við flogførum, tey hava stytt tíðina, har laksurin er á sjónum, nógv og eru farin at ala á heim­sins mest harðbalna ali­staði á Víkum. Virðisgrundarlagið hjá Hiddenfjord er fyrst og fremst burðardygd, og Atli Gregersen sig­ur, at tey leingi hava arbeitt við einari burð­ar­dyggari loysn á lúsa­trupul­leika­ num. -Hetta er ein av or­ søkunum til, at vit í 2010 tóku avgerð um at stytta tíðina hjá laksinum á sjónum so nógv, sum til ber. Í byrjanini var laks­ urin í sjónum 22 mánaðir, og nú í 2020 er hendan tíðin stytt niður til undir 14 mánaðir. Felli nú er undir fimm prosent. Arbeitt hevur verið við at framleiða størri smolt, men Atli Gregersen sigur, at tey eisini hava arbeitt við at fáa laksin at vaksa skjót­ari, meðan hann er á sjón­um. Hann vísir á, at tey hava syrgt fyri, at smoltið hevur góðar umstøður á smolt­støðini, men eisini, at fiskurin hevur góðar vakstrarmøguleikar í ring­unum. -Millum annað hava vit brúkt eina datastýrda fðrings­skipan, Tað er før­ oyska felagið Faroe Sea sum hevur gjørt hana. Ein skipan, sum vit eru stak væl nøgd við. Nýtt met Atli Gregersen sigur, at tey eru errin av at kunna siga, at tey í hesum døg­ um taka laks, sum vig­ar 6,3 kilo í kruvdari vekt. -Tað eru bert átta og ein hálvur mánaði síðani, at smoltini vóru sett á sjógv. Tann 23. mars vigaðu tey 820 gram. Vakstrarfaktorurin er 4,6, sum er klárt met í Føroyum. Felli er eisini lágt, bert 1,98 prosent, leggur hann afturat. Eigarar: Atli og Regin Gregersen Starvsfólk: 175 Aling á fimm støðum og smoltstøð á Fútakletti Hiddenfjord-vørur eru Global G.A.P. góðkendar HIDDENFJORD: Av tí, at fiskurin er styttri tíð á sjónum, so minkar tað um lúsatrupulleikan. Hetta tí at jú longri laks­ urin er á sjónum í ring­ unum, tess størri vald fær lúsin á laksinum. Tað noyðir alaran at seta til­tøk í verk, sum ger vælferðina hjá fiskinum verri, gevur minni vøkst­ ur, og viðførir størri felli. Sæð í søguligum saman­hangi er laksaaling ein nýggjur vinnuvegur, og Atli Gregersen held­ur, at risastórir menn­ingar­ møguleikar eru ótroyttir. -Hesir menn­ingar­ møgu­leikar kunnu fremj­ ast við tøkniligum fram­ brot­um. -Men eftir mínum tykki kann meira fáast burturúr at skil­ja lív­ frøð­ina bet­ur og hvussu vit, sum alar­ar, hvør sær, betra liv­frøði­ligu manna­ gongdirnar, sig­ur Atli Gregersen. -Hetta kann eisini gerast uppaftur betri, alt eftir hvussu al­men­nu myndug­leik­ar­nir legg­ja til rættis lógir og reglu­ gerð­ir, so tað hósk­ar til dag­sins og fram­tíðar­inn­ ar krøv. Í nøkrum førum eiga reglurnar at gerast strangari, meðan tað í øðrum førum er neyðugt Norski aliportalurin kyst.no hevur tosað við Atla Gregrsen, stjóra í Hiddenfjord, um ta menning felagið hevur framt í alingini . Við loyvi hava vit umsett greinina til føroyskt Burðardygg aling Burðardygg aling gevur gevur størri vøkstur og minni felli størri vøkstur og minni felli