Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 TÍÐINDI at gera tað smidligari at sleppa undan forðingum, sum kunnu geva størri og betri framleiðslu, leggur hann afturat. Lúsin ein avbjóðing Avbjóðingin hjá Hidden­ fjord og hinum alarun­ um er í stóran mun lúsa­ trupul­leikin. -Lúsin setir í stóran mun dagsskránna í al­ing­ ini. Aftur í ár noyddust alarar at berjast ein harð­ an dyst móti laksa­lús­ini. -Fyri tað fyrsta doyr alt ov nógvur fiskur undir avlúsingini, og sam­ stundis kostar avlúsingin nógv í framleiðsluni, tí laks­urin má hungrast undan viðgerðini og hann etur lítið og onki, tí hann missir matalystin eftir viðgerðina. Nógv avlúsing ger eisini, at fisk­urin ofta gerst sjúkur, sigur hann. Síðan 2014 hevur Hidden­fjord brúkt rogn­ kelsi, sum lúsaátara. -Vit hava sera dugna­ ligar lívfrøðingar og veter­i­ner­ar, sum brúka nógva orku uppá at finna góðar loysnir. -Vit hava góðar roynd­ ir við rognkelsi frá nov­ em­ber til juli, men tíverri hava vit verið noydd at brúkt aðrar loysnir í nøkrum fáum førum, sig­ ur hann. Føroyar eru eitt lítið aliøki, og Atli Gregersen vísir á, at lúsalarvur frá øllum aliøkjum berast runt til øll hini aliøkini í Før­oy­um. -Tað er tí, vit royna at fáa myndugleikarnar at herða lúsakrøvini so mik­ið nógv, at øli aliøki skulul hava so mikið lítið av lús, at lúsalarvur í minst møguligan mun berast runt til hini økini í Føroyum,sigur hann. Flyta ikki við flogfari Á einari ráðstevnu í Noreg í fjør, sum umhvørvis­ felags­skapurin Bellona skipaði fyri, var tosað um flyting av aldum laksi við flogførum sum “um­ hvørvisbumbuna, sum ongin tosar um”. Hiddenfjord hevur burðar­dygd sum grund­ ar­lag undir virkseminum. -Vit hava í mong ár lagt dent á, at aling á firðunum skal gerast eftir, hvussu nógv náttúr­ an tolir. Sein­astu árini hava vit í Hiddenfjord verið tilvitað um, at vit øll, hvør sær, fyritøkur og myndugleikar, ikki bert eiga at hugsa um burðardygd í nær­um­ hvørvi­num, men at vit eisini eiga at taka ábyrgd av burðardygd í globalum saman­hangi. Tí gavst Hiddenfjord at senda laks á marknaðin við flogførum. -Laksur er góður mat­ ur, sum hevur lágt CO2 út­lát.Flýgur tú laksin til marknaðirnar kring heim­in, so hevur tú eisini ábyrgdina av einari óneyðugari øking av CO2 út­láti, sum heimurin ikki tolir. Tí góvust vit 10.10.2020 at senda laks við flogførum, sigur hann. Baldrut á Víkum Í apríl í ár var farið undir at ala á Víkum í Vágum. Atli Gregersen sigur, at hetta er heimsins mest harð­balna alistað. -Vit hava mált aldur har, sum eru heilar 10 metr­ar. Norðanaldan kem­ur beint móti ring­ un­um. Vit settu 60.000 fiskar út her, sum í apríl vig­aðu 780 gram. Fiskurin var tikin í fyrru helvt av november. Tá vigaði hann fýra kilo í kruvdari vekt, og felli var einans 2,6 prosent. -Við hesum hava vit prógv­að, at tað ber til at seta stór smolt út á so harðbalnum støðum, og so taka fiskin aftur um heystið í rímiligari stødd. Næsta ár ætla vit at seta munandi fleiri smolt út á Víkum, leggur hann aftur­at. Men nýggja aliøkið hevur sett nýggj krøv til fyri­tøkuna. -Tað er ikki lætt at koma á Víkar. Her er norðan­alda, og tað liggur rætti­liga langt frá einari land­støð. Tí hava vit verið noydd at menna fjar­stýris­skipanir til økið. Fyrst og fremst hava vit fingið mobildekning á stað­num, og fóðringin er auto­matisk. - Vit fáa eisini øll data um alduhædd, ilt og myndir av staðnum. Vit vita eisini altíð, júst hvar fóð­ur­flakin liggur – tað fáa vit at vita gjøgnum al­nótina, sigur Atli Greger­sen at enda.