týsdagur 29. desember 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91
44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugleiðingar og minnir um mammu okkara,
Kirstin í Ullvøruhúsinum
Kirstin
Guttesen
æt
hon,
mamma okkara, til hon giftist
pápa, Leivur Andreassen. Eftir
hetta Kirstin Andreassen. Men
mong mundu kenna hana sum
Kirstin í Ullvøruhúsinum, tí
har búði hon frá 1949-53 og aft
ur árini 1959-77 saman við
manni sínum, Leivuri, og børn
unum, Mariu og Jens, sum
bæði vórðu fødd á miðhæddini.
Hennara barndómsheim lá
ikki langt haðani, bert eini 200
metrar eystanfyri, uppi á Ting
húsvegnum 22, har hon varð
borin í heim 2. september 1924
sum nummar 5 í røðini av heili
11 systkjum. Lítla reyða húsið
stendur har enn so eyðmjúkt,
men samstundis so tignarligt
og goymir eina ófatiliga ríka
søgu. Summarið 1977 fluttu tey
niðan í húsini á horninum
millum Hoydalsvegin og Jústs
gøtu, beint undir Viðarlundini.
Pápi hevði gjørt sær eina
hugnaliga jarnsmiðju í kjallar
anum og arbeiddi har so
hugagóður, líka til hann fór
heim til Harran 30. oktober
2004.
Mamma
búði
síðani
einsamøll í Jústsgøtu 1 nøkur
ár eftir tað, inntil hon fór nið
an á Lágargarð at búgva í 2013.
Hon var ein ótrúliga góð og fitt
mamma, omma og vermamma.
Men hon var meira umfevn
andi enn bert at vera góð við
síni. Hon var blíð við øll, sum
komu á hennara leið og gjørdi
ikki mannamun. Hon elskaði
lívið, var fryntlig, hevði sunn
an sans fyri skemti og var
stuttlig. Og hóast hon var
langt uppi í fýrsunum, var hon
framvegis á bylgjulongd við
ommubørnini og langommu
børnini og altíð við uppá tað,
sum tey høvdu í huga, um tað
so var at gera stovuna um til
eitt spælipláss ella fara útum
at gera ein kavamann ella
spæla sjónleik.
Eitt serligt pláss í hjartanum
høvdu systkini hjá henni, tey
vóru jú tíggju og átta teirra
fingu børn, so hon var fastur
og mostur at 38 børnum.
Árini, vit búðu í Ullvøruhús
inum,
vóru
serstøk.
Hetta
húsið lá og liggur framvegis
mitt í býnum, so har var ein
øgilig ferðsla, tí tað var so lætt
at “detta inn”. Onkuntíð hava
vit samanborið heimið hjá okk
um við eina ferðsluríka jarn
breytarstøð. Har komu, aloft
ast ikki fráboðað, familja og
vinfólk hvørt um annað av
Toftum, Skálavík, Skopun og
Nólsoy. Tey vóru so von at
støkka inn á gólvið og vistu, at
har møtti teimum henda blíða
havnarkonan,
sum
kvikliga
gyklaði ein drekkamunn, heit
ar vaflur og rabarbusúltutoy á
borðið saman við einum hugna
ligum práti, stuttligum við
merkingum, og mangan hoyrd
ist hjartaligur skellilátur út
gjøgnum gloppaðu vindeyg
uni. Serliga tá okkara mammu
beiggjar komu at fáa sær morg
unmat ella seinnapartskaffi
– Petur, Leivur, Gunnar og Óli
Jógvan – hvør stuttligari enn
annar og so hugnaligir. Teir
hjálptu hvørjum øðrum at
mála, serliga tá onkur størri
uppgáva skuldi avgreiðast her
í Havnini. Elsti bróðir hennara,
okkara
fitti
mammubeiggi
Jens Guttesen, hevði serligar
tónleikagávur at smíða vøkur
løg, og tað hevði Leivur eisini.
Og mangan komu teir fram
við
og
spældu
nýsmíðaðu
løgini fyri henni á okkara lítla
Andreas Christensen pianette
inni í dagligstovuni. Har hava
vit mangan sitið og eygleitt
hesar fittu gávuríku mammu
beiggjar, har teir við klaverið
sótu murrandi, floytandi og
forkláraðu um forminskaðar
tertsar, transponering, modula
tión og hví tónleikurin nú skifti
frá mol til dur. Og mamma
lurtaði og nikkaði og lat sum
skilti hon alt, meðan hon film
aði við einum fittum smíli yvir
til okkara. Teir fingu nógv rós
andi orð frá henni, sum teir
eisini høvdu uppiborið, og so
var klárt at fara inn í køkin at
fáa sær drekkamunn og heitar
vaflur og súltutoy. Alt hetta
huglagið flutti við niðan í
Jústsgøtu 1 á sumri 1977, tað
hekk uppi í mammu og var
ikki staðbundið til Ullvøru
húsið sum so. Og pápi við sín
um hita og serliga skemti bara
gjørdi myndina enn meiri full
komna. Tey vóru so ólík, men
allíkavæl so knýtt at hvørjum
øðrum við ektaðum kærleika
og vinalagi.
Erling Guttesen var næst
yngsti av brøðrunum. Hann
flutti til Keypmannahavnar at
búgva, tá hann var nøkur og
tjúgu ár. Fínur tenorur og solo
sangari eins og hinir brøðurnir
og óvanliga skemtingarsamur
og stuttligur. Mamma og vit
vitjaðu ofta Erling og familj
una um summarið, og hesar
dagar
saman
við
teimum
minnast vit sum nakað heilt
serligt, tí huglagið var so lætt
og skemtilyndið okkara mill
um á somu bylgjulongd.
Og so systrarnar hjá mammu.
Elsta systirin, Maja, gift við
Júst í Túni á Toftum, har vit
mangan vitjaðu við mammu.
Har vóru 8 systkinabørn og
ógviliga rokaligt og spennandi.
Gunnhild eitt ár eldri enn
mamma, stóð henni serliga
nær, tí hon frá smábarni av
gjørdist hálvsíðugt lamin av
herviligum kikhosta og hevði
aðrar sjúkur at dragast við alt
lívið. Her skal mamma fáa ser
liga nógv rós fyri at taka sær
so nógv av henni við umsorgan
og kærleika. Eitt sindur yngri
enn mamma vóru systrarnar
Brynhild og Ingrid. Eisini tær
sungu so vakurt. Brynhild eina
ljósa sopranrødd, so kraftmikil
og klár, at hon ikki hevði smæðst
burtur á einum operapalli.
Tey vóru øll so góð við hvønn
annan, og heiti kærleikin, sum
bant øll systkini saman, var
fyrimyndarligur og smittandi.
Øll høvdu tey sett sítt álit á
Jesus Kristus og valt Hann
sum teirra besta vin og Harra.
“Lat hitt lægra ljósið brenna”
er ein sálmur um eina hending,
har skip í ódnarveðri skuldi
finna siglingarrennina inn í
havnina, men fyri at sigla rætt
skuldi ljósið frá vitanum inni á
landi vera ájavnt við eitt lægri
ljós niðri við sjóvarmálan. Men
hetta kvøldið sóu teir bert
ljósið frá vitanum. Lægra ljósið
var sløknað. Skipið rendi á
land, og fleiri ferðafólk drukn
aðu. Ein hending, kendi evangel
isturin, Moody, brúkti at lýsa,
hvussu stóran týdning Guds
børn hava her á
fold at lýsa øðrum vegin til
Frelsaran. Fyri okkum var
mamma eitt bjart ljós í myrkr
inum, og hon lat altíð hitt
lægra ljósið brenna.
Nú um dagarnar kemur ein
fløga út við 22 sangum, hon
gjøgnum eitt áramál í bestu ár
um sang inn á band fyri Evangel
isku Røddina. Tá mamma fylti
85 ár, hevði Jógvan Hammer
savnað sangirnar saman í eina
fløgu, sum hann hátíðarliga
handaði henni á føðingardegn
um. Hon var tikin á bóli, so
glað, rørd og errin av fløguni,
sum hon varð.
Nú hevur Regin Bjarnastein
fyri okkum framleitt fløguna í
einum munandi størri upplagi.
Sera góð fløga í prýðiligum
fløguhúsa eru vit samd um.
Hendan tíðin undan jólum
er nakað heilt serlig. Við gleði
minnast vit aftur á øll jólini,
vit hildu í Ullvøruhúsinum.
Har hendi so ómetaliga nógv
rundanum mammu, tí hon var
ein lyklafigurur í stóru familj
uni. Jólagávur skuldu keypast
fyri hendan og handan, køkur
og marcipankonfekt gerast,
onkur sangur skuldi syngjast
inn á band, og ikki minst skuldi
hon hvønn dag vera gestablíð
við øll, sum komu ein inn
keypstúr til Havnar og løgdu
leiðina framvið at heilsa uppá.
Og jólaaftan, tá gásin var farin
í ovnin, og heimagjørda heita
reyðkálið í grýtuni luktaði so
væl, vórðu vit bæði børnini
send út við øllum jólagávunum
til mostrarnar, mammubeiggj
arnar og fastrina og øll systk
inabørnini, sum búðu í Havn.
Kalt í luftini, kavaflykrurnar
duttu friðfult av himni, onkrar
bjartar stjørnur blaktraðu á
myrkabláa himmalhválvinum,
og allastaðni møttu okkum
heitir jólaskrýddir gluggar við
hugnaligum kertilljósum og
jólaperum og blítt heilsandi vaks
in og børn við stórum posum
helst í somu ørindum sum vit.
Ein sonn euforisk kensla, sum
ein ofta aftur hevur upplivað
bara við at lata tankarnar
renna aftur á hesa tryggu og
góðu tíð saman við foreldrum
okkara, sum góvu okkum hesi
ríku barnaár. Og ikki minst
lærdu okkum, hvør kjarnin í
jólunum
er,
at
Frelsari
heimsins varð føddur í Betle
hem, av sonnum hin besti
gleðiboðskapur,
ein
kann
hugsa sær.
Mamma fór heim til Harran
20. januar 2019. Friður veri yvir
minni hennara. Vit fara við
hesum at takka øllum, sum
hjálptu til við jarðarferðini og
ervinum, og eina serliga tøkk
bera vit røktarfólkinum á
Heimarastovu á Lágargarði, tí
tit vóru so góð við mammu og
passaðu hana so væl.
Maria og Jens
MINNINGARORÐ
Kirstin og
langommudótturin
Lea
Guttesen systkini. Aftast f.v.: Petur, Leivur,
Óli Jógvan, Jens, Erling, Brynhild og Gunnar.
Fremst f.v.: Maja, Kirstin Gunnhild og Ingrid