Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 Til minnis um vinmannin Birgar Johannesen 16. juli 1946 – 19. november 2020 Vit tríggir komu at kenna Birg­ ar summarið 1963, tá vit vóru 13–14 ára gamlir. Vit búðu í Kinabrekkuni, og Birgar búði í hinum endanum av býnum, yviri í ovaru Lon. Miðskeiðis í 60unum var ikki rættilig ferð komin á menniniga í Havn. Alt gekk sína vanligu gongd. Úti í Kinabrekkuni stóð farvegurin eftir hagaportrið, so tá tú komst út hagar, vart tú á veg út í hagan. Her kundi tú møta Cornelius Reinert við hesta­ vogni á veg heim á mejaríið við mjólk. Bilarnir hjá Jón Hansen og Júst Sivertsen koyrdu við saltfíski út í turkihúsið í Hvanna­ sundi og mjólkabilurin við tí vinsæla Aage Egholm sum sjaf­øri serviseraði barna­familj­ urnar í Havn við mjólk. Kinabrekkan og Bineskilde og bøurin hjá Skarðhamar var eitt satt ævintýraland hjá dreingj­um, og vit spældu úti allan dagin á tamb og sovnaðu sum oftast við náttverða­ borðið. Um hetta mundið var nýtt slag av tónleiki við at koma fram, og vit lurtaðu trúliga eftir Radio Luxembourg og vóru eis­ini byrjaðir at ganga til guit­ arspæl hjá Eyðbjørn á Kam­ar­ inum, sum um tað mundið búði í Kinabrekkuni. Í Radio Luxembourg vóru nógv­ir nýgg­ir enskir bólkar at hoyra. Ein teirra var The Beatl­es úr Liverpool, sum okkum dámdi væl. Vit vóru serliga hug­tiknir av instrumental­bólk­inum The Shadows og royndu sum fræg­ ast at kopiera teirra løg. Men vit manglaðu ein fjórða mann at spæla bass. Djóni, sum var ørindadrongur á Gjaldstovuni, hevði hitt Birgar, sum arbeiddi hjá Brockie. Teir vóru komnir í prát um tónleik, og Djóni hevði fortalt honum, at vit tríggir høvdu eitt orkestur og spurdi, um hann hevði hug at vera við í orkestrinum. Jú tað hevði hann. Teir avtalaðu, at Birgar skuldi koma út í Kinabrekkuna til royndarvenjing. Vit tríggir vóru sera spentir, tá vit stóðu undir húsunum hjá Hans Christiani og bíðaðu eftir, at Birgar skuldi koma. Nú við eitt kemur ein knallert nið­ an gjøgnum Kinabrekkuna við fullum upppakningi. Hetta er Birgar, sum kemur við elektr­ iskum gittara og einum Tand­ berg bandspælara. Vit vóru stórliga imponeraðir av hes­um tjekkaða og kula lona­dreing­ inum, sum var trý ár eldri enn vit og longu átti knall­ert, el­ guitar og band­upp­tak­ara. Vit stóðu lotir har við okkara útgerð: tveimum Lignatone kassa­guittarum, sum vit høvdu keypt frá Simma fyri 88,- kr og einari blikk-trummu frá Knút Lamba, - hetta mun­ aði lítið móti Birgarsa fram­ komnu útgerð. Birgar sá bein­ anvegin, at vit ikki kundu koma langt við okkara akust­ isku útgerð. Hann prátaði tí við Simma og bað hann bíleggja tríggjar hvítar elguitarar av merkinum Höfner. Hans Christian og Stein­grim fingu hvør sín guit­ ara og Birgar ein basguitara. Prísurin fyri hvønn guitara var 975,-kr. Hetta vóru nógvir pengar í 1963, tá tímalønin var ein brotpartur av tí, hon er í dag. Við Birgar kom fer á spæl­ ing­ina. Hann fekk skjótt í lag, at vit komu oman á Bryggju­ bakka at taka upp tónleik í 1964. Hetta árið vóru vit tríggj­ ar ferðir í Útvarpinum, í febru­ ar, apríl og juni. Hann hevði spurt seg fyri hjá Niels Juul Arge, sum helt, at tað var eitt gott hugskot, at ungir dreingir tóku seg saman at gera ork­est­ ur. Tá var tað, at Niels Juul segði við Marius Rein, sum skuldi standa fyri upptøkuni: “Tað koma fýra ungir dreingir oman í Útvarpið í kvøld at spæla popptónleik. Tak væl ímóti teimum.” The Enjoyers spældu saman í tvey ár. Birgar, sum var sera hugtikin av nýggja tón­leik­in­ um – serliga The Beatles - fór at spæla við Cream Crackers Miðskeiðis í 90unum komu vit fýra saman aftur at spæla. Aftur var tað Birgar, sum tók stig til hetta. Nú fingu vit eis­ ini ein fimta mann í orkestrið – tað var Charles Gade, sum spældi keybord. Hann var so óførur at sampla ljóð, soleiðis at vit fingu strúkararnar hjá Norrie Paramor til Shadows løgini. Aftur í 60ini var eitt væl­um­ tókt árligt dansitiltak í 80un­ um og 90unum, sum varð hildið í Høllini á Hálsi. Her vóru The Enjoyers eisini við fleiri ferðir. Fyrsta árið hevði Birg­ar fingið Fimmboða Lis­ berg at syngja. Eitt annað árið skuldu vit spæla undir hjá Robert McBirnie, tí Jógvan Dahl í Faroe Boys hevði fingið forfall. Her hevði Birgar eisini ein fingur við í spælinum. Tað var stuttligt og spennandi at venja programmið hjá Faroe Boys við sangum hjá Elvis, Tom Jones, Chuck Berry og the Searchers. Saman við Rob­ ert McBirnie hava The Enjoy­ ers eisini fleiri ferðir spælt til dans í Havnar Klubba – sein­ astu ferð 2. nov. í fjør. Birgar var dugnaligur mus­ ik­ari. Hann var ein snillingur at finna fram til torførar akk­ ord­ir. Eisini stóð hann fyri rædd­arvenjingunum, tá onnur og triðja stemma skuldi venj­ ast. Hann gekk upp í tónleikin við lív og sál. Tú sást á honum, hvussu hann neyt at spæla løg­ini og syngja sangirnar frá 60un­um. Birgar hevði góðar gávur, ikki bert innan tónleik, men eis­ini á øðrum skapandi økj­ um. Hann var sjálvlærdur og plagdi í skemti at taka til, at hann hevði gingið 3 ár á The Bette Arge University. Eitt, sum lá honum frammaliga í huga, var Havnin og alt tað, sum rørdi seg í høvuðs­staðn­ um. Hann vildi lýsa, hvussu ung­dómur livdi í 60unum, hvat eyðkendi tónleikin og hvussu mótin sá út – hetta vóru alt samalt fyribrigdi, sum ikki fingu so stóran ans frá al­ mennari síðu. Modellið av Havn­ini er listarliga tilevnað og bøkurnar, sum hann hevur skrivað um Havnina og henn­ ara borgarar, bera vitnisburð um hansara stóra áhuga og virkisfýsni. Hansara hjarta­ barn var býarsavnið um Havn­ ina, sum hann ígjøgnum nógv ár hevði lagt so stóra orku í. Spell bert, at hann ikki upp­ livdi, at savnið fekk sømiligar karmar at húsast í. Ítrótturin hevði eisini hansara stóra áhuga – liðini, hann helt við, vóru B36 og Liverpool – og ikki at gloyma teir flottu stóru am­ erik­ansku bilarnir, sum hon­ um dámdi so væl at koyra í. Tað var sera svárt fyri Birg­ ar, tá hann misti Elsu av krabba­meini fyri seks árum síðan. Hann hevði ofta á orði, hvussu nógv hann saknaði hana. Onkusvegna fekst tú ta fatan, at hann ikki rættiliga kom seg yvir missin av Elsu. Hetta var eisini ein sera svár tíð fyri børnini hjá teimum Bjørg,Teitur, Marin. Við Birgari hevur Havnin mist ein borgara, sum livdi og and­aði fyri øllum tí fjølbroytta og søguliga, sum rørir seg í høvuðsstaðnum. Við hesum orðum og í sam­ kenslu við tykkum, ið hava mist, vilja vit lýsa frið yvir minnið um vinmannin Birgar. Djóni, Hans Christian og Steingrim MINNINGARORÐ Birgar úti í Tinganesi - klárur at vinda Merkið á stong The Enjoyers í 1963. Frá vinstru Hans Christian, Steingrim, Birgar og Djóni Aftur í 60ini 2005. Steingrim, Djóni, Birgar, Robert og Hans Christian