Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SOLEIÐIS ROYNDIST OG Hvussu eydnaðist 2020, og hvørjar eru vónirnar fyri 2021? Hvussu mong geva eitt nýggjárslyfti við ársenda - og halda tey lyfti, sum verða givin gamlaárskvøld? Fari at leggja lív og sál í gerningin HERI SVERRASON, SANDUR: Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár? - Nýggjárið verður hildið í Sandabrekkuni við útsýni yvir vøkru Sandsbygd. Vit vænta nógv fólk á vitjan. Mín fitta svigarinna, Conni Petersen, verður 40 ár nýggjársaftan, og hon verður burturstødd heima hjá okkum á Sandi. So, tað skuldi verið løgið, um vinir og familja ikki koma at heilsa upp á hana. Á nýggjárinum taki eg eisini við sum borgarstjóri á Sandi, so vit hava gjørt okkum út til at fáa vitjan, og tað eru bæði frúan og eg spent til. Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020? - Tað var hin 10. november, tá tað gjørdist greitt, at eg var vorðin toppskorari til kommunuvalið á Sandi, og at eg stutt eftir einmælt varð valdur til borgarstjóra fyri næstu fýra árini. Og hvat var tað keðiligasta í 2020? - Í mong ár havi eg arbeitt sum húsavørður á ellis-og røktarheimunum í Sandoynni, og hetta hevur verið í góðum samljóði við starvsfólk og búfólk. Mítt lætta lyndi ger, at eg gerist ógvuliga góður við búfólkini og tey við meg. Tað kennist tí sera tungt, tá boð eru eftir einum av teimum, og tey flyta heim í ein betri stað. Skilnaðarstundin er sera svár. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? - Eg havi vónir um, at Sands bygdarráð fer at arbeiða sum ein samlað eind, øllum borgarum á Sandi til besta sóma. Gevur tú eitt nýggjáarslyfti? - Ja, í ár verður tað, at eg sum borgarstjóri skal tæna Sandsbygd við rættvísi og kærleika og leggja lív og sál í gerningin, sum mær er fallin í lut, sigur Heri Sverrason. vilmund@sosialurin.fo MARIA LÜTZEN, SVÍNÁIR: Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár? - Maðurin og eg halda nýggjár saman heima í Svínáum. Vit fara at hyggja í sjónvarp og eta ein góðan bita. Møguliga fara vit at vitja onkran í grannalagnum, ella onkur av grannunum kanska dettur inn á gólvið hjá okkum. Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020? - Tað hevur ikki verið nøkur stór hending hjá okkum meira enn hjá øllum Føroya fólki - at vit fingu koronu inn í landið, og at landið varð latið aftur, eins og flestu tiltøk, sum skuldu verða, vórðu avlýst. Sjálv skuldi eg hava eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Eg væntaði ikki, at hetta fór at vera møguligt, men so eydnaðist tað kortini. Hetta var í mai, tá landið so spakuliga læt upp aftur. Og hvat var tað keðiligasta í 2020? - Tað keðiligasta varð, at vit aftur fingu fleiri smittutilburðir og tískil aftur máttu halda okkum meira heima. Vit høvdu vónað, at tað fór at gerast møguligt at fara ein túr uttanlands, men hetta varð av ongum. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? - Mínar vónir til 2021 eru, at henda farsótt hvørvur, og at vit øll koma sum frægast burtur úr hesum, bæði fyri Føroyar og heimin allan. Gevur tú eitt nýggjárslyfti? - Eg haldi ikki, eg fari at geva nakað nýggjárslyfti. Havi roynt tað áður, og eg vænti ikki, eg megni at halda tað kortini, sigur Maria Lützen. vilmund@sosialurin.fo Tað er mín vón at farsóttin hvørvur Ætli mær at flenna meira TÓRHALLA DABALOS, KALIFORNIA: Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár? - Eg haldi nýggjár heima hjá mær sjálvum saman við manninum. Helst verður ein góður nátturðabiti - og so eitt sindur av sjónvarpi. Vóni eisini, at tey flestu fara at halda nýggjár heima í ár, so 2021 kann gerast betri við minni covid-19 her í Kalifornia. Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020? - At hava mammu, mostir og systkinabarnið á vitjan í Kalifornia frá januar til mars í ár. Og hvat var tað keðiligasta í 2020? - At beiggi mín, Rúni, konan Anita og børnini, Bárður, Jónas og Elsa, ikki kundu koma yvir at vitja í summar vegna covid-19. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? - Vónirnar eru at vitja heima í Føroyum, verða saman við familjuni mest møguligt, og at maður mín kundi komið við, um lív og heilsa verður. Gevur tú eitt nýggjárslyfti? - Vanliga gevi eg ikki nýggjárslyfti, men eg vóni, at eg fari at eta heilsubetri, motionera meira - og serliga flenna meira í 2021, sigur Tórhalla Dabalos. vilmund@sosialurin.fo