týsdagur 29. desember 2020síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91
TÍÐINDI
HESAR ERU VÓNIRNAR
Kundi hugsað
mær at verið
kreativari
SJÚRÐUR Í KOLTRI,
TÓRSHAVN:
Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Eg haldi nýggjár í Havn saman við familjuni, og tað
verður uttan rakettir. Kanska verður okkurt fýs á
vegnum, sum børnunum dáma at bresta.
Hvør var størsta hendingin -
upplivingin - hjá tær í 2020?
- Fleiri góðar upplivingar hava verið í árinum, eitt nú
at vera í Sandsbjørgunum. Her er Lonin, har lomvigi,
álka, lundi og havhestur búleikast í túsundatali - og í
den grad, tann góði matur, sum er á hesum fugli.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Tað keðiligasta var ikki at kunna vitja familju og
kenningar!
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Eg havi eitt hav av vónum. Í fyrsta lagi, at tað ikki
brotnar ov nógv burtur av, so vit menniskju ikki
hanga saman!
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Ikki beinleiðis, men eg kundi hugsað mær at verið
meira kreativur í mati. Og jú - eg ætli mær eisini at
fáa mær ein hjall í nýggja árinum, sigur Sjúrður í
Koltri.
vilmund@sosialurin.fo
BERGUR DEBES JOENSEN,
ARGIR:
Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Eg haldi nýggjár sum vanligt saman við konu,
børnum og verbørnum hjá verfamilju míni. Á
matskránni stendur fast: Ræst kjøt og súpan!
Hvør var størsta hendingin -
upplivingin - hjá tær í 2020?
- At síggja heilsustarvsfólk fyrimyndarliga og við
dirvi standa fram fyri tey veiku vegna covid-19.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- At síggja ovurfylt sjúkrahús í summum av
heimsins londum, har tað stóð á at bjóða hjálp.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- At vit fara at takka meira - fyrst og fremst okkara
skapara og frelsara, Jesusi Kristi, ið gav sítt lív fyri,
at vit við trúnni á hann kunnu fáa fyrigeving, hjálp
og ævigt lív.
Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?
- Eg gevi einki nýggjárslyfti, men eg havi støðugt
eitt mál: At eg við Guds hjálp kann gerast ein
betri útgáva av mær sjálvum, sigur Bergur Debes
Joensen.
vilmund@sosialurin.fo
DURITA POULSEN,
HVANNASUND:
Hvar og hvussu
heldur tú
nýggjár í ár?
- Tað er ymiskt frá ári
til ár, hvussu nýggjárið
verður
hildið.
Í
ár
verður tað saman við
vinfólki í Klaksvík, um
alt gongur eftir ætlan.
Hvør var størsta
hendingin -
upplivingin - hjá
tær í 2020?
- 2020 hevur verið svárt
fyri bæði samfelag og
fólk, men persónliga hevur árið verið mennandi
fyri meg. Ein av stóru hendingunum var nokk at
flyta heim aftur til Føroya í summar eftir átta árum
uttanlands. Síðan eg kom heim, havi eg virkað sum
lærari á Tekniska skúla í Klaksvík og havi havt
lívsstílsskeið á kvøldskúla. Tað hevur verið deiligt
at arbeitt á føroyskum og kunna verið saman við
familju og vinum her heima aftur. Árið bleiv ikki
verri við, at makin og eg hava funnið eina deiliga
íbúð í Keypmannahavn, har eg flyti niður aftur
fyrst í komandi ári. So, alt í alt kann eg avgjørt ikki
klaga. Eisini havi eg følt meg hepna við, at vit hava
livað relativt ótarnað av koronu her heima í mun til
tey, eg plagi at halda saman við í Keypmannahavn,
bæði viðvíkjandi at bera masku, at arbeiða
heimanífrá og í samband við aðrar afturlatingar.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Korona hevði tó eisini avbjóðingar fyri meg og
míni, tá vit komu inn í desember. Henda tíðin varð
merkt av sóttarhaldi, koronu í familjuni og millum
míni - alt frá ymiskum smittuketum. Jú, hetta hevur
havt sínar avleiðingar og avmarkingar, bæði fyri jól,
um jólini og eftir jól. Tískil kundu vit heldur ikki
vera saman um jólini, soleiðis sum vit plaga at vera.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Tað er ógvuliga keðiligt at síggja, at nógv virksemi
mátti lata aftur, og hvussu hart tað rakar fólk, bæði
fíggjarliga og persónliga. Tískil vóni eg, at vit í 2021
fara at síggja munandi framgongd aftur. Persónliga
dámar mær ótrúliga væl at hava møguleikan at
fara til eitt hvørt, har nógv fólk koma saman. Mær
dámar eisini at royna nýggj ferðamál og uppliva
aðra mentan. Hetta er nakað, eg gjørdi og tók fyri
givið fyri mars 2020. Eg havi tillagað meg til nýggja
lívsstílin, men vóni virkuliga, at hetta verður
møguligt aftur í 2021.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Tað eru nógv ár síðani, eg gav eitt nýggjárslyfti.
Sum bachelor í føðslu og heilsu livi eg við
prinsippinum um, at vanabroytingar er vegurin
fram til ein ynskiligan lívsstíl, og eg havi ta áskoðan,
at “alt er lov við máta" gjøgnum alt árið. Hetta setir
mín lívstíl í eina nøktandi javnvág, sigur Durita
Poulsen.
vilmund@sosialurin.fo
Tað keðiligasta
er at síggja ovur-
fylt sjúkrahús
Eitt svárt ár fyri
samfelag og fólk
KAJ OTTO FREDERIKSBERG,
VIÐAREIÐI:
Hvar og hvussu
heldur tú
nýggjár í ár?
- Vit halda nýggjár
heima á Viðareiði.
Hvør var størsta hendingin -
upplivingin - hjá tær í 2020?
- At vit keyptu okkum hús.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
-
Tað
keðiligasta
hevur
verið
korona
og
ringvirkningarnir av farsóttini.
Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?
- Neyvan.
vilmund@sosialurin.fo
Tað størsta var at vit keyptu hús