týsdagur 29. desember 2020síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91
48
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Undan jólum í 1920 var tað, at Victor
Danielsen gav fyrstu sangbókina við
andaligum sangum á føroyskum út
JÓANNES HANSEN
Nú undan jólum – í november
– vóru 100 ár liðin, síðani fyrsta
føroyska sangbókin við anda
ligum sangum sá dagsins ljós.
“Sálmar” nevndist hon. Savnað
hevði Victor Danielsen, Dimma
lætting prentaði og Bókhandil
Jens av Reyni gav út.
“Henda bókin, sum mest er
ein roynd, hevur óivað bæði
nógvar og stórar brekir, og
menn, sum eru búnir til tess,
gera væl í at geva mær rætt
leiðingar viðvíkjandi tí í henni,
sum kundi strítt ímóti tí heil
agu skriftini”.
Soleiðis tekur Victor Daniel
sen til í formælinum í hesi
fyrstu sálmabókini og/ella sang
bókini við andaligum sangum.
Pól á Kletti segði í grein í
Dimmalætting upp undir jól í
1995, tá ið 75 ár vóru liðin,
síðani bókin kom út, at áður
høvdu
verið
prentað
smá
sálmahefti til ávís høvi, eitt nú
“Um jólahalguna” og sálmarnir,
sum ungmannafelagið Sólar
magn á Velbastað gav út. Men
hetta var fyrstu ferð, at ein
sálmabók við sálmum á før
oyskum máli kom út. Bókin
varð prentað í 1000 eintøkum.
Í henni vóru 85 sálmar og
sangir, og hon varð heilt skjótt
útseld.
Í
1920unum
kom
eisini
“Ungdómssangbók”, sum Hitt
føroyska kristiliga Ungmanna
felagið í Keypmannahavn gav
út, fyrst og fremst til brúk á
sínum egnu fundum, men
henda bók varð brúkt víða um
í Føroyum.
Í 1930unum gav Heimamissi
ónin út sína sangbók, sum eis
ini er komin út í fleiri útgávum,
og
í
1948
gav
Kirkjuligt
Missiónsfelag eina sangbók út.
Sangbókin frá 1920 var givin
út aftur tvey ár seinni í øktari
útgávu (121), og síðani gav Vict
or út eina røð av sangbókum,
og onkuntíð var tað saman við
samkomum, t. d. Betesda í
Klaksvík, Ebenezer í Havn og
Bethel í Vági. Í 1932 kom Guds
Fólks Songbók út við 428 sálm
um. Henda bókin kom út aftur
í trimum óbroyttum útgávum
– í 1932, 1942 og 1946.
Í 1952 savnaði Victor Daniel
sen (1894 – 1961) so allar sálmar
og sangir, ið áður høvdu verið
prentaðir, og nýggjar aftrat í
Songbók Guds Fólks við 1125
sálmum og sangum. Nýggja
Forlagið í Fuglafirði gav út, og
Sálmabókagrunnurin,
sum
Victor syrgdi fyri varð stovn
aður í 1957, gav í 1976 og aftur í
2015 bókina út í broyttari og
øktari útgávu. Heitið á útgáv
uni í 2015 er Nýggja Sangbók
Guds Fólks.
Tilsaman eru bøkurnar út
givnar í nógvum tíggjutúsund
eintøkum.
Árni um abban og Victor
Í bókini, sum kom út í 1976,
hevur Petur Háberg skrivað
søguna um bøkurnar, og aftur
í Nýggju Sangbók Guds Fólks
er søgan skrivað.
Victor yrkti og umsetti tað
mesta. Men tað var Jens av
Reyni, bókhandlari og so nógv
annað í Havn, sum gav Victori
íblástur.
Abbasonur Jens av Reyni,
Árni av Reyni, skrivaði soleiðis
um hetta í Sosialinum á vári í
2015:
Um hesa sálmabók skrivar
Petur Háberg: Jens av Reyni
sigur í bók síni “Sálmar okk
ara”, at hann í 1920 bar upp á
mál við Victor Danielsen, at vit
áttu at fingið teir sálmar, vit
nýttu í samkomum okkara, á
føroyskum.
Seinni á árinum sendi Vict
or Danielsen Jensi av Reyni
handrit til eina lítla sálmabók.
Víðari skrivar Petur Háberg:
Úrslitið var, at um jóltíðir 1920
gav Jens av Reyni út savnið
“Sálmar” við 85 andaligum
songum.
Í formælinum í bókini Sálm
ar okkara eftir Jens av Reyni,
sum var fyrsta føroyska bók
við hymnologiskum – sálma
frøðiligum tilfari við søgum
um sálmar og sangir, fært tú
lisið søguna alla um hesa
fyrstu sálmabók føroyinga, og
um leiklutin hjá Jensi av Reyni
í hesum høpi, alt skrivað av
Jensi sjálvum.
Jens av Reyni var tjóðskap
arliga hugaður maður. Virkin
var hann í samkomuni í Eben
ezer í Havn, og legði hann stór
an dent á, at boðskapur Guds
varð boðaður á føroyskum, í
songi so væl sum í talu.
Í áðurnevndu bók síni Sálm
ar okkara sigur Jens av Reyni,
sipandi til sálmabókina, sum
varð útgivin í 1920: “Longu
nøkur
ár
frammanundan
hevði eg hugsað um, at vit áttu
at havt sálmarnar, vit nýttu í
samkomum okkara, á sama
máli, sum vit nýttu í kunngerð
okkara av orði Guds – á før
oyskum: men tað var ikki so
stórur ansur millum brøðurn
ar, serliga teir eldru, fyri hes
um, so tað dró út við at fáa
nakað gjørt.”
Í árunum undan 1920 týddi
Jens av Reyni einar 20 sálmar
til føroyskt, og einir tveir av
teimum vóru sungnir á eini
nýggjársveitslu fyri børn um
tað mundið.
Saman við Victori Daniel
sen, sum í 1917 týddi sín fyrsta
sálm til føroyskt, legði Jens av
Reyni lunnar undir fyrstu
sálmabók okkara.
Victor Danielsen átti sum
vera man flestu týðingar og
upprunayrkingar í hesi sálma
bók. Hans Biskopstøð og Jens
av Reyni áttu nakrar fáar týð
ingar hvør. Síðan eru at nevna
Jákup Dahl og A.C. Evensen,
sum áttu hvør sína týðing. Ilt
er at siga, um aðrir týðarar og
yrkjarar vóru, av tí at teir ikki
eru navnfestir og summir av
sálmunum ikki at finna í
sálmabókaútgávum, ið komu
seinni.
Árni av Reyni vísir til um
mælið av fyrstu bókini, sum
stóð í Tingakrossi nr 48, 17.
november 1920:
Andaligur sangur á mó