Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

49 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 Føroysk bókmenta SÁLMAR Samlaðir av V. Danielsen (Jens av Reynis bókahandil) Meðan kirkjufólkið í Føroyum í mong ár hevur bíðað og fram­ vegis bíðar eftir at fáa hina før­oysku sálmabókina “autor­ is­eraða” av donskum myndug­ leikum, so at tey kunnu sleppa at lovsyngja gud sín á teirra egna máli í kirkjunum í Før­ oyum, hevur brøðra­meinig­ heit­in givið út eina føroyska sálma­bók, sum væl er verd at geva ans. Her eru 85 sálmar, væl yrktir, summir týdning­ar­ miklir skaldsliga sæð, á góðum føroyskum máli. Yrkjararnir eru ikki nevndir, og helst munnu teir nógvu sálmarnir vera umsettir úr donskum og eingil­ skum máli, men har, ein kann samanbera teir við “orginal­ arnar”, má tað sigast, at um­set­ ingarnar yvirhøvur eiga góðan fyrimun. Tað er eitt vakurt sálma­ hefti, her er sent út til før­oy­ ing­ar, væl úr hondum greitt í allar mátar, eitt prýði fyri før­ oyska sálmayrking. Her endar ummælið, helst skrivað av Kristini í Geil, blað­ stjóra á Tingakrossi. Um góða samstarvið millum Victor Danielsen og Jens av Reyni, ið røkkur frá 1920 til 1948, tá íð Jens av Reyni and­að­ ist, bert 62 ára gamal, ber til at lesa í bókini Bíblian á før­oysk­ um í hálva øld eftir Zacharias Zachariassen, sigur Árni av Reyni. Trúgvin var avgerandi Í einum brævi til Petur W. Há­ berg í sambandi við útgávuna í 1952 skrivar Victor Danielsen so­leiðis: “Fyrstu sálmur, ið eg skriv­ aði, á føroyskum máli, er nr 5 í Songbók Guds Fólks. Hann umsetti eg um várið 1917 eftir tí kenda enska sálminum “After the Earthly Shadows Have Lift­ed” (Tá ið hvør skuggi burt­ ur er horvin), og tann umset­ ing­in er ógvuliga lítið broytt í bókini. Síðan nam eg ikki aftur við føroyskar sálmar fyrr enn um summarið í 1919. Eg var í Klaksvík alt várið og summarið 1919, og tá komu av og á trúgv­ andi bretar (sjómenn) á fund­ir­ nar í Betesda. Einstakar av sálm­unum úr enskum, ið teir sungu í salinum, umsetti eg, men bert til danskt mál. Vit skriv­aðu teir so av og sungu teir stundum á fundum í Klaks­ vík tá. Ein av hesum sálm­um “Once upon the Tide I drifted” byrjaði so í donsku um­seting míni “Som et vrag der snart går under”, og hesa um­seting hev­ur Marius Absalon­sen seinni føroyskað; sálmurin er nr 31 í “Songbók Guds Fólks” og byrj­ ar “Sum eitt vrak á havsins bár­um”. So var tað, at Jens av Reyni fekk meg at fara undir at um­ seta sálmar til føroyskt mál, og hann tók á seg at geva teir út, sigur Victor millum annað í brævi til Petur Háberg. Í ummæli í Varðanum av 2. útgávu í 1922 (2. bind) sigur M. A. Jacobsen, at “tað er ivaleyst, at øll, ið lesa hesar sálmar, vilja sanna, at teir eru lættir at skilja, og eg haldi ikki at nakar av røttum kann finnast at tí máls­liga búnanum, sum sálm­ ar­nir eru klæddir í. Málið er yvirhøvur gott og fellur væl og nátúrliga – og hóskar eisini við innihaldið, ið er einfalt og fá­ broytt. Tí er tað, at fólk yvir­ høv­ur vilja kenna eina sanna gleði við at lesa hesar sálmar; teir bera troystarorð til teirra, ið eru sorgarbundin, og til teirra, ið ikki enn hava funnið frið og vunnið á ivanum...” Og so endurgevur M. A. Jacob­sen millum annað hetta versið: Lít allar tínar leiðir og alla tína sorg í hendur hans, ið eigur ta blonku stjørnuborg. Hann bindur stormin stinna og gongur bylgjum á, hann vegin væl kann finna, hvar fótur tín kann gá. Victor átti sjáldsamar gávur Christian Matras segði soleiðis um skaldskapin hjá Victori Dani­elsen (Varðin bind 4): “...besta dømi um, at trongd er manna millum her á landi til at eiga religiøsan lestur á móð­ ur­málinum, eru teir sálmar, sum Victor Danielsen á sinni greiddi úr hondum. Teir gjørd­ ust alt fyri eitt almanna ogn, og teir verða nú sungnir víða hvar í Føroyum.” Christian Matras nevnir í sama andadrátti Jákup Dahl, sum hevði verið lærari hjá Vict­ori á Læraraskúlanum: “Tað er ivaleyst, at tey verk, ið hesir menn hava úr hondum greitt og starvast við, vilja verða til størsta bata fyri fólk okkara. Og nú er eftir at ynskja, at hesir menn, ið fáast við at leggja støðið, mugu ikki lúgvast, tí tað er ein royndur lutur, at livandi kristindómur verð­ur ikki kveiktur uttan gjøgn­um móðurmálið”, sigur Christian Matras. Í Varðanum bind 13 sigur Christian Matras, at tað er einki yvir at dylja, at Victor Dani­elsen hevur sjáldsamar skald­argávur: “Stóran málsligan týdning hava tær bøkur við føroyskum sálmum, sum brøðra­sam­fel­ agið (baptistarnir) geva út, tí hesir sálmar hava verið sungn­ ir av fólki úr øllum trúar­feløg­ um”, sigur Christian Matras. Fólkið autoriseraði Petur Háberg greiðir soleiðis frá í “Søgur um sangir”, sum hann gav út í 1954: - Tað hevði ómetaliga stóran týdn­ing, tá ið trongdin kom upp í trúgvandi føroyingar at kunna syngja hin nýggja sang­ in á móðurmálinum, at menn tá vóru, sum brennandi í and­ an­um vóru førir fyri bæði at týða og yrkja sangir, ið gingu fólkinum til hjarta, annað­ hvørt teir vóru til uppbygg­ing­ ar fyri Guds fólk ella til fram­ burð gleðiboðskapsins. Beinanvegin sum hin fyrsta sangbókin, “Sálmar”, við sín­ um 85 sangum kom út um jól­ tíð­ir 1920, varð hon fagnað av fólk­inum, og skjótt var, at sang­urin á føroyskum ljómaði á bæði sjógvi og landi”, og Pet­ ur Háberg sigur í grein í 14. sept­ember 8. november 1972 frá einum áhugaverdum til­ burði í sambandi við útgávuna av hesi fyrstu lítlu sálmabókini, sum Jens av Reyni gav út í 1920: - Símun Pauli úr Konoy kom einaferð um tað leitið inn til Jens av Reyni og helt fyri, at væl dámdi honum bókina. “Men”, legði hann aftrat, “ikki vænti eg, at tit fáa hana auror­ iseraða”. - Hon er longu autoriserað, svaraði Jens av Reyni. - Hvat siga tygum – av kirkju­ministaranum? - Nei, men av fólkinum. Og tað helt Jens av Reyni vera eina meira virðismikla autor­isatión. --- Umframt Nýggju Sangbók Guds Fólks (2015) og greinar hjá Pól á Kletti í Dimmalætting 21. desember 1995 og hjá Árna av Reyni í Sosialinum á vári í 2015, er bókin hjá Zacharias Zach­ariassen, sála, Bíblian á før­oyskum í hálva øld, 2000, nýtt sum kelda. óðurmálinum í 100 ár