týsdagur 24. november 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
BLACK FRIDAY
Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83
20
Sosialurin
LÝSINGATEKSTUR
LÝSINGATEKSTUR
Handilsbygningurin hjá KROSSTEIN á Falkavegi er
nú liðugt høvuðsumvældur. Umsiting, ráðgeving og
handil eru nú at finna aftur í sama stað sum áðrenn
umvælingina.
Handilshølini eru nýtímansgjørd og nakað væl
rúmligari enn áður, tað sama er vøruúrvalið, sum
nógv orka er løgd í at gera so spennandi og breitt
sum gjørligt. Í nýggja handlinum kunnu kundarnir
finna tað mesta av tí tey hava brúk fyri innan orku,
ventilatión og baðirúm. Holl ráðgeving er ein av
kjarnuførleikunum hjá KROSSTEIN, og ráðgevar
eru eisini at finna í handlinum, so kundarnir eisini
fáa tí fakligu ráðgevingina sum teir hava brúk fyri.
Eitt breitt úrval av veiðireiðskapi er eisini at finna
í nýggju hugnaligu handilshølunum.
Starvsfólkini í handlinum hjá KROSSTEIN eru
spent at vísa snotiligu handilshølini fyri kundunum,
nú opið aftur er á Falkavegi 6.
HANDILIN HJÁ KROSSTEIN LETUR
NÚ UPP Í NÝTÍMANS SNIÐI OG
SPENNANDI VØRUÚRVALI
EIKIN - EITT SINDUR HUGNALIGARI
Eikin er, við sínum tveimum deildum, allarhelst ein
hin hugnaligasti handilin av sínum slag. Handilin á
Argjum er avgjørt eina vitjan verdur hesar dagarnar
upp undir jól. Hugnin kennir eingi mørk. Tú merkir
stemningin longu í túninum. Serliga nú jólatræið á
Argjum skjótt stendur tendrað uttanfyri. Innanfyri
í hugnaliga umhvørvinum á gamla Spinnarínum
eru jól næstan hvønn dag í árinum. Aftaná at KVIK
køkar flutti av Argjum, er vøruúrvalið breiðkað sera
nógv á Argjum.
Á deildini á Hjalla er harafturímóti vítt millum
veggja. Eitt sindur meira modernað look. Høgt til
loft og nógvir fermetrar ger, at køksdeildin fær tað
pláss ein slík framsýning skal hava. Tað er umráð
andi, at tú sært køkarnar, soleiðis at tú betri fært
ímyndað tær, hvussu ymisku køkssniðini taka seg út
í heiminum. Allarhelst ein tann flottasta køksfram
sýningini í landinum.
Klædnaskáps deildin hevur sítt breiða úrval av
alskyns klædnaskápum.
Seingjardeildin hevur sítt rúmliga pláss, og seng
urnar fáast í øllum prísklassum. Har kanst tú dassa
tær í eini góðari Jensen song til hjúnarkamarið, ella
líka tveita teg í eina góða song til barna- og gesta
kamarið.
Gardindeildin hevur sína flottu framsýning har,
og so øll stásiligu smátingini. Pútur, koddar, dýnur
og teppir .
Hesar dagar er rokan í fjøruni, nú ”Black Days”
vikan koyrir við fullum drøni. Endaspurturin verður
nú fríggjadagin, tá Black Friday verður.
Tað kann illa sleppast uttan um, at Eikin nokk er:
- eitt sindur hugnaligari