týsdagur 24. november 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
BLACK FRIDAY
21
Sosialurin
Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83
TAÐ HALDA FÓLK UM BLACK FRIDAY
MARGRET
MORTENSEN:
Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Eg haldi, at tiltakið er eitt gott høvi at finna onkra
ætlaða jólagávu, ið tá kann fáast nakað bíligari. Tó
haldi eg, at tað ofta eru heldur nógv fólk, sum renna
runt, og tá fer hugnin av jólagávukeypinum.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Eg havi verið í Danmark tilvildarliga, tá Black
Friday hevur verið. Tá havi eg verið til handils við
dóttrini, har hon hevur gingið við longum lista, ið er
væl planlagdur. Vit hava so etið frokost saman og
fingið drekkamunnar inn ímillum. Soleiðis hava vit
eisini havt tað stak hugnaligt ein slíkan dag.
Kann tað hugsast, at onkur
jólagáva verður keypt?
- Nú tú minnir meg á henda dagin, er ikki óhugsandi,
at eg fari at leita eftir onkrari av planløgdu
jólagávunum.
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Eg minnist, at eg í Keypmannahavn keypti ein
lekran dýnujakka til mannin í jólagávu. Annars
vil eg siga, at eg vanliga keypi jólagávurnar so við
og við. Eg hugsi um tey, eg kenni, og hvat teimum
dámar. So, tað er ofta nokso spontant, at okkurt
verður funnið. Sjálv haldi eg, at bestu gávurnar eru
tær, ið eru givnar við rætta hjartalagnum. Tær fløva
mest og eru ikki tengdar at prísinum, sigur Margret
Mortensen.
vilmund@sosialurin.fo
Hvat halda fólk um tiltakið Black Friday? Verður farið til handils henda dagin - er okkurt
gott keyp, tey minnast, og kann tað hugsast, at onkur jólagáva kemur í hús?
ØSSUR EGHOLM:
Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Eg má viðganga, at Black Friday ikki er ein dagur,
eg gevi mær stórvegis far um. So ilt er at siga, hvat
eg haldi, men er onkur, sum hinvegin ger ein góðan
handil ein slíkan dag - ja, so er tað teimum væl unt.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Enn havi eg ikki gjørt mær dælt av Black Friday,
men skuldi eg manglað okkurt ein slíkan dag, so
kundi væl verið, at okkurt keypið bleiv gjørt, um
tilboðið er nóg gott.
Kann tað hugsast, at onkur
jólagáva verður keypt?
- Her má eg svara nei. Tær fáu jólagávurnar, eg keypi,
verða allar keyptar stutt undan jólum, tær flestu í
jólavikuni. So nei, enn eri eg als ikki komin hagar.
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Nei, einki keypt Black Friday - ikki higartil í hvussu
er, sigur Øssur Egholm.
vilmund@sosialurin.fo
KATRIN
KARLSDÓTTIR
JOHANSEN:
Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Eg havi onga meining um sjálvt tiltakið.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Nei, tað plagi eg ikki. Sjálv havi eg ongantíð keypt
nakað henda dagin.
Kann tað hugsast, at onkur
jólagáva verður keypt?
- Nei, tað havi eg ongar ætlanir um.
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Nei, tað minnist eg ikki, sigur Katrin Karlsdóttir
Johansen.
vilmund@sosialurin.fo
ANN GULLSTEIN:
Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Mær dámar væl tiltakið, og eg haldi, at hetta er eitt
hugnaligt tiltak.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Ja, tað plagi eg, og eg fari heilt sikkurt út at hyggja
meg um eftir onkrum.
Kann tað hugsast, at onkur
jólagáva verður keypt?
- Ja, tað er heilt sikkurt, at onkur jólagáva kemur í
hús.
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Eg minnist ikki nakað serstakt keyp, men helst
er okkurt, sum eg ikki komi í tankar um, sigur Ann
Gullstein.
vilmund@sosialurin.fo
MAIGUN SOLMUNDE:
Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Eg haldi, at Black Friday er eitt gott tiltak. Tað
skumpar undir at gera jólagávukeypið í hampiliga
góðari tíð, og fólk fáa møguleikan at keypa vøruna
bíligari enn annars.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Ja, um tað er eitt hvørt, eg havi í huganum at keypa,
so havi eg onkuntíð bíðað til Black Friday.
Kann tað hugsast, at onkur
jólagáva verður keypt?
- Ja, væntandi verður onkur jólagáva keypt henda
dagin.
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Ja, faktiskt. Av tí, at eg í mínum starvi havi ferðast
nógv, keypti eg mær góðar ferðataskur, sigur
Maigun Solmunde.
vilmund@sosialurin.fo