Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-24, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2020síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagin klokkan 17 verður tann fyrsta av teimum fýra fjórð­ings­ finalunum. Hon verður í Sarpugerði ­millum Víking og TB. Víkingur hevur ikki verið í Evropa-plássunum seinastu trý árini, men liðið fær ein kjans afturat í ár. Tað er steypa­ kappingin. Seglini eru repaði eitt sindur, men vegurin til steypafinaluna er ikki so langur sum í landskappingini. Víkingur er uttan Atla Gregersen og Boga Reinert Petersen, sum fin­gu tveir dagar leikbann fyri rokið eftir dystin móti B36 í 26. umfari í lands­ kapp­ingini. Ingi Jonhardsson verður heldur ikki við. Fyri gestirnar er hetta ein møgu­ leiki at koma føroyska fótbóltskortið eina løtu. Liðið hevur havt torført við at fáa fótin fyri seg í landskappingini, hóast tilgongdin hevur verið stór. Tvøra­menn hava klárað frísak í niður­flytingarstríðnum, men ongan­ tíð hevur TB sett dám á lands­kapp­ ing­ina, sum liðið annars plagar at gera til tíðir. Eitt nú við eini góðari byrjan, ella við at taka stig frá fleiri av teimum stóru á heimavølli. Í ár er tað bara blivin til ein javnleik móti KÍ. Gestirnir eru enn uttan Musah Armah, sum fekk ein álvarsligan knæ­skaða í summar. Hartil verður Eirikur M. Ellendersen ikki við. Innanhýsis uppgerðirnar leggja upp til ein javnan dyst. Víkingur hevði nakrar avbjóðingar í fyrsta trið­ ingi­num, og setti millum annað stig til móti TB á heimavølli í málleysum javn­leiki. Síðani hevur Víkingur verið tvær ferðir í Trongisvági og vunnið. 2-1 og 2-0. Við Finni Justinussen, Andreasi Lava Olsen, Jákupi Johansen og Sølva Vatnhamar á fremstu rekkju er væntandi at Víkingur vinnur á heima­vølli móti TB. Møguleikin hjá gest­unum liggur í væl skipaða verju­ spælinum. Liðið letur væl færri mál inn enn kappingarneytarnar. Faktist hevur TB latið færri mál inn enn Víkingur í landskappingini í ár. Tað kann blíva lykilin, sum TB skal koma í steypafinaluna. TB hevur í 23 ára gamla Filipi Obadovic ein spælara, sum eitt sindur javnan skorar. Hann hevur fingið fýra mál í 12 dystum, síðani hann kom til í summar. Sosialurin tippar: 2-1 Dan Brimsvík stendur á odda fyri B36, meðan Rógvi Poulsen stendur á odda fyri AB, tá grannarnir miku­ kvøldið klokkan 19 bresta saman á Tórsvølli. Tað er nógv størri trýst á heimaliðnum til hendan dyst­in, meðan argjamenn enn skulu spæla alt avgerandi upp og niður­flyt­ing­ar­ dystin móti B68 seinni í ár. Tað hevur verið nógv sagt og skrivað um Jákup á Borg, sum eftir fýra ár í sessinum sum venjari hjá B36, hevur lagt frá seg eftir órógv í hópinum. Nú verður tað nýggja venjara­toymið við Dan Brimsvík á odda, sum skal vísa seg fram. At hjálpa sær hevur hann Róald Jakob­ sen og Símun Joensen, sum eru hjáparvenjarar, meðan danski Frede­ rik Odd Ingerslev er nýggjur mál­ mans­venjari. Tí kunnu vit vænta eitt øðrvísi B36-lið til hesa uppgávuna. B36 hev­ ur ein kjans fyri at røkka Evropa, og tað er vinna steypakappingingina. Tí er stórt trýst á árstalsfelagnum til hendan dystin. B36 verður uttan lið­skiparan Andrias H. Eriksen, sum er skaddur í mjødnini. Av øðrum eru Hugin Samuelsen, Bjarni Petersen og Erlendur Magnusson framvegis skaddir. Magnus H. Jacobsen hevur fing­ið tveir dystir leikbann fyri ógvus­ligu taklingina móti NSÍ í sein­ asta umfari. Sosatt spælir hann ikki aftur fyrr enn í finaluna, um B36 kem­ur so langt. Gestirnir av Argjum eru uttan lið­skiparan, Sørin N. Samuelsen. Hann fekk beinleiðis reytt kort, tá argjamenn vunnu 4-0 á EB/Streymi í seinasta umfarinum av lands­kapp­ ing­ini. Tá vístu spælarar sum Jasper van der Heyden og Bjarki Nielsen stórspæl. Eisini er ein spælari sum Mikkjal T. Hentze við aftur og tað verður stabilitet á liðnum. Allir mugu raka dagin, sum AB skal hava ein kjans. B36 er stórfavorittur og tað siga tølini eisini. B36 hevur vunnið sam­ anlagt 10-0 á AB í hesum kapp­ingar­ árinum. Nú verður bara spennandi at síggja hvussu nýggju venjararnir blanda kortini. Sosialurin tippar: 3-1 Komandi hálvu áðru vikuna verður kappingin um Løgmanssteypið avgreidd. Fjórðingsfinalurnar verða mikukvøldið, og hálvfinalurnar verða um vikuskiftið. Leygardagin 5. desembur steypafinalan. Tað er nú greitt hvussu vegurin til finlauna sær út Løgmanssteypið 2020: Upptakt: Víkingur-TB (Beinleiðis á FM1) Upptakt: B36-AB (Beinleiðis á FM1) FÝRA FAVORITTAR FÝRA FAVORITTAR TIL FJ TIL FJ Víkingur uttan liðskiparan Nýggir venjarar møtast