týsdagur 24. november 2020síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83
NSÍ gjørdst stóri vinnarin í 27. umfari
í landskappingini við at vinna sær
annað plássið. Hetta við at vinna á B36
á Tórsvølli, samstundis sum KÍ misti
á stokkinum móti HB í Klaksvík. NSÍ
hevur við hesum tryggjað sær pláss
í Evropa til komandi kappingarár. Tí
er trýstið eitt sindur øðrvísi á NSÍ í
ár. Liðið hevur hevur bara vunnið
eitt heiðursmerki síðani FM-gullið
í 2007. Tað var steypakappingini í
2017. Nú hevur liðið prógvað, at ta
tolir at standa móti trýstinum. Bæði
í 27. umfar í landskappingini, men
eisini hevur liðið staðið ímóti í flestu
av toppdystunum. Hetta eru góðir
eginleikar fyri eitt lið, sum skal vin
na í steypakappingini. NSÍ verður
uttan Bárð J. Hansen, sum enn hevur
trupulleikar við knænum. Annars
eru allir mans tøkir. Tórður Thomsen
gav avboð til landsliðið, men er klárur
aftur.
Gestirnir av Skála standa eftir við
Svartaperi. Eftir ein góðan enda upp
á kappingarárið, bleiv tað ikki nokk í
niðurflytingarstríðnum. Skála hevur
sett venjara fyri komandi árini, og
fleiri av evnaríkastu spælarunum
hava eisini longt sáttmálan, men liðið
skal spæla í næstbestu deildini.
Ein
av
teimum
evnaríku
er
Andreas Egeberg Jacobsen. Hann
hevur ein skaða í búkinum, sum ger
at hann ikki verður tøkur. Pætur
Dam Jacobsen er ivasamur og hevur
ikki vant í seinastuni.
NSÍ hevur vunnið allar kommu
nu-uppgerðirnar í hesum kapp
ingarárinum. Teir hava vunnið 4-0,
4-1 og 1-0. Skála skal vóna at tað kem
ur at líkjast mest 1-0 ósigrinum, tí tá
var Skála við í dystinum líka til tað
seinasta.
NSÍ er favorittur, serliga við tí
formi sum Klæmint A. Olsen og Petur
Knudsen eru í.
Sosialurin tippar: 2-0
Størsta favorittin í fjórðingsfinalun
um finna vit á Dungasandi, har 07
Vestur ger klárt til eitt kappingarár
í bestu deildini. Mótstøðan er ovur
hondsstór. HB er FM vinnari og liðið
er væl fyri og spælir í høgari leik
ferð, sum ikki passar væl til eitt lið,
ið hevur spælt í 1.deild hetta kapp
ingarárið.
HB hevur flestu av sínum monn
um tøkar. Samuel J. Chukwudi er
farin til Danmarkar at venja við Vejle
BK. Hann skal seinni til Viborg at
venja. Mikkel Frankoch hevur fram
vegis trupulleikar í fótinum og spælir
ikki aftur í ár.
HB er væl fyri og kann leggja
høgtrýst við nógvari ferð. Tað kemur
at passar 07 Vestur illa. Uppflytarnir
hava ikki verið sannførandi í 1.deild,
men tóku eitt gott hál í seinnu hálvu.
Liðið hevur nakrar profilar, sum tó
ikki kunnu mátast við spælararnar
hjá HB. Størstur av teimum er kanska
39 ára gamli Tór-Ingar Akselsen, sum
framvegis hevur eitt framúr eyga fyri
spælinum. Og teknikkurin er lítið
verri, enn tá Tór-Ingar spældið við
HB í trimum førum í 2000 árunum.
Tað verður tó ringt, at fáa hetta at
rigga eins væl í hesum dystinum,
sum tað hevur gjørt til tíðir í 1.deild.
Tað kom illa við hjá 07 Vestur, tá Gilli
Samuelsen fekk álvarsligan skaða.
Hann hevur ikki spælt síðani.
Hetta
verður
ein
spurningur
um at yvirliva hjá 07 Vestur. Hb er
stórfavorittur og tað er nokk mest
ein spurningur um hvussu nógv.
Hinvegin, so er hetta eisini ein frá
líkur møguleiki hjá Heðini Askham,
venjara, spælarunum og nevnd
ini hjá 07 Vestur at royna seg móti
yvirleggjaranum í føroyskum fót
bólti.
Sosialurin tippar: 0-4
Upptakt: NSÍ-Skála (Beinleiðis á FM1)
Upptakt: 07 Vestur-HB
JÓRÐINGSFINALURNAR
JÓRÐINGSFINALURNAR
Evropa-trýstið er
ikki longur á NSÍ
HB er størsti
favoritturin
VEGURIN TIL STEYPAFINALUNA:
Hálvfinala 1:
Víkingur/TB – B36/AB
Hálvfinala 2:
NSÍ/Skála – 07 Vestur/HB
Finalan:
Víkingur/TB – B36/AB - NSÍ/Skála – 07 Vestur/HB