Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-24, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Sunnukvøldið vann KÍ steypa­finaluna í fótbólti fyri kvinnur. Úrslitið ímóti NSÍ var 3-0. Hetta var punktum fyri kvinnufótbóltin í 2020, og hetta var dystur millum tvey tey bestu liðini í 2020. KÍ setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Rannvá B. Andreasen við rimmar skoti heilt úr høgru og einar 35 metr­ ar úr málinum smekkaði bóltin dygst inn við nærra stólpa. Í fyrra hálvleiki var munurin ikki so ógvuliga stórur, hóast tað var KÍ, sum spældi seg til teir størru málmøguleikarnar. NSÍ var onkra ferðina í góðari støðu, men tað var ikki so nógvur broddur í, og Óluva Allans­dóttir Joensen í KÍ máli­ num hevði alla tíðina tak á støðuni. Tað var spenningur og intesitetur inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá økti væl upplagda Hervør Olsen um munin til 2-0. Eftir langa fram­ legg­ing úr høgru rann hon frá verju­ni og setti bóltin framvið Sjar­lottu E. Joensen, áðrenn hon fegnaðist um málið við tvær ferðir at gera flikkflakk. Hervør Olsen var ógvuliga eyð­sýnd í KÍ álopinum. Tríggj­ ar minuttir eftir, at hon hevði økt um leiðsluna, streyk hon til baklinjuna í høgru eftir góða sending frá Rannvá B. Andrea­sen, og tá ið bólturin varð trillaður inn fyri málið, var Victoria á Lakjuni á rætta stað­num og trillaði bóltin í tóma málið. Síðstu 20 minuttirnar var spurn­ingurin bara, hvussu stór­ ur KÍ sigurin fór at vera. NSÍ royndi at spenna álopsbogan, tá ið Monika Samuelsen varð flutt fram í álopið, men tað var vandamiklari í NSÍ brots­teigi­ num, enn tað var í KÍ brots­ teiginum, hagar NSÍ sjáld­ an megnaði at hótta Ragnu Patawary og hennara verju­ felagar. NSÍ er nýtt íkast KÍ er meistari og steypavinnari, og NSÍ vann silvur í lands­kapp­ ingini og vann seg í steypa­ finaluna. Avrikið hjá NSÍ er at leggja til merkis, tí hetta er fyrsta ferðin síðani 2007, at NSÍ luttekur í kvinnukappingini. Síðani tá hava kvinnur úr NSÍ økinum spælt við fleiri grannafeløgum, men í ár mannaðu tær seg aftur í NSÍ, og avrikini og úrslitini boða frá, at tær gulu og svørtu næstu árini fara at vera við til at seta dám á landskappingina og steypa­kappingina. Veteranar á liðnum eru eitt nú Unn Hvidbro og Monika Samuelsen, og aðrir lykla­ spælarar eru Margunn Lind­ holm, sum í summar kom aftur eftir at hava verið uttan­lands, og Heidi Sevdal, sum hevur spælt 231 dystir í lands­kappingini og skorað 260 mál, og sum í steypakappingini hevur spælt 30 dystir og skorað 31 mál. Og so eru tað fleiri ung­ ir spælarar, sum hava ver­ið drúgvir í ár. Saman við Unn Hvidbro er 17 ára gamla Lena Olsen tann ein­asta, sum var við í øllum lands­kapp­ingar­dyst­un­ um á tamb. Hava vunnið 35 gull Í 1985 varð tað farið undir landskapping í kvinnufótbólti, og síðani 1990 hevur steypa­ kapp­ingin verið á skránni. KÍ hevur verið við øll árini. Nógvu tey fyrstu árini eydn­ aðist tað ikki KÍ at vinna gull – hvørki í landskappingini ella í steypakappingini. Tað brast fyri nev í 1997, tá ið fyrsta FM gullið varð vunnið inn um Klakkin, og um túsund­ára­ skiftið glapp tað av álvara hjá KÍ, sum síðani hevur vunnið nógv tær flestu lands­kap­p­ ing­ar­nar og nógv tær flestu steypa­kapp­ingarnar. KÍ tryggjaði sær fyri fleiri mánaðum síðani FM heitið fyri 20. ferð, og 3-0 finalu­sig­ ur­in ímóti NSÍ sunnu­kvøl­dið var tann 15. Øll 15 árini, tá ið KÍ hevur vunnið steypa­kapp­ ingina, hava tær eisini vunnið FM, og sostatt var tað fimtanda greipan, sum sunnukvøldið varð hongd upp á gulltræið í Klaksvík. Onkra ferðina hava tølini verið trivaligari í finalusigrum, enn tey vóru sunnukvøldið, og okkurt árið hava KÍ kvinnurnar vunnið nógvar størri sigrar í lands­kappingini, enn tær hava gjørt í ár. KÍ vann steypafinaluna 3-0, og KÍ vann FM við 56 stigum, meðan NSÍ á øðrum plássi vann 30 stig. KÍ kvinnurnar eru ikki samdar við teimum, sum halda, at talan var um javnar kapp­ing­ ar: -Tølini tala fyri seg sjálv. Í fleiri førum hava vit vunnið við einum og tveimum málum, men tað hevur eingin ivi verið um, at vit hava verið leikliga omaná, og tað hevur ikki verið ivi um sigrarnar, sigur Rannvá B. Andreasen. Tølini eru merkisverd Heilt merkisvert er tað, at tríggir av spælarunum hava verið við øll fimtan ár­ ini, tá ið KÍ hevur vunnið steypa­kappingina. Talan er um tvíburarnar Rannvá B. Andreasen og Ragnu Patwary og Malenu Josephsen, sum í kvøld varð skift inn, tá ið tað rest­aðu nakrir minuttir. At tað er framtíð í liðnum, sum í regninum á Tórsvølli tryggjaði sær greipuna, varð stað­fest í kvøld. Tað eru spælar­ ar í góðum fótbóltsárum, heilt ungir spælarar og so nakrir vete­ran­ar. Fyrra partin av árinum var Eyðvør Klakstein (24) lið­for­ mað­ur. Í summar gavst hon Tølini fyri fleiri av greipuvinnarunum í Klaksvík eru av slíkum slagi, at tey neyvan eiga og fara at eiga sín líka KÍ steypavinnari 2020: NÚ HANGA NÚ HANGA 15 GREIPUR 15 GREIPUR Á Á GULLTRÆNUM GULLTRÆNUM