Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 4 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO T á 24 ára gamli Jón Lar­ sen ein fríggja­morg­un­ in fyri einum mánaði síðani vaknaði, hevði hann eitt sindur ilt í búkinum. Hann hevði verið í býnum kvøldið fyri, og tí hugsaði hann, at hetta bara vóru avleiðingar av tí. Hann fór upp og til arbeiðis. Dagin eftir helt búkilskan á, men eftir at hann hevði fingið sær upp í koppin av kaffi, minkaðu sjúku­tekini. Tá vikuskiftið var um at vera av, og sunnunáttin kom, vaknaði hann um náttina við fepri, og allur kroppurin skalv. – Eg var eitt sindur illa fyri og orkaði illa at ganga trappurnar. Tá eg síðani fekk mær nakrar bingo­kúlur seinni um dagin og einki smakkaði, hugsaði eg, at hetta vóru koronu-sjúku­eyð­ kenni, og tí fór eg og lat meg kanna fyri koronu og síðani í sótt­ar­hald, sigur Jón Larsen. Tá hann fekk boð um, at hann var testaður positivur fyri koronu, gjørdist hann eitt sind­ ur stúrin. – Eitt sindur av angist kom á meg, tá eg fekk boðini, men eg hevði tað fínt tá, og eg hugsaði, at hetta kendist, sum eitt milt for­kølilsi, og at eg óivað kom á føtur aftur, tá vikan var av, greiðir hann frá. Jón Larsen býr í Keyp­ manna­havn, har hann lesur spanskt mál og mentan á triðja semestri. Í frítíðini arbeiðir hann á Bootleggers Beer Bar á Amager og er nógv saman við vinfólki, sum eisini lesa í Keyp­ mannahavn. Fyrstu dagarnar hevði Jón Larsen ongan lukti- ella smakk­ sans. Enn veit hann ikki, hvussu hann hevur fingið smittuna, tí hann hevur ansað sera væl eftir sær við at vera í masku, spritta væl og halda frástøðu. – Eg arbeiði í eini barr, men har eru vit í masku, spritta væl og halda viðmæltu frástøðuna, so tað er nokk ikki har, eg eri smitt­aður. Eg havi verið saman við vinfólki, men eingin teirra var ella er vorðin smittaður síðani. Eg ímyndi mær, at tað kanska er onkur, sum eg havi ging­ið framvið, sum hevur smitt­að meg, men eg veit tað ikki, sigur hann umhugsin. Tá hann varð staðfest posi­ tiv­ur við koronusmittuni, varð ringt til tey fólkini, sum hann hevði verið saman við seinastu fimm dagarnar, so tey kundu lata seg kanna. Verður illa fyri Tveir dagar seinni vaksur fep­ur­ in, og Jón varð illa fyri. – Tað kendist, sum lunguni tiptust, og tað strammaði um bring­una. Eg tivaði og varð pøst­ ur. Tá varð eg bangin, sigur hann frá. Hann hevði fingið viðmælt frá onkrum, sum fyri hevði havt koronu, at vaporisera lunguni við dampi, og tað hjálpti eitt sind­ur. – Men so fekk eg ein høgan fep­ur á 40,2 í fleiri dagar, og tá varð eg so mikið illa fyri, at eg orkaði ikki at hugsa um, hvussu eg andaði. Eg orkaði einki, sigur hann álvarsliga – Tað eru umleið fimm fet at ganga úr songini hjá mær og inn á vesið. Men bara hasi fimm fetini mátti eg samla mær mót til og hvíla meg í tíggju minuttir, eftir eg hevði verið á vesinum. Eg hevði eina vatnfløsku, og eg royndi at drekka nokk av vætu, men eg orkaði bara at fylla hana, tá eg kortini mátti upp og inn á vesið, sigur Jón Larsen, sum annars er ungur, frískur og væl fyri. – Eg orkaði einki at eta hesar dagarnar, men eg havi føroyskar grann­ar, sum onkuntíð keyptu mær okkurt at drekka, sigur hann. Hesar dagarnar lá hann einsa­mallur í 18 fermetra íbúð síni á Amager og varð sera illa sjúkur við høgum fepri. – Hini vóru úti og hugnaðu sær, og eg orkaði ikki reisa meg upp. Tað kendist, sum eg ikki eksisteraði. Eg var bara. Og tað var deprimerandi, sigur hann um hesa tíðina, hann lá sjúk­ur Eg kendi meg lítlan, tí eg eri ungur og frískur, men knappliga lá eg har og hevði tørv á ilt. Eg var tann yngsti koronusjúklingurin, ið lá innlagdur á sjúkrahúsnum, sigur 24 ára gamli Jón Larsen, sum er ovfarin av, hvussu illa sjúkur hann varð av koronu og sum nú ávarar onnur um at taka koronusmittuna í álvara Tað kendist, sum lunguni tiptust, og tað strammaði um bringuna. Eg tivaði og varð pøstur. Tá varð eg bangin, sigur hann frá KORONA KORONA ER ER IKKI AT IKKI AT SKEMTA VIÐ SKEMTA VIÐ