hósdagur 26. november 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
5
heima, áðrenn hann varð inn
lagdur á sjúkrahús.
Innlagdur á sjúkrahús
Tríggjar ferðir kom tað fyri, at
Jón fekk ristingar um náttina og
fór at skelva um allan kroppin í
ein hálvan tíma. Hann ringdi til
læknan og greiddi frá, at hann
var so mikið illa fyri, at hann ikki
orkaði inn á vesið.
– Læknin segði tá, at tað var
fepurin, sum var orsøkin til, at
eg var so illa fyri, og tí stúrdi
eg ongantíð fyri lívinum. Men
tá eg hevði ligið í songini í átta
dagar, og fepurin var minkaður
niður á 38, men eg kortini kendi
meg pøstan, ringdi eg til til bráð
feingisnummarið fyri triðju
ferð, sigur hann.
– Eg hevði ringt við at fáa
orðini fram, tí eg orkaði ikki
at tosa, og tá sendu tey ein
sjúkrabil eftir mær, sigur hann
álvarsliga.
– So komu tveir menn í vernd
arklæðum eftir mær, og koyrdu
masku á meg og settu meg í bilin,
leggur hann aftrat.
– Tá kendi eg meg lítlan, tí eg
eri ungur, frískur, raskur og mær
feilar einki. Knappliga lá eg har
og hevði tørv á ilt. Eg var tann
yngsti koronusjúklingurin, ið lá
innlagdur á sjúkrahúsnum, og
sjúkrarøktarfrøðingarnir søgdu,
at tey ungu, sum annars høvdu
verið ella vóru innløgd vegna
koronu, høvdu astma ella vigaðu
ov nógv. Læknarnir dugdu ikki
at siga, hví eg varð so hart raktur
av koronu, annað enn at korona
rakar summi harðari enn onnur.
Man veit ikki, hvør verður hart
raktur, sigur hann umhugsin.
– Og av tí, at eg varð óvanliga
illa sjúkur av koronu fyri ein, sum
er ungur og væl fyri, óttaðist eg
alla tíðina, eg lá sjúkrahúsinum,
fyri, at læknin fór at siga mær,
at eg havi eina aðra sjúku. Tað
stúrdi eg mest fyri. Men fleiri
royndir vórðu tiknar, og alt var
í lagi. Eg varð bara óvanliga illa
sjúkur av koronu, staðfestir ungi
Eg hevði ringt við
at fáa orðini fram,
tí eg orkaði ikki at
tosa, og tá sendu
tey ein sjúkrabil
eftir mær