Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 6 før­oyingurin í Keypmannahavn. Jón Larsen lá sjúkur á kamari­num hjá sær í átta dagar, og hann var innlagdur á Hvid­ovre Hospital í tíggju dag­ ar. Á Hvidovre kundi hann fáa vitjan, og bæði foreldur Jón komu niður til hansara, og tey fingu bæði loyvi til at vitja í eitt sind­ur meir enn ein hálvan tíma um dagin. Seinni, tá Jón var eitt sindur betur fyri, varð hann flutt­ur á sjúkrahúsið í Amager í tríggjar dagar, og har fekk hann ikki loyvi til at fáa vitjan. Hann lá tilsamans innlagdur í 13 dagar. Tíð at koma seg Fyri góðari viku síðani varð Jón Lar­sen útskrivaður, tí hann tá hevði klárað seg uttan ilt í tveir dagar. Hann lá fullkomiliga av­byrgd­ ur, tá hann lá á sjúkrahússtovuni, men vegleiðingin hann fekk, tá hann fór heim var ógreið. Ein lækni hevði sagt, at tað at vera pøstur og hava torført við at anda var ein sjúkufylgja av koru­nu, og tí var ikki neyðugt, at hann var avbyrgdur. Tó, segði ein annar av læknunum har, at hetta ikki var ein sjúkufylgja, men at tað var eitt sjúkutekin, og tí skuldi hann verða avbyrgdur heima. – Eg fekk ikki greið boð um, hvussu eg skuldi uppføra meg, og tað føldi eg eisini, tá eg spurdi nærri um ymiskt við­ víkj­andi sjúkuni. Tey vistu ikki ná­greiniliga, tí virusið er so nýtt, sigur hann frá. – Hóast eg var heimkomin, kendi eg meg pøstan. Eg fór ein gongutúr, stutt eftir at eg var útskrivaður, men eg mátti seta meg niður, tá eg var komin yvir­ um vegin, sigur Jón Larsen, sum van­liga gongur nógv og sum síðani eisini hevur megnað at ging­ið átta spjaddar kilometrar upp á eitt døgn. – Tað kennist fantastiskt, tí eg plagdi at ganga ordiliga nógv, áðrenn eg varð sjúkur, og eg kláraði bara 100 metrar, eftir eg varð útskrivaður, sigur hann. Í dag er hann komin seg nógv eftir harða umgangin, men tað er enn ymiskt, sum ikki er, sum tað var, áðrenn hann varð smittaður við koronu. – Eg havi fingið luktisansin aftur, men smakksansurin er ikki ordiliga afturkomin enn. Eisini má eg drekka nógv vatn, tí eg fái lættliga høvuðpínu nú, sigur hann frá. Mánadagin var hann aftur í skúla á universitetinum, har hann lesur, og tað kravdi nógva orku, greiðir hann frá. – Eg gjørdist svimbul av at fylgja við í undirvísingini, og eg mátti kobla frá og hugsa um okkurt annað eina løtu. Eg havi verið nógv svimbul, síðani eg varð sjúkur, og inntil fyri fáum døg­um síðani mátti eg ofta taka í okkurt, tí eg hevði hug at detta alla tíðina, sigur hann. Takið tað í álvara Tá Jón lá innlagdur, legði hann eitt uppslag á Facebook við mynd av sær sjálvum við masku og iltmaskinum, har hann greiddi frá, at hann var stað­ fest­ur positivur við koronu og inn­lagdur. Í uppslagnum minn­ir hann á álvarin, og hvussu vanda­ mikið tað kann gerast at fáa koro­nu. Eisini tá tú ert ungur og væl fyri. – Eg skilji væl, at fólk ikki taka tað seriøst. Fólk eru troytt av hesum, tí vit hava hoyrt um koro­nu síðani januar. Og tað eru mong, sum fáa virussið og einki merkja. Nógv eru kritisk og standa spyrjandi, tá allur heim­ urin er stongdur vegna eina sjúku, sum fleiri ikki eingongd føla á sær. Men man veit ikki, hvør verður illa raktur. Tað kann verða ein sjálvur ella onkur í familju­ ni hja einum, sigur hann. – Eg var eisini ein av teimum, sum hugsaði at korona ikki var ein trupulleiki, tí eg eri ungur, og eg vildi liva lívið sum fyrr. Tað beit meg í reyvina, staðfestir hann. Jón larsen valdi at luta boð­skap­ in á sosialum miðlum, og upp­ slagið hevur verið lutað mangar ferðir. Hann hevur eisini fing­ið at vita frá fleiri – serliga vin­ um í øðrum l o n d u m – at hann er tann fyrsti, sum tey kenna, ið hevur boðað alment frá, at hann hevur havt koronu. – Tað er enn tabu í summum lond­um at verða smittaður við koronu. Men eg haldi, at tað er um­ráðandi at tosa um hetta al­ment, tí høvdu fólk sagt frá, tá tey gjørdust sjúk, høvdu fleiri latið seg kanna, sigur hann. – So leingi vit bara hoyra um sjúku­na frá myndug­ leik­un­um, verður hon ikki tikin í sama álvara. Tí skal man ikki vera bang­in at forklára um sína støðu, sigur hann til endans. Eg var eisini ein av teimum, sum hugsaði at korona ikki var ein trupulleiki, tí eg eri ungur, og eg vildi liva lívið sum fyrr. Tað beit meg í reyvina Eg eri ungur, frískur, raskur og mær feilar einki. Knappliga lá eg har og hevði tørv á ilt