hósdagur 26. november 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
7
ANNIKA KUNOY IM
M
ikukvøldið varð
finalan í donsku
sendingini »Ny
byggerne« á TV2
víst, og tá sms-atkvøðurnar vóru
taldar varð greitt, at føroyska
parið, Sunnvá Dahl Rasmus
sen og Martin Høgfeldt Olsen,
høvdu flest atkvøður, og vórðu
tí eini heil hús ríkari.
– Vit hava ikki skilt tað enn,
sigur ein spent og glað Sunnvá
Dahl Rasmussen við Sosialin
mikukvøldið.
Júst nú er unga parið, sum
enn býr í íbúð teirra í Keyp
mannahavn, fult bókað, tí
spenningurin enn ikki hevur
lagt seg.
– Vit hava eina rúgvu av sam
røðum við ymiskar miðlar kom
andi dagarnar, sigur Sunnvá
Dahl Rasmussen, sum enn ikki
veit, nær tey flyta í nýggju
húsini í Silkeborg, sum hava eitt
virði á 2,6 milliónir.
– Júst nú eru vit í eini skiftis
tíð, og vit vita enn ikki, nær
vit flyta, tí vit skulu eisini fáa
arbeiði og annað upp á pláss,
sigur hon.
– Mamma Martin er úr Jút
landi, og nakað av familjuni hjá
honum býr har um leiðir, so vit
vera ikki heilt einsamøll, tá vit
flyta til Jútlands, sigur hon.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
SUNNVÁ OG MARTIN VUNNU HÚSINI:
–VIT HAVA IKKI
SKILT TAÐ ENN
Mikukvøldið varð finalan í donsku sendingini »Nybyggerne« á TV2 víst, og tá sms-
atkvøðurnar vóru taldar varð greitt, at føroyska parið, Sunnvá Dahl Rasmussen
og Martin Høgfeldt Olsen, høvdu flest atkvøður, og vórðu tí eini heil hús ríkari
Nybyggerne er ein sending, ið hevur verið víst á TV2 tey seinastu
fimm árini. Sendingin snýr seg um fýra pør, sum skulu innrætta
hvør sítt hús í Silkeborg. Røðin er í níggju pørtum, og í hvørjum
parti fara pørini undir eitt ella fleiri rúm í húsinum, sum skal
innrættast við einum budgetti á 300.000 hvør. Tá sendingin er av,
avgera hyggjararnir, hvør vinnur dreymahúsið, sum er 2,6 milliónir
vert.
Húsið, sum verður umvælt er 125 fermetrar, og tað hevur eina
gongd, trý kømur, ves, stórt alrúm og úrtagarðsøki bæði framman
og aftanfyri.
FAKTA
Visti tú?
Sunnvá hevur fylgt við í
sjónvarpsrøðini Nybyggerne øll
árini, sendingin hevur verið víst,
men hon hevði ongantíð hugsað um
at luttikið, fyrr enn ein vinkona
segði, at hon og Martin áttu
at meldað seg til
Visti tú?
Luttakararnir í Nybyggerne fingu
bjóðað viðtalur hjá sálarfrøðingi, tí
ein kann gerast ovfarin og kløkkur av
millum annað viðmerkingum á netinum,
eftir at man hevur luttikið í eini slíkari
sending. Sálarfrøðingurin mælti til ikki at lesa
viðmerkingarnar, sum verða skrivaðar á
netinum, tí har føla fólk ofta, at tey kunnu
skriva tað, sum tey vilja uttan
fyrilit, greiðir Sunnvá Dahl
Rasmussen frá
Sunnvá og Martin eiga nú
uttanstu húsini til vinstru